Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Tað, sum nú fer fram, er meinings­leyst. Tað heldur Kristina Há­ foss, løgtingskvinna fyri Tjó­ð­veldi. Hon var ein av teim­um trimum løg­tings­limun­um, sum kærdi Jørgen Nicla­sen fyri Lands­stýris­mála­nevnd­ ini. Men nú nevndin er komin til eina niðurstøðu, ásannar Kristina Háfoss, at niður­støðan er bæði ullint og mótstríðandi. Og hon heldur, at nú má broyting koma í, tí tað, sum nú fer fram, er meinings­ leyst. Bæði og … Kristina Háfoss vísir á, at orsøkin til kæruna var, at í heyst legði lands­stýris­mað­ urin í fíggjarmálum eina fíggjalóg fyri Løgtingið ið víkti munandi frá sam­tyktu fíggjarkørmunum fyri 2013. Í niðurstøðuni staðfestir lands­stýrismálanevndin, at tað eru greiðar ábendingar um, at løgtingssamtyktir eru rættiliga bindandi, tá ið tær eru ein fylgja av eini lóg, í hes­um føri játtanarlógini, sum játtanarkarmar verða gjør­d­ir eftir. Nevndin sigur eisini, at broytingar kunnu góð­ takast í ávísan mun, tá ið tal­an er um væl grundaðar og sakligar broytingar, sum bygg­ja á, at fortreytirnar eru munandi broyttar. Sum dømi upp á broyttar for­treytir er, at málsøki kunnu verða flutt frá ein­ um landsstýrismanni til ein annan, heilt nýggj við­ur­skif­ti kunnu koma fram í ljós­mála, ella at tað ví­s­ir seg, at inn­ tøku­met­ing­ar­nar ikki halda. Kristina Háfoss sigur, at onki av hesum eru or­ søkir­nar til, at landsstýrið kom við eini fíggjarlóg, ið víkti munandi frá fíggjar­ kørmunum. - Kortini kann Lands­ stýris­málanevndin ikki koma til eina niðurstøðu ið stað­festir at hetta ber ikki til, sigur Kristina Háfoss. Tvørtur ímóti staðfestir nevndin, at tað kann ikki ávís­ast, at brot er framt á sjál­va játtanarlógina. - Sostatt er niðurstøðan, at hóast framferðin hjá Jørgen Niclasen ikki er í lagi, so er hon kanska ílagi kort­ini, staðfestir Kristina Há­foss turrisliga. Hon sigur, at tískil kann hon bara kom til tvær niður­støður. Onnur niðurstøðan er, at skulu fíggjarkarmar, Løg­ ting­ið samtykkir á vári, ikki halda­st í fíggjarlógini, ið verð­ur løgd fyri Løgtingið á heysti, eigur Løgtingið sum skjótast at gevast við at viðgera fíggjarkarmar, í hvussu so er soleiðis, sum skipan­in nú er. Hin niðurstøðan er, at Lands­stýrismálanevndin, ið er mannað við tveinum um­ boðu­m úr samgonguni og ei­n­um úr andstøðuni, kann ongan­tíð verða eitt veruligt a­m­boð hjá løgtingsfólkum, til at hava eftirlit við lands­ stýri­num. - Nevndin gevur eina skeiva fatan av, at talan er um eina veruliga eftir­lits­ nevnd. - Tí eigur skipanin við Lands­stýrismálanevndin at verða avtikin, í hvussu so er, so­leiðis sum skipanin nú er, sigu­r Kristina Háfoss. Áki Bertholdsen - Arbeiðsmátin er als ikki nøktandi. Tað er dómurin, Lands­ stýris­málanevndin fellur yvir Jørgen Niclasen, lands­ stýris­mann í fíggjarmálum. Men hóast framferðin als ikki er nøktandi, er kortini ikki talan um lógarbrot og so verð­ur ikki gjørt meiri. Landsstýrismálanevndin, sum hevur eftirlit við virk­ semi­num hjá lands­stýris­ fólkum, hevur havt Jørgen Niclasen til við­gerð­ar, eftir at tey trý ting­fólk­ini úr and- støðu­ni, Aksel V. Johan­ne­ sen og Eyð­gunn Samuel­sen úr Javnað­ar­flokki­num, og Kristina Há­foss úr Tjóðveldi, klag­aðu hann í heyst, eftir at hann hevði lagt fíggjarlógina fyri í ár fyri Løgtingið. Tey trý halda, at lands­ stýris­maðurin hevur brotið játtan­ar­lógina í sambandi við fíggjar­lógina fyri í ár.

 Tey staðfesta, at stór frá­ vik eru ímillum tað, Løg­ting­ið samtykti í játta­nar­karm­unum í fjør vár og tað, sum stóð í fíggjarlógini, Jørgen Nicla­sen legði fyri Løgtingið í heyst. 

