Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Tá ið Løgtingið fyri fyri hálv­um øðrum mánaði síða­ni hevði aðalorðaskifti um at gera tað lættari hjá út­lend­ing­um at koma til Før­oya, var einki mark fyri væl­vild­ini í Løgtinginum. Tað man vera sjáldan, at politikarar úr øllum flokk­ um hava verið so samdir og hvørki politikarar úr sam­ gongu ella andstøðu, vitstu, hvørj­um beini teir skuldu stan­da á, tá ið teir yvirbjóðu hvønn annan í at lovpríva ætlan­ini at gera tað lættari at integrera útlendingar í før­oys­ka samfelagið. Tað vóru enntá fleiri poli­ tik­ar­ar, sum enntá hild­ið, at ætlanin skuldi fram­skund­ast og setast í verk bein­an­veg­in. Serliga væl tóku tingfólk undir við ætlanini um, at út­lend­ingar, bæði børn og vaks­in, skulu hava serliga undir­vís­ing í føroyskum. - At duga málið er høvuðs­lykil­in til tað før­ oyska samfelagið og duga út­lend­ingar málið, er tað stør­s­ta stigið á leiðini fram ímó­ti fullkomnari in­te­gra­ tión, hildu tingfólk. Fleiri av løg­tings­lim­ un­um tvíhildu um, at skal peningur játtast til endamálið, má tað ikki hen­ da, at peningurin verður skar­vað­ur av játtanini til skúla­verk­ið, almannaverkið, og aðra­staðni, sum longu framman­undan eru hart fyri­spent. Kortini vóru tað nøkur ting­fólk, sum reistu iva um fíggingina. Tey stúrdu fyri, at hóast væl­vildin var stór, fóru politi­kar­arnir at bakka, tá ið tað kemur hartil, at int­e­ gra­tión­in skal vísast í verki, og pen­ingur skal játtast til end­a­málið. Og sum tað sæst í í øðr­ um greinum her á síðuni, kann tað væl vísa seg, tey fáa rætt. Áki Bertholdsen - Tað sigur seg sjálvt, at eg eri eitt sindur vónbrotin. Kári P. Højgaard, lands­ stýris­maður í inn­lendis­mál- um harmast um, at eing­in króna er sett av í fíggjar­k­ armunum hjá sam­gongu­ni hesi næstu árini til at gera ein veruligan integra­sjóns­ poli­tikk. Tá ið Løgtingið um mánað­ar­skiftið februar- mars, hevði aðalorðaskifti um ein føroyskan inte­gra­ sjóns­politikk, var einki mark fyri vælvildini. Politikarar úr øllum flokk­ um, bæði í samgongu og í and­støðu, kappaðust um at rósa ætlanini og nógvir hil­ du, at hon skuldi setast í verk longu næsta ár, heldur enn í 2015 ella 2016. Druknaði í vælvild Men fyribils sær út til, at alt er druknað í berari vælvild, tí nú fíggjarkarmarnir vórðu lagd­ir fyri Løgtingið, hevur sam­gongan ikki sett eina krónu av til endamálið. - Tað skerst ikki burtur, at tað er ikki samsvar ímillum karm­ar­nar og tað, politikarar søgdu, at teir vildu fremja, ásann­ar hann. Og Kári P. Højgaard, dylir ikki fyri, at tað er hann eitt sind­ur vónbrotin av. Hann er sannførdur um, at øll øki á fíggjarlógini eru skor­in so langt inn á bein, at skal nakað setast av til ein integra­sjónspolitikk, verður neyðugt við serstakari játtan til endamálið. Vónar tað besta Tilsamans kosta tey tiltøk, sum mælt verður til at seta í verk, einar 7,2 milliónir krón­ ur, umframt tað leysa, sum kemur afturat til undir­vís­ ing­ar­tilfar, tulk og annað. Men tað verður Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í