Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Torkil er ein av mínum elstu og bestu vinmonnum. Hann er hetta framvegis í mínum høvdi. Men satt er tað, at hann er deyður. “Only the good die young” siga bretar onkuntíð, og soleiðis eitur ein sangur hjá Iron Maiden, sum eg og Torkil hava lurta so nógv eftir og spælt so nógv á guitar. “Eg og Torkil”, ja handan setningin kann eg brúka um sera nógv. Hóast Torkil ikki kom í okkara flokk í Komm­ unuskúlanum fyrr enn í 4. flokki, so náddi hann at hava sera stóra ávirkan á bæði meg og flokkin sum heild. Torkil við sínum ágrýtni, áhaldni, humor, góða smakki, góðu evnum innan mangt og hvat og sínum góðu persónligu egin­leikum. Í byrjanini, altso í 4. flokki, vóru vit samdir í, at Duran Duran var besti tón­leika­ bólkur, og Torkil var onk­ ursvegna oddamaður fyri ‘Duran Duran-bólkin’ í okk­ ara flokki, meðan Tummas var oddamaður fyri Wham- bólkin, ella var tað Modern Talking? Eg haldi, at longu her sást, at Torkil var meira til rock-tónleik enn til tann meira reindyrkaða popp- tón­leikin. Ikki nógv seinni hevði hann eina T-shirt, har tað stóð “Death Before Disco” á. Hesa T-shirt var hann sera glaður fyri, og eg helt hana eisini vera sera kula. Um hetta mundið vóru vit eisini farnir frá Duran Duran til nak­að væl harðari rock. (Ann­ ars kann eg eisini nevna, men bara í klombrum, at vit báðir ta einu tíðina vóru sera upp­ tiknir av break dance, sum faktiskt var tað fyrsta sum knýtti okkum saman.) Hóast eg og Torkil altíð vóru bestu vinmenn, so vóru vit eisini stórir kappingar­ neytar, men ikki altíð so týði­ l­iga. Tað byrjaði við break dance, har vit kappaðust, síð­an vóru vit báðir góðir til rokning, har tað eisini var ein ávís kapping okkara millum, um hvør fekk bestan karakter. Tá spurnarkappingar vóru, vóru vit sera ivrigir at gita mest rætt. Báðir spældu vit borð­tennis við Fram á B-liði­ num, har vit skiftust um at vera bestir. (Altíð vóru Berg­ ur, Martin, Jan og Tummas ov góðir til at lata meg og Torkil koma á A-liðið!) Eg fór at spæla guitar, og so fór Torkil eisini, og har var eisini nakað av kappingarelementi at byrja við, men eg mátti ásanna, at Torkil sera skjótt yvir­hálaði meg í guitarspæli. Guitarspælið er helst tað flest minnast Torkil fyri. Hetta dugdi hann eisini stak væl, hóast vit Panic’arar og aðrir fyrstu árini ofta ivað­ ust í, um hann fór at gerast veru­liga góður, tí hann var so ógvusligur. Hann sleit altíð streingir, og var ikki júst meistarin, tá tað kom til “feeling”. Hann var í øll­um hann gjørdi rættiliga ógvus­ ligur. Væl gjørdur, ágrýtin, sera arbeiðssamur, men ofta nakað ivrigur. Hann vildi duga tær mest torføru og fan­tast­isku guitarsolo’irnar, og hann lærdi seg tær – og dugdi tær, men til tíðir ikki við so góðum “feeling”. Hetta bleiv tó nógv betur við tíðini. Nú minnist eg best hans­ara guitarførleikar frá Panic-tíðini, og hann bleiv væl betur eftir tað. Hann bleiv faktiskt sum áður sagt sera dugnaligur og í so máta hevur hann ríkað tón­leikin hjá McHár, Malan Eyðuns­ dóttir o.ø. Ikki minst er Trónd­ur Bogason ein, sum Tork­il hevur samstarvað nógv við í tón­leika­høpi. Hóast Torkil mest spældi guitar og tónleik hjá øðr­ um, so vil eg líka minna á, at hann gjørdi 2 løg, tá vit spældu í Panic. Hesir kall­ aði hann “Minefield” og “En­slaved”, og teir vóru sera spenn­andi sangir, sum vóru íblástir av Metallica, Mega Deth, Annihilator o.ø. sum var nógv frammi innan tung­málm í byrjanini av 1990unum. Vit framførdu bæði løgini á konsertum, men helst eru tey hálvavegna gloymd. Sjálvur minnist eg best riff’ið í byrjanini av “Minefield”, sum var rættiliga feitt og minti um okkurt hjá Metallica, “Orion” ella “Seek and Destroy” t.d. Nógv hevur hesin fan­ tastiski vinur givið mær og øðrum. Vit hava sum sagt gjørt so nógv saman, at eg kundi skrivað bøkur um tað. Apropos tað, at hann var so ivrigur, so kann eg siga, at hann hevði lyndi til at gerast fyrri ella fremri enn eg. Vit blivu pápar fyrstu ferð sama summar, í 2000. Men sjálvandi var hann fyrri. Ragnheiður var fødd í juni, meðan Bjørk hjá mær var fødd í august. Hann var eisin fyrri útbúgvin enn eg, fyrr studentur, fór úr fólkaskúlanum áðrenn eg, var føddur áðrenn eg – ja og nú doyði hann eisini fyrr. Ofta hava vit tosað um religión og tað sum hartil hoyrir, har vit vóru á bylgjulongd hóast nokk so ósamdir. Spurningin um, havt hendir eftir deyðan fær hann so svar uppá áðr­ enn eg eisini. Torkil stakkalin, tú bleivst “enslaved” av tínari ræðuligu sjúku, tínum “minefield”, sum tú ikki kundi sleppa burturúr. Eg vóni tú hevur tað gott, har tú ert í dag og hevur verið síð­ani lagnudagin 4. apríl. Eitt annað stórt menniskja doyði somuleiðis 4. apríl. Hes­in var Martin Luther King, sum eins og tú Torkil var ein íblástur fyri øll. Í so máta kann tín deyðsdato sigast at vera hóskandi, men í minsta lagi eina hálva øld ov tíðliga. Tað var váttandi og rør­ andi at síggja øll tey góðu fólk­ini, sum Torkil kendi til jarðarferðina. Veðrið var eisini við okkum og Torkili. Tað var ein sera virðilig løta, har Ragnheiður so fitt spældi so vakurt á klaverið, og Trónd­ur somuleiðis. Millum onnur løg spældi Tróndur “One” hjá Metallica. Tað ljóð­aði avbera gott og rørdi meg í sálina. Tann sangurin minnir meg so nógv um Torkil, okkara Panic-tíð og teks­t­urin í sanginum hevur fleiri setningar, sum eg kann ímynda mær hóska alt ov væl til Torkilsa seinastu tankar. Vinaliga, Gunnar, vinurin nøvn Til minnis um Torkil Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, ið gleddu meg á 75 ára føðingardegnum 14. november 2012. Takk fyri vitjanir, gávur, blómur, kort og telefonprát. Takk til kórið, sum sang so vakurt fyri mær, eisini takk til tykkum mongu, sum komu við øllum góðum til borðhaldið. Ein serlig heilsan fer til børnini við familju, sum gjørdu sítt til, at dagurin eydnaðist so væl. Harrin signi tykkum øll. Kærar heilsanir Gretha Lassen í Vági www.sosialurin.fo • www.sosialurin.fo • www.sosialurin.fo