Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi H var høvdu vit verið uttan góðar per­ són­ligheitir í ítróttarheiminum? Í dag skulu øll vera líka. Ongin má nakrantíð tapa og øll skulu sleppa at spæla við. Tú skalt ikki verða keddur um tú nú skuldi tapt. Fyri alt í verðini mást tú ikki verða ov glaður um tú vinnur, tí so verður tann sum tapti keddur. Ein dyst í senn og alt kann henda. Bólturin er jú rundur og tað eru ellivu mans á hvørjum liðið og trúgv tí ella ei, so byrja allir dystirnir við støðuni 0-0. Og ikki dribbla ov nógv, tí hini børnini skulu eisini hava bóltin. Og heldur tú teg vera nakað, so skal tú gott nokk til at halda umaftur. Soleiðis kenna vit samfelagið í dag. Og nú skal fótbólturin eisini í hetta jarntakið, sum ikki loyvir nøkrum øðrum enn tí sum er mainstream. Nei takk! So vil eg heldur hava menn sum Paolo Di Canio og Kára Reynheim. Italiumaðurin, Paolo Di Canio er nýggjur venjari hjá Sunderland, sum spælir í Premier League. Hann er eitt nummar fyri seg og fjølmiðlarnir elska at endavenda øllum sum hann ger og sigur. Sunnudagin stóð hann á odda fyri Sunderland í grannauppgerðini móti Newcastle. Sunderland hevur havt eitt vánaligt kappingarár, men við nýggjum íblástri bar alt til. 3-0 til Sunderland og Paolo Di Canio dansaði og hoppaði á síðulinjuni. Ein maður við kenslunum uttaná og torir at vera øðrvísi. Ella rættari sagt, hann torir at vera tað hann er. Veist tú ikki hvør Paolo Di Canio er, ella var sum spælari, so er ein rundtúrur á Youtube avgjørt verdur at royna. Heldur tú hann hevði lært hasi tingini í einum pedagogiskum fótbóltsuppvøkstri? Neyvan! So til Kára Reynheim. At kalla hvørja ferð eg eri í einum selskapi har tosa verður um stuttligar søgur úr føroysku fótbóltsverðini, so er onkur góð søga um Kára Reynheim. Altíð! Uttan Kára Reynheim hevði føroyskur fótbóltur verið fátakari. Tað verða ikki gjørdir menn í hansara kalibri longur. Tað er ikki pláss fyri teimum. Also halda tit at Lionel Messi og Diego Maradona spældu bóltin til hini børnini? Nei, ha? Tað gjørdi Kári Reynheim heldur ikki – sum skilst. Tað er ein orsøk, at fótbóltur er so væl dámdur kring allan heimin. Tað er her at tað er loyvi at vera øðrvísi og júst sum í natúrini, so eru tað tey sterk­astu, ið yvirliva. Tað er gleði, sorg og øði – sterkar kenslur. Deiligt at Sunderland vísur Paolo Di Canio álit og ikki lutar eftir politisku korektheitini, sum herskar í samfelagnum í dag. Fleiri persónligheitir! Takk havi lov fyri Paolo Di Canio, Kára Reynheim og persónligheitium www.hb.fo: Sigurin var sum so einki at seta fingurin á, og kanska kundu vit fingið okkurt málið afturat. Líkamikið, vit eru víðari www.ab.fo: Sjálvt um hetta endaði við einum tapi, so vænti eg at AB venjarin kann brúka hetta í tilrættaleggingunum til dystin ímóti NSÍ. www.b36.fo: Hetta var tað seinasta vit sóu til Súna Olsen, tí fimm minuttir seinni fekk hann beinleiðis reytt kort eftir eina vitleysa takkling við tveimum beinum á Kaj Leo í Bartalsstovu. www.vikingur.fo: