Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eitt tað størsta idealið í samfelagnum í dag, verður skapt av mótabløðum, lýsingum og forsíður, har vit dagliga síggja klænar, vakrar modellir, sum onkursvegna eru við til at seta idealið fyri útsjónd í dag. Allan Korsager Davidsen, myndamaður, vísti leygarkvøldið hvussu tað ber til at broyta myndir, og snøgt sagt gera fólk vakrari, longri, klænri o.s.fr. við tí røttu útgerðini. Allan fekk til uppgávu at broyta vertirnir í sendingini so nógv sum gjørligt, og á Facebook síðuni hjá Ghetto Kvøld ber til at síggja úrslitið Teir yvir 200 gestirnir gjørdist ikki sørt bilsnir, tá ið Anna Faroe, Jenny Old og Svanna Hentze í Gong stillaðu seg uppá hvør sítt borð, og sungu lagið Free Your Mind hjá bólkinum En Vogue. So við og við komu fleiri kórdamur og dansarar aftrat songkvinnunum, og hóast øll byrjaðu at dansa ella at syngja millum áskoðararnir, so endaðu tey øll uppi á pallinum. Seinni í vikuni verða videoupptøkur av hesum lagdar á Facebook síðuna hjá Ghetto Kvøld. Tað vóru Linda Andrews og Diana Hansen, sum stóðu á odda fyri tað sokallaða FlashMobbi Viktoria Vode, Rógvi Nybo og Marita Dalsgaard skiftu orð um tey ymsu idealini, sum eru í samfelagnum í dag. Eitt nú kjakaðust tey um hvørt akademikarin er meira virdur í dagsins samfelag, enn flakakvinnan er. Har gjørdist niðurstøðan, at øll eru líka nógv vird, men fólk flest hava størri virðing fyri akademikaranum, tí tey hava eina longri útbúgving. Tey vístu á, at søguliga sæð vóru lærarar og prestar sæddir sum teir hægsti í bygdini, tí teir høvdu eina útbúgving, og tað var nakað, sum meirilutin tá ikki hevði. Í dag er støðan tann sama, men virðingin er nú fyri akademikaranum, sum hevur fingið sær eina langa útbúgving, hvørt meirilutin í dag ikki hevur Anna Faroe var bert 18 ár, tá ið hon flutti til Danmarkar, og luttók í X-Factor. Hon gjørdist ein almennur persónur, men í langa tíð vildi hon ikki siga fyri almenninginum í Danmark, at hon var eitt Jehova Vitni. Hon vildi ikki, at fólk skuldu døma hana uppá tað. Síðani hevur hon funnið útav, at fólk hava tikið væl ímóti henni tá hon hevur verið erlig, og greitt frá sínari trúgv Stuðla sendingini hava BankNordik, Elektron og Atlantic Airways Rógvi Absalonsen, sosiologur greiddi frá, at ideal av ymsum slagi eru grundarlag undir øllum broytingum. Bara tann, sum liggur allan dagin á sofuni og ikki leggur í nakað, kann liva uttan ideal. Og á Facebook fara vit langt fyri at liva upp til idealini - ein trendur er t.d. at fara til professionellan fotograf fyri at taka eina profilmynd Myndir: Rebekka Rafael