 Tey nevna sum dømi, at at rakstarútreiðslurnar á fíggj­ ar­lógaruppskotinum vóru 64,9 milliónir krónur hægri enn tað er samtykt í karm­ unum, útreiðslurnar til til verk­løg eru 38,86 milliónir krón­ur lægri enn karmarnir áseta og inntøkurnar eru 102,5 milliónir lægri, enn ásett í karmunum. 

 Flótandi niðurstøða Jørgen Niclasen hevur vart seg við, at løgtingssamtyktin um karmarnar er bara polit­ isk, men er ikki løg­frøði­liga bind­a­ndi.

 Niðurtøðan hjá Lands­ stýris­mannanevndini er eitt sind­ur flótandi og dregur á bæði borð Nevndin sigur, at í løg­ frøð­ini er greiðar ábend­ing­ar um, at samtyktin í játtan­ar­ karm­unum er bind­andi. Men hon staðfestir kor­t­ ini samstundis, at heilt greitt er tað ikki.

 Annars er Lands­stýris­ mála­nevndin eisini samd í, at for­treytirnar kunnu broytast teir seks mánaðirnar frá tí, at upp­skot til játtanarkarm lagt fram um várið, til uppskotið um fíggjarlóg verður lagt fram um heystið. 

 - Tað kunnu vera viðurskifti, sum av góðum grund­um eru broytt, eitt nú kunnu málsøki verða flutt frá einum landsstýrismanni til ein annan, ella at tað vísir seg, at inntøkumetingarnar ikki halda. 

 Nevndin leggur tó dent á, at meginreglan er, at karmar og fíggjarlóg skulu samsvara og tí skal tað, sum er samtykt í játtanarkørmunum ikki broyt­ast í sambandi við fíggjar­lógar­uppskotið. 

 Verða broytingar gjørdar kort­ini, mugu tær vera væl grundaðar, sakligar og bygg­ ja á veruligar broyttar for­ treyt­ir. Sostatt skal talan ikki vera um meira ella minni til­ vild­ar­ligar politiskar umrað­ fes­tingar, staðfestir Land­s­ stýris­mál­anevndin.

 Als ikki nøktandi Hon vísur samstundis á, at í fíggjarlógini fyri í ár verður sera lítið gjørt burt­ur úr at grundgeva fyri, hví upp­ hæddirnar í fíggj­ar­lógar­ upp­skotinum ikki samsvara við karmarnar. 

 Tá ið fíggjarlógin varð løgd fyri Løgtingið, royndi lands­stýrismaðurin at binda um heil­an fingur, tí hann hevur skriv­að í hana, at ”Løgtingið sam­tykti játtanarkarmar 2013, uttan at binda seg til ein­støku tiltøkini, sum vóru í játtan­ ar­kørmunum”.

 Men Landsstýris­mála­ nevnd­in heldur als ikki, at hetta er nøktandi.

 Hon staðfestir at løg­ tings­sam­tyktin um játtan­ ar­k­ar­marnar er ikki ein leys ætlanar­yvir­lýsing, sum kann broyt-ast við meira ella min­ ni til­v­ildar­lig­um polit­isk­um um­rað­festingum. 
 Landsstýrismálanevndin ger eisini greitt, at skulu til­ tøkini í játtanarkørmunum ikki á nakran hátt skulu vera bind­andi, er grundarlagið undir játtanarkarmunum burt­ur og so viðgerð Løg­ ting­ið teir undir skeivum for­treyt­um. 

 Hinvegin kann Lands­ stýris­málanevndin ikki staðfesta, at sjálv játtan­ar­ lóg­in er brotin, tí broytingar kunnu gerast í ávísum før­ um, tá talan er um ávísar broytt­ar fortreytir. 

 Kortini leggur Lands­ stýris­málanevndin dent á, at tað ikki kunnu gerast óav­ mark­að­ar broytingar, og at tað als ikki er nøktandi, at tað ikki verður grundgivið fyri broytingunum. Jørgen Niclasen breyt ikki lógina FRÁVIK Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fær ábreiðslur frá Landsstýrismálanevndini, men hann hevur ikki brotið lógina og tí hendir ikki meiri Mótstríðandi og ullint niðurstøða MEININGSLEYST Antin má landsstýrismálanevndin avtakast, ella mugu vit halda uppat at leggja fíggjarkarmar, sigur Kristina Háfoss Tað als ikki er nøktandi, at tað ikki verður grundgivið fyri broytingunum Ógreið niðurstøða Landsstýrismaðurin hevur havt Jørgen Niclasen, landsstýrismann til viðgerðar, men niðurstøðan er eitt sindur ógreið, tó at semja er um, at framferðin er als ikki nøktandi