fríggjadagur 12. apríl 2013síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 41 · 12. apríl 2013
9
VIKUSKIFTI
Vantandi fígging er eitt afturvendandi
evni, tá kjak um filmslist er á føroyska
tíðindabreddanum.
Í so máta er gávan frá Fynske
Filmsfortællinger kærkomin hjá Andriasi,
og hann er eisini skjótur at viðganga, at
hetta kemur væl við.
– Filmsframleiðsla er krevjandi, og tí
er spurningurin um fígging aloftast nakað,
sum tekur langa tíð. Tað kann sjálvandi
vera ein forðing, men tað hevur eisini sínar
fyrimunir, tí tað eigur at hava við sær, at
bert góðar verkætlanir koma ígjøgnum
nálareygað, sigur Andrias.
– Hinvegin, so merkir hetta eisini, at
ein gáva av hesum slagnum setir síni krøv.
Vit hava fingið hendan møguleikan, sum
sjálvandi kann gerast ein lopfjøl, men fyrst
og fremst skulu vit prógva, at vit megna
at liva upp til álitið. Eg kann í øllum førum
ikki brúka tað sum umbering, at tað er
vónleyst at fáa fígging, so tað er eingin ivi
um, at hetta eisini forpliktar, sigur Andrias
Høgenni.
Gávan setir krøv
– Fyri mannfólk er ein
neyðtøka sjálvandi eins
niðrandi, sum hon er hjá
einum konufólki, men sjálvs
fatanin ger í nógv um førum,
at slíkir tilburðir heldur
verða tagdir burtur,
sigur Andrias Høgenni
mynd: tilvildarlig