menta­málum, sum verður tann, ið skal bera nógv tað tyngs­tu byrðina, tí tiltøkini, hann skal seta í verk við undir­vísing til børn og vaks­ in, kosta yvir seks milliónir, ella bróðurpartin av tí, alt kost­ar tilsamans. Nú setir hann sítt álit á, at sam­gongan tekur betri part­ ar fyri seg, tá ið fíggj­ar­lóg­in verður løgd fram í heyst. - Tá vóni eg, at politiskur vilji er til at seta tilmælini í integra­sjónsálitinum í verk, sig­ur Kári P. Højgaard. - Hetta má síggjast aftur á fíggjarlógini í heyst, serliga tá ið eg hugsi um, at tá ið aðal­orða­skiftið var, hoyrdi eg ikki eina einastu negativa rødd, leggur hann afturat. Eitt hjartamál Kári P. Højgaard sigur, at hjá sær er tað eitt hjartamál at fáa tilmælini framd í verki, eisini tí, at hann metir, at tað hevur alstóran týdning í sambandi við royndirnar at venda gongdini í fólka­tali­ num. - Heildarætlanin, sum hev­ur til endamáls at skapa fólka­vøks­tur, nevnir eisini, hvus­su stóran týdning tað hev­ur at gera tað lættari hjá út­lend­ing­um at flyta til Før­ oya. Men nú hevur samgongan sett sær sum mál at avlop skal vera á fíggjarlógini í 2016. Hvussu fært tú alt hetta at passa inn í fíggjar­kar­mar­ nar? - Tað veldst sjálvandi um, hvussu vit raðfesta tey ymsu málini, sigur Kári P. Høj­gaard. Kortini leggur hann dent á, at er talan um íløgur og til­ tøk, sum kunnu menna sam­ felagið, má samgongan vera til reiðar at sleppa kravi­num um at hava avlop á fíggj­ar­ lóg­ini í 2016. - Tað kann ikki vera eitt enda­mál í sær sjálvum, at fíggjar­lógin skal javnviga í 2016. Tað týdningarmiklasta er, at vit fjølgast, so at vit eisini í framtíðini vera nóg nógv í tali til at lyfta tær sam­felags­ligu ábyrgdirnar, vit hava. - Fleiri fólk vit eru, fleiri inntøkur verða skaptar og lættari verður at lyfta byrð­ ar­nar. Men nú hevur maðurin á pengakassanum, Jørgen Nicla­sen, landsstýrismaður í fíggjar­málum, hildið nokk so fast um, at í 2016 SKAL avlop vera á fíggjarlógini? - Jørgen Niclasen er bund- in at eini politiskari skip­ an, akkurát, sum vit onnur. Loysn­ir­nar verða funnar í felag og eisini hann verður noydd­ur at laga seg til tær semj­ur, sum verða gjørdar, akkur­át sum øll onnur. Kári P. Højgaard vísir á, at sjálvur løgmaður og for­mað­ urin í fíggjarnevndini, Bárð­ ur Nielsen, hava boðað frá, hvussu stóran týdning tað hev­ur at raðfesta hesi økini. - So tað mugu vit taka fyri fult, sigur lands­stýris­ maðurin í innlendismálum. Tað kann ikki vera eitt endamál í sær sjálvum, at fíggjarlógin skal javnviga í 2016 Eingin vælvild tá ið rokningin skal rindast Vitstu ikki hvørjum beini teir skuldu standa á Eitt hjartamál Tað er eitt hjartamál, at vit seta verulig tiltøk í verk fyri at integrera útlendingar í Føroyska samfelagið, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum INTEGRASJÓN Tá ið aðalorðaskifti var í Løgtinginum herfyri um ein føroyskan integrasjónspolitikk, kappaðust politikarar úr øllum flokkum um at vísa vælvild. Men táið vælvildin skuldi vísast í verki, bakkaðu politikarar og enn er ikki ein króna sett av til endamálið