Aftaná avbukingina seinast ímóti B36 í gundadali, var tað við spenningi at Víkinga fjepparnir fóru til havnar at vita um okkara menn høvdu lært nakað síðan seinast. www.b68.fo: Atli Danielsen fór um koll, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki til KÍ. Sum undirritaði dugdi at síggja tað, datt hann heldur lætt, men dømt varð. www.nordlysid.fo: Men tá so umleið hálvur tími var spældur, so fekk KÍ brotsspark, ið sá nakað bíligt út, tá Atli Danielsen fór um koll. www.hvannrok.fo: Tá ið vit tosa um »klassamun« í hondbólti, tosa vit um minst helvtar mun, og í fyrra hálvleiki var klassamunur millum kvinnuliðini hjá Neistanum og VB, tí Neistin vann fyrra hálv 15-5. Heimasíðurnar skriva: Ítróttar klumman Tróndur Arge Tróndur Arge Í kappingini var stórur spenn­ ingur um hvør mundi fara við bestu plaseringunum. Fleiri royndu at taka oddin, men kappingin var gróthørð til teir seks fremstu súkklaðu seg leysar frá hinum og kapp­ aðust um at koma fyrstir um mál­linjuna. Bogi Kristiansen vann kapp­ingina. Hann kom á mál tvey sekund áðrenn Gunnar Dahl Olsen, sum var eitt sekund frammanfyri Gudmund Joensen. Síðani vóru 52 sekund til Helga Winther Olsen og Jóanis Albert Nielsen, sum aftur vórðu 15 sekund frammanfyri Dáva Magnussen. Teinurin var Hósvík – Saksun – Hósvík – Saksun og aftur til Hósvíkar, íalt 70 km. Úrslitini gjørdust: 1. Bogi Kristiansen . . . . . 1.46.28.32 2. Gunnar Dahl Olsen . . . 1.46.30.70 3. Gudmundur Joensen . . 1.46.31.51 4. Helgi Winther Olsen . . 1.47.23.11 5. Jóanis Albert Nielsen . 1.47.23.57 6. Dávur Magnussen . . . . 1.47.38.48 7. Rógvi Grønlund Larsen . . . 1.52.36 8. Sverri Mohr Edvinsson . . . 1.52.21 9. Súsanna S. Sørensen . . . . 1.55.11 10. Tummas Óli E. Olsen . . . 2.16.03 11. Kjartan Egholm . . . . . . . . . . . . DNF Gudmund vann einkultstartin Sunnudagin var einkult­ startur. 10 súkklarar vóru við, átta menn og tvær kvinnur. Teinurin var úr Miðvági á Flog­vøllin og aftur til Mið­ vágs tvær ferðir. Í alt 21 km. Ikki óvæntað vann Gud­ mundur Joensen kappingina, men yngsti avbjóðarin, Jóanis Albert Nielsen, gav Gud­mundi skarpan gang. Mun­urin gjørdist 25 sekund. Úrslitið av kappingini í Vágum: 1. Gudmundur Joensen . . . . . . . 30.50 2. Jóanis Albert Nielsen . . . . . . 31.15 3. Gunnar Dahl Olsen . . . . . . . . 32.35 4. Sverri M. Edvinsson . . . . . . . 33.34 5. Súsanna Skylv Sørensen . . . 36.29 6. Dávur Magnussen . . . . . . . . . 36.32 7. Kári Simonsen . . . . . . . . . . . . 39.27 8. Tummas Óli E. Olsen . . . . . . . 39.31 9. Rógvi Grønlund Larsen . . . . . 41.15 10. Elsa Berg . . . . . . . . . . . . . . . 42.53 Bogi Kristiansen vann spennandi súkklukappingina Bogi Kristiansen vann um vikuskiftið 70 km teinin í stórari kapping frá Gunnari Dahl Olsen, Gudmundi Joensen, Helga Winther Olsen, Jóanis Albert Nielsen og Dáva Magnussen Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Uni Holm Johannesen Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen Bogi Kristiansen