Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-12, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 41 · 12. apríl 2013 10 VIKUSKIFTI Gransking í fiskaproteinum seinastu árini hevur víst, at fleiri fiskasløg framleiða ymisk lívvirkin peptid, tvs. smá protein, ið kunnu týna bakteriur, soppar, fleiri sløg av virus eins og sníkar ella parasittar. Fiskur framleiðir hesi evni fyri at verja seg sjálvan. Hesi smáverutýnandi náttúrligu evni eru funnin í ellivta tíma, tí talið av margdrøgg mótstøðuførum og sjúkuelvandi bakterium veksur alsamt, og vit menniskju standa meiri og minni hjálparleys yvir fyri hesum máttmiklu og mannvándu smáverum verja manna- ­ættarinnar móti lívs­ hóttandi smáverum VITAN & vísindi Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum, skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri Føroya um evni, tey granska. Hóraldur Joensen Cand. Scient. í fysik og kemi, Doctor Scient. í marinkemi Fiskar hava sterka immunskipan Fiskar liva í ymiskum vistfrøðiligum um­hvørv­um og eru tí í vanda fyri at verða smittaðir við alskyns sjúkuelvandi bakterium, virus-sløgum, soppum og sník­um ella parasittum, Fig. 1. Teir hava tí í milliónir av árum ment eitt sterkt órininkervi, sum virkar skjótt og væl. Ein týðandi partur av hesi verju­ skipan tykist vera antimikrobiskar peptidir. Fleiri djór og plantur eru áður kannaði, men fiskur er lutfalsliga nýliga vorðin rannsakaður fyri smá­ veru­týn­andi peptidir. Ein bólkur av slíkum antimikrobiskum peptidum, ið er evna­frøðiliga kannaður uttanlands, kallast piscidinir. Piscidinir helst bjargingin Heitið piscidin kemur frá latínska orð­ inum pisces, ið merkir fiskur. Piscidinir eru breiðspektrað bakteriudrepandi, soppadrepandi og sníkadrepandi peptidir og hava 18-26 aminosýrur. Lívvirkisligi ella fysilogiski virkningurin av piscidinum á sjúkuelvandi smáverur er eyð­sæddur í koncentratiónum, sum eru væl niðanfyri tær, ið eru oyðileggjandi fyri kyknurnar í ryggdjórum, ið eisini um­fata menniskju. Sjúkuelvandi smá­ verur, sum kunnu smitta fisk, fólk og fæ, kunnu týnast við piscidinum. Sjálvt so herviligar bakteriur sum tær marg-drøgg órinu MRSA (methicillin- resistant Staphylococcus aureus), VRE (vancomycin-resistant enterococci) og salmo­nella pseudomonas standa piscidinum ikki kurl. Brandnýggj piscidin- grundað antibiotika Eins og gjørt verður við so mong onnur antibiotika, funnin í náttúruni, so kunnu piscidinir verða broyttar í starvsstovum soleiðis, at hesi evni kunnu fáa uppaftur sterkari lekjandi virkning. T.d. við at stytta aminosýruketuna ella við at skifta summar aminosýrur út við aðrar. Piscidinir hava eina røð av áhuga­ verdum eginleikum, sum gera henda evnisbólk spennandi sum form ella skapilón til framleiðslu av spildur nýggj­ um anti­mikrobiskum evnum. Av oman­ fyri­nevndu orsøkum, so hava mýlskir lívfrøðingar, læknar og farsóttar­frøð­ ingar stórt álit á piscidinum og piscidin- líknandi lív­virkn­um peptidum. Drøgg mótstøðu­ førar bakteriur Talið av fólkum, sum doyggja árliga av margdrøgg mótstøðuførum ella multi-resistentum Escherichia coli bakterium í blóðinum (bacteraemia) í Europa liggur um 25000. Í verðinshøpi er hetta talið munandi hægri. »Tað er bert ein út av 20 infektiónum við resistent­um E. coli bakterium, sum er bacteraemia, so nevnda tal, 25000, er bert topp­urin av ísfjallinum« Hetta stendur at lesa í eini rapport, sum gransk­ingar­bólkurin hjá Professor Peter Hawky hevur skrivað. Afturat nevndu tilburðum við smittaðum blóði, so er ørgrynna av øðrum dømum um var­andi og loksins deyðiligar brunar í eitt nú landræsinum, bløðruni og sár­ um í samband við skurðviðgerðir; alt samalt orsakað av multi-resistentum bakterium. »Sjálvt um vit kunnu bera okkum skilagott at í Europa, so er tað ikki nóg mikið. Vit eru ikki einsa­møll her í Europa. Vit mugu hugsa globalt«, sigur Professor Hawkey, ið er starvs­sett­ ur á School of Immunity and Infection, College of Medical and Dental Sciences, University of Birmingham.Tey sein­ astu 15 árini hevur professor Peter Hawkey kannað mýlska menning ella moleculera evolution, epidemiology og antibiotica mót­støðuføri. Hann hev­ur almanna­kunngjørt yvir 200 greinar í altjóða javnlíkaskilmettum granskingar­tíðar­ritum. Álvarslig bakteriuhóttan Økingin av ymsum sløgum av drep­ andi margdrøgg mótstøðuførum bak­ter­ium bara veksur. »Tað er heilt óhugna­ligt, hvussu skjótt bakteriur gerast mót­støðuførar móti antibiotika« sigur Dr. Danilo Lo Fo Wong, ið er royndur ráðgevi hjá WHO (World Health Organization), Figur 2. Hesar umfata ymisk sløg av salmonella steyr-bakterium, tuberklabasillum og E. coli bakterium. Hóttanin er so stór, at bretski heilsustjórin, Dame Sally Davies, fleiri ferðir hevur greitt limunum í bretska parlamentinum frá, at bakteriu-hóttanin má skrásetast á landsins tjóðarlista við borgara- undantaksstøðum. Fiskapeptidir