Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í morgun læt Landingar­mið­ støðin á Toftum uppaftur, eft­ir at Landingarmiðstøð Før­oya einki virksemi hevur havt á Toftum og í Klaksvík sein­astu tíðina. Herfyri staðfesti nevndin aftanfyri Landingarmiðstøð Føroya, at útlitini fyri lønandi rakstri vóru so vánalig, at ráðiligt var ikki at reka virk­ semi víðari í táverandi leisti. Nú hevur so eitt felag undir stovnan fingið avtalu í lag við størsta kreditorin, sum er BankNordik um, at virk­semið verður rikið víðari - í fyrsta lagi, til ognirnar verða seldar á tvingsilssølu ein av fyrstu døgunum. Teir, sum nú reka virk­ semið, sum byrjaði aftur í dag, eru eitt nú Niclas Davidsen, Hilmar Lamhauge, Jóhannus M. Olsen og Poli Hansen. Aftrat teimum eru eitt nú land­ingarmiðstøðin á Eiði og landingarmiðstøðirnar í Sør­vági og í Havn. Stóran týdning Niclas Davidsen sigur, at land­ingarmiðstøðin á Toftum sjálvandi hevur stóran týdn­ ing fyri arbeiðsfólk, skip og bátar. – Tá landingarmiðstøðin koyrir, og virksemi er, eru nokso nógv fólk til arbeiðis. Tað gevur ein aktivitet her á havn­ar­lagnum, og hetta hevur sjálvsagt eisini ring­ virk­n­ingar við sær í nærum­ hvørvinum. Niclas sigur, at tað er ikki óhugsandi, at felagið und­ ir stovnan, sum nú rekur land­ingarmiðstøðina, fer at keypa virksemið á Toftum eftir tvingsilssøluna. – Nei, tað er ikki óhugs­ andi, at vit fara at royna at verða við, leggur hann aftrat. Stór avbjóðing Niclas Davidsen sigur, at tað er ein stór avbjóðing at fáa raksturin av bera seg, nú nøgdirnar av fiski hava verið minkandi, og aðrar land­ ingarmiðstøðir eru komnar, eitt nú í Havn. – Men, vit fara undir hetta virksemi við teirri fyritreyt, at vit vita, at hetta er trupult. Vit ætla at gera okkara ítarsta fyri at vita, um hetta ikki kann fáast at bera til. Niclas Davidsen vísir á, at tað er eitt sindur trup­ult at spráa um fram­tíðar­ván­ ir, og hvussu nógv arbeiðs­ pláss verða knýtt at land­ ingarmiðstøðini á Toftum, um tað fer at eydnast felag­ num undir stovnan at keypa virksemi. – Men, talan verður altíð um eini 10-15 ársverk, sigur hann. Vilmund Jacobsen Tvey skip landa á Toftum í dag. Tey eru línuskipið Sigmundur, sum hevur umleið 120.000 pund und­ an Íslandi - og trolbáturin Búgvin, sum hevur 9000 pund undan Føroyum. Fiskasløgini hjá Sig­ mundi eru hýsa, brosma, longa, toskur og eitt sløð av øðrum fiski. Meginparturin av veið­ ini hjá trolbátinum Búgv­ anum er upsi. So er landing aftur á Toftum – Tá landingarmiðstøðin koyrir, og virksemi er, eru nokso nógv fólk til arbeiðis. Tað gevur ein aktivitet her á havnalagnum, og hetta hevur sjálvsagt eisini ringvirkningar við sær í nærumhvørvinum, sigur Niclas Davidsen, sum er ein av stigtakarunum til at lata landingarmiðstøðina á Toftum uppaftur Sigmundur og Búgvin landa á Toftum Nú landingarmiðstøðin á Toftum læt uppaftur í morgun, landa tvey skip - ávikavist undan Íslandi og undan Føroyum Sigmundur hevur í dag 120.000 pund undan Íslandi Í morgun var aftur landing á Toftum. Eitt felag undir stovnan hevur fingið avtalu í lag við kredittorarnar um at reka virksemið, til tvingsilssøla hevur verið. - Vit fara at royna at keypa virksemið, sum vónandi fer at halda fram á Toftum, sigur Niclas Davidsen