Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LEYGARKVØLDS FRÍSK, FREK OG FESTLIG SENDING ÚR KEYPMANNAHAVN LIVESHOW Ghetto Kvøld - beinleiðis úr Keypmannahavn Enn einaferð hava útisetar sent útvarp beinleiðis úr Keyp­man­na­havn, og hesa­ ferð var evni ideal. Gestir við serligum lívsroyndum og ser­frøðingar lýstu ideal í dag­sins samfelag, og tríggir úti­set­ar kjakaðust um teir for­dóm­ar, sum idealini í dag møgu­liga viðføra. Sendingin varð send bein­ leið­is úr Oyra­sunds­kollegi­ en­um, og omanfyri 200 úti­ set­ar vóru til staðar hetta kvøldið. Filip Mortensen og Petur Háberg eru farni undir eina nýggja tónlistarliga verkætlan, sum ber heitið LoverLover. Teir búgva báðir í Føroyum, men vóru í Danmark í tónleikaørindum, tí teir skuldu hita upp fyri Eivør Pálsdóttir, tá ið hon hevði konsert í Vega hóskvøldið. Sostatt løgdu teir leiðina framvið Oyrasundskollegie leygarkvøldið, har ið teir spældi sín nýggja tónleik fyri áskoðarunum Barbara Holm, Gutti Winther og Eydna Skaale eru vertir í sendingini. Búgvi Øster er tøkningur og Rógvi Nybo er hjálpari