Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Tað treyt ikki við føgr­um orðum frá øllum politik­ar­ um, tá ið Løgtingið hevði aðal­orða­skifti um integra­ sjón. - Men enn sæst einki til, at nak­ar er sinnaður at gjalda fyri tey føgru orðini. Bjørn Kalsø, lands­stýris­ maður í mentamálum, stað­ fest­ir, at skulu vit integrera út­lendingar í Førouyum, fellur tann stóra byrðan á Menta­málaráðið. Men akkurát, sum starvs­ felagi hansara, Kári P. Høj­ gaard, ið umsitur inte­gra­ sjón­ina, má Bjørn Kalsø eisini staðfesta, at øll tey føgru orðini vórðu ikki veksl­að til pengar, tá ið fíggj­ar­karmar­ nir vórðu lagd­ir fram fyri einum góðum mán­að síðani. Hann heldur, at onkur tiltøk kunnu setast í verk innanfyri teir karmar, sum Menta­málaráðið hevur. - Men skulu tiltøk, sum veru­liga muna, setast í verk, verður neyðugt at játta menta­mála­ráðnum meiri peng­ar. - Vit hava nógvar fyri­ skipan­ir í menta­mála­ráð­ num. Og hóast nógvar virka væl, eru tær eisini hart fyri­ spentar fíggjarliga. - Somuleiðis er nógvar av skipanunum rættiliga grund­ leggjandi tænastur, so tað ber rætt og slætt ikki til at skarva meiri burtur av fyri at seta miðvís integra­sjóns­til­ tøk í verk, sigur lands­stýris­ maðurin. Annars dugir hann ikki at síggja, yvirhøvur, hvussu tað skal bera til at seta hesi til­tøkini í verk, sum skulu stuðla uppundir at fáa út- lend­ingar og føroyingar at sam­einast og samvirka í okk­ ara samfelagi. Hinvegin setir hann álitið á, at vil Løgtingið av álvara rað­festa integrasjónina, fer tað at síggjast aftur í fíggj­ar­ lóg­ini, sum verður løgd fram í heyst. Ikki fremmant Bjørn Kalsø sigur, at tá ið sam­gongan samráddust um fíggjarkarmarnar, førdi hann tað fram í samgonguni, at skuldi integrasjónstiltøk set­ ast í verk, var neyðugt við hægri játtan. Sostatt er trupulleikin ikki fremmandur fyri sam­ gongu­ni, leggur hann aftur­ at. Sjálvur ivast hann ikki í, at vit eiga at raðfesta integra­ sjóns­politikkin. - Tá ið vit bjóða frem­m­ anda­fólki hendavegin, eiga vit eisini at duga at taka ímóti teimum. Hann heldur tískil, at samgongan eigur at tora at gera politiskar um­rað­fest­ ingar og at játta meiri pen­ing til hetta øki við teirri av­leið­ ing, at okkurt annað bíðar. Torir samgongan ikki tað, heldur Bjørn Kalsø, at sam­ gongan eigur, at um­hugsa at útvega lands­kassa­num fleiri inntøkur. Kortini sær hann ikki rætti­liga fyri sær, at tað ber til at taka meiri frá fólki. Men so er hin møguleikin at sleppa kravinum um at avlop skal vera á fíggjarlógini í 2016. - Eg haldi ikki, at vit kunnu ikki áhaldandi hava hall á fíggjarlógini, tí so líða vit rentudeyðan. Men er talan um týðandi íløgur, sum í longdini eru ein vinn­ ing­ur fyri samfelagið, eiga vit eisini at tora at tosa um, hvussu fast vit skulu halda um kravið um avlop á fíggjarlógini í 2016, sigur Bjørn Kalsø. Arbeiðsbólkurin, sum hev­ur skrivað integra­ sjón­s­álit­ið, heldur, at støð­ an er alt annað enn nøkt­ andi. Tí mælir hann til, at ymisk tiltøk verða sett í verk sum skjót­ast fyri at gera tað lætt­ari at integre­ ra út­lend­ingar í føroyska sam­fela­gið. Mælt