mánadagur 15. apríl 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað skal vera meira enn ein
íbúð. Meira enn bara eitt
stað, har fólk búgva. Tað er
málsetningurin hjá Bústaðir,
sum nú hevur fingið fleiri av
landsins arkitektum at geva
sítt boð uppá, hvussu ein
nýggjur býlingur við leigu
íbúðum kann byggjast á øki
num Oman Mattalág í Havn.
Tríggir arkitektar fingu
hvør sín bita av heiðurinum,
tá Bústaðir almannakunn
gjørdi úrslitið av hugskots
kappingini um økið Oman
Mattalág.
MAP-arkitektar koma at
standa fyri høvuðsarbeið
inum. Teirra høvuðsætlan
varð mett at vera tann
besta. Men arkitekturin Ás
bjørn Jacobsen eigur besta
hugskotið til samansettar
íbúðarbýlingar, og tí verður
tað hansara hugskot, sum skal
setast inn í heildarætlanina
hjá MAP. Byggjast skulu tvey
íbúðarhús við átta smærri
íbúðum í hvørjum.
Fyri at skapa trivnað
í býlinginum vil Bústaðir
hava eitt felagshús. Og her
er tað arkitekturin Ragnar
Zachariassen frá fyritøkuni
Zeta, ið eigur besta hugskotið.
Tí verður tað hansara hug
skot, ið verður sett inn í
heildarætlanina.
Laga til
Hóast bestu hugskotini eru
funnin, so merkir tað ikki,
at spakin kann setast í. Tí
fleiri tillagingar skulu gerast,
áðrenn heildin er soleiðis,
sum Bústaðir ynskir hana
at vera. Tí ber í dag heldur
ikki til at siga neyvt, hvussu
nógvar íbúðir talan verður
um at byggja, tá avtornar.
– Nei, tað er ov tíðliga at
siga enn. Men talan er um
30 til 35 íbúðir, sum vera úr
umleið 18 fermetrum upp
í umleið 90 fermetrar til
støddar, sigur Bogi Jacob
sen, tekniskur leiðari hjá Bú
støðum. Talan er um tvær
langar lonir við størri íbúð
um, umframt tvær smærri
eindir við smærri íbúðum.
Næsta
stigið
er
sum
nevnt at samankóka trý
tey bestu hugskotini í eina
samanhangandi eind.
Prísurin
Bústaðir setti sær sum mál,
at fermetraprísurin at byggja
skuldi ikki upp um 15.000
krónur. Tað er tó ógreitt, um
prísurin heldur sær niðanfyri
hetta loftið.
Afturat fermetraprísinum
koma útreiðslur til byggi
búning í breiðari merking,
útreiðslur til felagshús, fe
lagsøki og so framvegis. Men
hóast bestu hugskotini eru
vald út og nú liggja á borð
inum, so torir Bústaðir enn
ikki at seta prís á.
– Nei, tú fært meg ikki
ta seta tøl á enn, sigur Bogi
Jacobsen.
Tí er framvegis ógreitt,
hvat tað fer at kosta at leiga
eina íbúð Oman Mattalág, tað
veri seg eina størri íbúð fyri
familjuna ella kollegiuíbúð
fyri tann lesandi.
– Men tað er greitt, at
býlingurin má hvíla í sær
sjálvum fíggjarliga. Og tí
skal
húsaleigan
avspegla
byggikostnaðin, sigur Bogi
Jacobsen.
Bústaðir arbeiðir vanliga
út frá tummilfingurregluni,
ið sigur, at tað kostar 500
krónur í húsaleigu fyri hvørj
ar 100.000 krónur, ið tað
kostar at byggja. So kostar
tað eina millión at byggja
eina íbúð, er leigan 5000
krónur um mánaðin.
Bústaðir
fíggjar
sjálvt
íbúðarætlanina Oman Matta
lág.
18 mánaðir
Bogi Jacobsen roknar við, at
tað kann taka millum seks
vikur og tríggjar mánaðir at
fáa broytt byggisamtyktina
fyri økið og fáa onnur for
mell viðurskifti uppá pláss.
Hetta tíðarskeið ætla tey hjá
Bústøðum at brúka til at gera
økið byggibúgvið.
– Vit vóna at sleppa í
gongd skjótt, og eftir ætlan
skal býlingurin standa liðug
ur um 18 mánaðir, sigur Bogi
Jacobsen.
Fyri Bústaðir er talan er
um eina stóra verkætlan, ið
skal brúta upp úr nýggjum og
slóða fyri framtíðar, alterna
tivari bygging í Føroyum.
– Vit ynskja at byggja ein
býling, har vit skapa nøkur
virði og trivnað í økinum.
Yvirskipaða málið er at skipa
fyri, at allir føroyingar fáa
ein virðiligan og hóskandi
bústað, og henda verkætlanin
er eitt stig í somáta, sigur
Bogi
Jacobsen,
tekniskur
leiðari hjá Bústøðum.
Skulu skapa trivnað
Oman Mattalág
- Vit vilja skapa ein spennandi býling við góðum trivnaði. Tað sigur tekniski leiðarin hjá Bústøðum,
sum sigur seg hava fingið tað besta frá trimum arkitektum at arbeiða víðari við