Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-12, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 41 · 12. apríl 2013 11 VIKUSKIFTI Bakteriurnar framman fyri menniskjuni »Fyri at siga júst sum er, so eru vit um at vera í uppisetri við góðum hugskotum. Tað er tann stóri trupulleikin. Í nógv ár hava vit menniskju verið framman­ fyri bakteriurnar í menning av heili­ vágs­lagnum, antibiotika, men tey seinastu 25 árini er ikki eydnast okk­ um at menna og framleiða nýggj sløg av antibiotika«. Hetta sigur Dr. Danilo Lo Fo Wong. Høvuðsgrundin er fíggjar­ lig. Heilivágsfyritøkurnar eru nevn­iliga ikki so áhugaðar at menna ovur­honds dýr, nýggj og effektiv anti­biotika. Tær leggja stórri dent á at út­vikla og framleiða onnur sløg av heili­vági, eitt nú hjartamedicin. Meðan fyrri heili­ vágurin verður givin í stutt tíðar­skeið, so verður tann seinni givin restina av lív­inum hjá sjúklinginum. Hjarta­ medicin-framleiðsla er tí munandi meiri lønandi. Smáverutýnandi peptidir eru lívvirkislig mýl, sum vanliga eru samansett av 10 til 50 aminosýrum. Hesi mýl hava vatnupploysiligar og vatnskýggjandi partar og kunnu hava ymisk skap. Vatnupploysiligu og vatnskýggjandi partarnir á mýlinum gera tað møguligt hjá peptidunum at binda seg til kyknuveggin á bakterium. Antimikrobiskar peptidir eru vanliga positivt løddar, og kyknuveggir á bakterium negativt løddir. Antimikrobiskar peptidir kunnu týna bakteriur á ymiska hátt, eitt nú við at skaða ella seta hol á kyknumembranin, Figur 3, og loypa ólag á evnaskifti ella metabolismuna. Harafturat kunnu hesi smáverutýnandi peptidir binda seg til lívstýðandi mýl inni í bakteriuni, so hesi ikki kunnu virka sum tey skulu. Á henda hátt kann framleiðslan av DNA, RNA, proteinum, og enzymum í bakterium steðgast, og harvið hórar bakterian ikki undan og doyr. Umframt at drepa bakteriur, so hava antimikrobiskar peptidir eisini fleiri sløg av styrkjand árinum á órininskipanina, immunskipanina, hjá tí sjúka. Harvið hjálpa antimikrobisku peptidirnar tí sóttarfongda at oyða fremmandu og sjúkuelvandi bakteriurnar í kroppinum. Náttúruvísindadeildin á Fróð­skapar­ seturi Føroya luttekur í trimum PhD- verkætlanum, sum hava til endamáls 1) at útvinna, 2) evnafrøðiliga greina og 3) nano-pakka antimikrobiskar peptidir úr fiskarestrávørum. Endamálið við at pakka peptidini inn í nano-bitlar – úr eitt nú chitosan, sum fæst frá rækju­skeljum – er at verja tey móti niður­brót­andi enzymum í maganum. Við at vera vard í nano- bitlum, so fáast peptidini óskal­ aði niður í tarmarnar, har elasmáu partiklarnir spakuliga upploysast. Frí­givnu peptidini upptakast í kroppin og gera enda á sjúkuelvandi bakteriunum. Fyrsta PhD-verkætlanin hevur til enda­máls at útvinna mest møguligt av antimikrobiskum fiskapeptidum. Hon fer fram á Náttúruvísindadeildini og lut­víst eisini á Atlantic Biotechnology á Oyri. Onnur PhD-verkætlanin umfatar evna­ frøðiliga greining og lýsing av smá­ veru­týnandi fiskapeptidum. Henda verk­ætlanin fer fram á DTU Aqua í Keyp­mannahavn og partvís á Náttúru­ vísindadeildini í Føroyum. Triðja PhD- verk­ætlanin hevur sum aðalmál at pakka antimikrobiskar fiskapeptidir, ser­liga piscidin, inn í nano-bitlar. Henda sein­asta verkætlanin var liðug um árs­skiftið og fór fram á Universitetinum í Aarhus. Fróðskaparsetur Føroya Við at fremja lívfrøðiliga, evnafrøðiliga og lívevnafrøðiliga gransking av marinum lívsformum og restrávørum í Føroyum, so kunnu vit ikki bert gagnnýta tilfeingið betri, men vit kunnu eisini vera við til at menna ta vitan, sum krevst fyri at verja mannaættini móti lívshóttandi margdrøgg órinum smáverum. Toskur (Gadus morhua) hevur eina vælmenta órininskipan, umfatandi piscidin-1. Henda smáveruverjan er lívstýðandi, tí toskurin heldur nógv til niðri á botni og kemur tessvegna í samband við alskyns sløg av bakterium, soppum, virus og sníkum Antibiotika-pillarar fáast í ymsum litum og formum. »Tað er skelkandi, so skjótt bakteriur gerast mótstøðuførar móti antibiotika«, sigur WHO ráðgevin Dr. Danilo Lo Fo Wong Antimikrobiskar peptidir kunnu binda seg til yvirflatuna á bakterium og loypa ólag á ella seta hol á kyknumembranin soleiðis, at lívstýðandi kyknugøgn streyma út úr bakteriuni. Bakterian slóknar