verður til at seta seks ymisk tiltøk í verk og tilsamans kosta hesi tiltøkini 7,2 milliónir, um­ framt útreiðslur til undir­ ví­s­ing­ar­tilfar, tulk og annað. Kunnu øll tiltøkini ikki verða framd í einum, verð­ ur mælt til, at tiltøkini verða sett í verk eftir trim­um árum og í hesi rað­fylgju: 1. Integrasjónslóg skal smíðast Við eini integrasjónslóg eru allar ætlanirnar ásett­ ar í lógini – onki ivamál er um, hvør ætlanin er, og hvussu viðurskiftini skulu skipast. Við eini integra­sjónslóg hava land­ sins myndugleikar bundið seg til at fáa skipanina at virka, og peningur má verða játtaður, so skipanin kann fáast at virka. 2. Samskipari skal setast Ein samskipari skal set­ast at geva ymisku myndug­ leik­unum ráð um integra­ sjón og tryggja at tiltøkini verða sett í verk. Mett verður, at tað fer at kosta eina millión at seta samskiparan á stovn, tá ið hann er settur á stovn, verður hann helst bílig­ari um árið. 3. Byrjanarskeið til útlendingar Tað skal vera eitt krav til útlendingar, at teir skulu á byrjunarskeið í før­ oyskum máli og før­oysk­ um sam­felags­við­ur­skift­ um og føroyskari mentan. Skeiðið skal vera stað­ ið, áðrenn út­lend­ingur­in kann fáa varandi uppi­ halds­loyvi. Mett verður, at undir­ vís­ingin til vaksin kost­ ar 1,8 millión um árið, umframt undir­vís­ing­ar­ ti­l­far. Tá er rokna við, at útlendingar fáa undir­ vís­ing í før­oysk­um í 100 tím­ar í før­oysk­um og 50 tím­ar í sam­felags­viður­ skift­um. 4. Eyka undirvísing í fólkaskúlanum Útlendsk skúlabørn skulu hava eyka undirvísing í før­oyskum. Leyðsliga mett verður eyka­undirvísingin í fólka­ s­kúlanum mett at kos­ta 4,4 milliónir um ár­ið, um­ framt tað, sum undir­vís­ ing­ar­tilfarið kostar. Her verður roknað við, at 90 skúlabørn fáa eyka undir­vísing tríggjar tímar um vikuna. 5. Føroyskt fyri børn undir skúlaaldur Tað hevur stóran týdning, at útlendsk børn læra før­ oyskt so tíðliga sum gjør­ ligt. Ein møguleiki er, at tá ið útlendingar við børn­ um koma higar, fer Gigni á heima­vitjan hjá familjuni. Við hesi heimavitjan kann Gigni eggja foreldr­ um at lata barnið fara á dag­stovn, so at barnið fær møguleika at nýta før­oyska málið so tíðliga sum gjørligt. Í fólkaskúlalógini er heim­ild til geva børn, ið hava annað móðurmál enn føroyskt, og sum ikki eru farin í skúla, stuðul til frama fyri málsligu menn­ingina í føroyskum máli. Mælt verður til, at hetta tilboðið verður sett í verk, so at børnini læra før­oyskt so tíðliga sum til ber. 6. Tulkatænasta Tørvur er á tulka­tæn­astu, tí ofta eru sam­skiftis­ trupul­leikar, tá ið út­lend­ ing­ar skulu til sam­røðu hjá føroyskum myndug­ leik­um av ymsum slagi. Ongin meting er um, hvussu nógv, tulka­tæn­ astan fer at kosta. Kostar 7,2 milliónir Føgur orð og ongir pengar INTEGRASJÓN Tað verður Mentamálaráðið, sum skal bera byrðina fyri at integrera útlendingar í Føroyum, men tað hava vit ikki pengar til, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður Góður vilji Bjørn Kalsø má staðfesta, at øll tey føgru orðini vórðu ikki vekslað til pengar Annars dugir hann ikki at síggja, yvirhøvur, hvussu tað skal bera