Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eydna Skaale Hon hevur verið tjúkri enn vinkonurnar tað mesta av lívi­num. Men fyri trimum ár­um síðani fór hon undir at klænka. Leygarkvøldið greid­ di Anna frá, at tað alt byrjaði ein dagin, tá hon fór uppá vekt­ina. - Eg hevði tá tapt meg eitt sind­ur, og var glað um tað, so eg fór uppá vektina. Men eg fekk sjokk, tí eg vigaði heili 110 kg. Eg hugsaði. at eg mátti gera okkurt, tí eg vildi kunna fylgja við mínum vinkonum og eg vildi hava eitt lív uttan allar tær fylgisjúkurnar sum koma av at vera yvirvektig. Anna sigur, at hon altíð hevði billað sær inn, at hon hevði tað fínt við sínum kroppi, og at tað er tað inn­ ara, sum telur. - Tað er jú tað, sum vit so ofta siga og billa okkum inn. Men tað er bara ikki allur sann­leik­in. Tú hevur longst bein! Sum dømi uppá hvussu henn­ara vekt kom til sjóndar í samskiftium við onnur, nevn­ir hon, at tá tey skuldu onku­staðni í bili, so var ofta ein setningur, sum gekk aftur. - »Set tú teg bara framm­ an, Anna, tí tú hevur longst bein«. Sum um eg ikki visti av, at tey villdu hava meg at sita framman, tí at eg vigaði 115 kg! Eg dugdi væl at lesa ímill­um linjurnar, men hvat skal man siga? - Eg havi altíð verið tann tjú­kka, og eg havi altíð verið uttan­fyri, tá tað kemur til útsjónd. Bæði ímillum vin­ konur­nar og í familjuni. Og nú var tað bara nokk! Men Anna steðgar ikki nú, hóast hon hevur mist yvir 35 kg. Hon stillar nevniliga upp til eina bikinikapping í sep­ tem­ber. Men er tað ikki at fara frá einum ekstremi til ein annan? - Jú, tað er tað. Men eg havi altíð verið ekstr­em. Og tað er eitt gott mál at hava. Og mær dám­ar væl tann mátan tað ber til at for­ma kropp­in við venjingini. Krop­ p­ur­in er eitt sind­ur sum mo­ del­ler­voks, og eg hal­di tað vera spen­n­an­d­i, greið­ir Anna frá. Hon dylir ikki fyri, at hon ofta hevur havt hug at geva upp á vegnum, men mo­tiva­ tiónin drívur hana fram móti máli­num. Munur á reaktiónum Anna nýtir Facebook til at motivera seg sjálva - og vón­ an­di kann hon eisini mo­ti­ vera onnur. - Tá eg seti mær mál og sigi tey fyri øllum heiminum, so fangar borðið. Summi skriva til mín og siga, at tað rak­ar ikki tey, hvat eg eti ella hvussu nógv eg venji, og summi siga, at eg fari ov langt - men erlig talt! Hava tey ein trupulleika við tí, so kun­nu tey bara sletta meg sum vin. Tí Anna hevur tørv á mo­ ti­va­t­ión­ini. Hon sigur, at tað nevni­liga eisini eru fólk, sum royna at freista hana til at "detta útí" aftur. - Tað er meiri enn so kom­ ið fyri, at fólk vifta við góð­ gæti frammanfyri mær og spyrja meg, um eg mungi. Eg svari bara, at tey høvdu aldri veittra við eini ølfløsku, um eg var alkoholikari. Og tað er næst­an tað sama, tí eg hevði jú eina misnýtlsu av mati, og eg hevði nokk eitt slag av etingar­ólagi. - Tað er absolutt ein mun­ ur á, hvussu fólk reagera við­víkja­n­di mær nú - og so tá eg var tjúkkri. Fyrr fluttu tey seg fyri mær, so eg skuldi sleppa at sita, og nú er tað eing­in sum tosar um »hasa tjúkku« - tað kom meiri enn so fyri fyrr. Hóast flestu okkara hava eitt ideal um, at øll eru eins góð, óansæð kropsskap, so kann Anna punktera pá­ stand­in um, at tað bara er tað inn­ara, sum telir. - Tað er kanska eitt sindur hart at siga tað bart út,men jú, eg merki væl, at tað tað verð­ur munur gjørdur á tjúkk­um og klønum fólkum. Vit gera mun á tjúkkum og klønum Eydna Skaale - Eydnafastir, segði eitt av mín­um beiggjabørnum hen­da dagin, - Veist tú hvussu snedigt tað er? Tá eg sovni - tá vakna mínir dreym­ar. Men tá eg vakni - tá sovna mínir dreymar. - Ja, hugsaði eydna fast­ir - Tað er sørinme sned­igt. Og tað er eisini eitt sindur syndarligt. Tí uttan at siga nakað, hugs­aði eg eisini: - Bíða bara til tú verður vaksin, tí tá verður tað nógv verri. Tí vaksin fólk - ábyrd­ a­rfull vaksin fólk - tey droyma ikki. Tey seta sær mál, ideal og arbeiða hart fyri at náa teimum. Tey vita, at lívið er ikki ein dansur á rós­ um,. Droymararnir, tað eru sórni pjákut, hálv­dov­ in fólk, sum ikki hava skilt hvat tað heila snýr seg um. Tey eru óseriøs. Hendan hugsanin ger, at tá ið nú dreymar sting­ast uppá okkum - ja, so royna vit ofta við for­ nufti­num at køva teir aft­ ur. »Eg tori ikki«, »Tað ber jú ikki til«, »Tað letur seg ikki gera allíkavæl« ella »Tað er ikki serliga for­ nuft­igt«. Og áðrenn vit hava umrátt okkum, so svev­u­r dreymurin aftur.. Men eru tað veruliga droym­ar­arnir, sum hava mis­skilt tað heila? Eg veit um fleiri dømi av fólkum, sum hava torað at staðið við sínar dreymar. Ein segði tað fyri allari verð­ini. »I have a dream«, segði hann, og hann broyt­ti heimin. Viðagitni amerikanski rit­høvundurin TS Ellitott segði tað soleiðis: »Allir menn droyma - men ikki á sama hátt. Teir, sum droyma um nátt­ina - í støvutu króku­num í sinni teirra - vakna um morgunin og síggja, at tað var fáfongd. Men droym­ ar­arnir av degnum eru vanda­miklir menn, tí teir kunnu fylgja dreyminum við opnum eygum - og gera hann til veruleika.« Tað er her fram­burð­ urin er, tað er her broyt­ ingin er fjald. Tað byrjar alt við einum dreymi. So um tú eina løtu set­ur lán, útbúgving og ideal til síðis og vakir tín dreym, meðan tú eisini ert vakin - hvat hevur hann so at siga tær? Hvat droym­ir tú um? Ghetto Kvøld Endaklumma Anna Elinborgardóttir Berg hevur seinastu árini arbeitt hart fyri at náa sínum kropsideali. Hon hevur nú mist 35,2 kg tilsamans, og hon kann staðfesta, at hóast tað kann sýnast hart at siga tað, so er tað veruliga munur á, hvussu vit fara við tjúkkum og klønum fólki. Anna Elinborgardóttir Berg hevur arbeitt hart framímóti at náa útsjóndsidealinum. Hon hevur mist 35,2 kg og merkir væl, at vit gera mun á tjúkkum og klønum fólkum, hóast vit kanska ikki vilja viðganga tað LEYGARKVØLDS FRÍSK, FREK OG FESTLIG SENDING ÚR KEYPMANNAHAVN LIVESHOW