mánadagur 15. apríl 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
hondbóltur atlantic airways deildin
Altavgerandi dysturin Dysturin í Hoyvíkshøllini leygardagin klokkan 16,
tá menninir hjá H71 og VÍF møtast, verður sum ein altavgerandi finala, og
fáur man heldur ivast í, at áhugin verður hareftir. Endar dysturin við javnleiki,
sum nokk eingin torir at kalkulera við í hondbólti, er H71 í finaluni ímóti KÍF,
og annars er tað vinnarin, H71 ella VÍF, sum vinnur seg í finaluna.
Hilmar Jan Hansen
Hóast kollfirðingar fyri lang
ari tíð síðani hava vunnið
seg í FM-finaluna, eru teir
ikki sovnaðir. Tað gekk sjón
fyri søgn í gjár, tá teir vunnu
á Neistanum, ið enn eina
ferð fekk víst, at liðið er eitt
spennandi framtíðarlið, sum
heilt skjótt kann gera meira,
enn bara at arga hini við
hvørt.
KÍF brúkti sjálvandi dyst
in til eitt og annað, og Jakob
Jónsson er fullgreiður yvir,
at tað er nú, hann kann
spæla sær við hugskotini,
tí tá finalurnar byrja, er tað
ikki bara spæl meira. Tá skal
hann vita o vera vísur í, at
hann ger nakað, ið hann
kann brúka.
Sum so ofta, so var nokk
so nógv ferð á kollfirðingum,
ið nokk ikki duga at taka tað
heilt róligt, men hóast teir
ikki slappaðu av, var Neistin
alla tíðina við og royndi at
pressa og hanga í. Tað bar
tó ikki á mál hjá teimum
bláu, tí høvdu teir hug at
nærkast, brúkti KÍF sítt
kanska sterkasta vápn, sum
er skjótálopið, og tá kláraði
Neistin ikki at fylgja við.
Men talan var um ein
livandi dyst við rímiliga nógv
um málum og undirhaldi, har
tað sást, at KÍF er við at vera
til reiðar til FM-finalurnar.
Næsta mótstøðuliðið verður
Team Klaksvík, og tað verður
síðsti møguleikin at gera
royndir, tí eftir tað snýr tað
seg bara um at vinna FM og
einki annað.
hilmarjan@sosialurin.fo
Neistin - KÍF 27-31 (13-16)
Neistin: Jugoslav Djumic 8, Teitur Magnusson 7 (2), Herbjørn Lava 4, Terji
Mørk 3, Tórstein Balle 2, Sjúrður Thomassen 2, Andras Joensen 1
KÍF: Nicklas Selvig 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rógvi Weyhe 4, Rúni
Joensen 3, Andrias Nielsen 3, Regin Petersen 3, Poul Finnur Egholm 2, Jákup
Trygvason 2, Teitur Joensen 1, Tony Weyhe 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
KÍF er til reiðar
Eingin slingur var í hjá kollfirð
ingum, tá teir vitjaðu Neistan,
tí KÍF gjørdi tað, sum skuldi til,
og fekk roynt ymiskt, sum kann
koma til góðar í FM-finaluni
Atlantic Airways Deildin støðan
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
23
669
535
134
37
2 H71
23
617
552
65
31
3 VÍF
23
670
597
73
30
4 StÍF
24
598
570
28
25
5 Kyndil
23
596
595
1
23
6 Neistin
23
564
599
-35
16
7 Team Klaksvík
23
491
757
-266
0
Hilmar Jan Hansen
– Vit eru klárir at møta vest
menningum
leygardagin.
Vanliga plaga vit at hava
hampiliga gott tak á teimum,
og tá vit hittust í tilsvarandi
dysti í fjør, smurdu vit teir av.
Men í vetur hevur tað ikki
altíð verið so lætt at spælt
ímóti vestmenningum, men
vit fara eftir at vinna, tí tað
gera vit altíð.
Tað
sigur
Rúni
Vest
Højgaard, sum við sínum
12 málum royndist sannur
málslúkur hjá H71, tá liðið í
gjár hevði vitjan av StÍF, ið
ikki longur hevur tað stóra
at spæla fyri.
– Eg stúrdi áðrenn dystin
eitt sindur fyri, um vit fóru
at vera nóg konsentreraðir,
men tað vóru vit, so har var
einki at stúra fyri allíkavæl.
Og eg kann ikki siga annað,
enn at mær gekst væl, sigur
hann.
Munurin á liðunum var
tey trý málini, sum tað end
aði við, og sum eisini var
munurin tað mesta av seinna
hálvleiki, eftir at tað hevði
verið meira javnt fyri steðgin.
Ungu menninir í H71 vóru
grammari og skarpari, og at
teir høvdu meira at spæla fyri
enn mótstøðuliðið, munaði
kanska eisini eitt sindur.
– Vit vistu, at vit skuldu
hava bæði stigini, so vit í
øllum førum varðveittu okk
ara fyrimun í mun til VÍF, sig
ur Rúni, ið saman við Rógva
Sørensen fekk tey nógvu
málini hjá H71, sum ikki
hesaferð fekk so nógv burt
ur úr Bogdan Florea, ið bara
fekk tvey mál við brotskasti.
Strandingar royndu at
geva mótstøðu og tað var
eisini spennandi eina løtu
ímóti endanum, men tá av
tornaði, vísti H71 neyðugu
styrkina og vann uppiborið
og rímiliga sannførandi.
hilmarjan@sosialurin.fo
H71 - StÍF 30-27 (12-11)
H71: Rúni Vest Højgaard 12, Rógvi Sørensen 7 (1), Bogi G. Davidsen 4, Hans
Kári Hansen 3, Bogdan Florea 2 (2), Sigmundur Dahl 1, Tróndur Arge 1
StÍF: Sveinur Justinussen 9 (2), Marius Joensen 6, Allan Norðberg 4, Pætur
Joensen 3, Anfinnur Joensen 2, Jógvan G. Joensen 2, Fríði R. Djurhuus 1
Dómarar: Thomas Juul Thomsen & Karsten Joensen
H71 grammari
At hoyvíkingar høvdu meira at spæla fyri, hevði helst sín
týdning, tá teir í gjár sendi strandingar innaftur við ongum
Hoyvíkingar vóru bæði
grammari og skarpari, tá teir
tóku ímóti strandingum, og
nú verður bara bíðað eftir
stóra seinasta dystinum
undan eini møguligari FM-
finalu, sum verður ímóti VÍF
Myndir: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Heldur ikki í gjár eydn
aðist teimum í Team
Klaksvík at fáa eitt ella
tvey stig, sum hevur ver
ið málið í longri tíð, og nú
er tíðin við at ganga und
an. Men allíkavæl vóru
klaksvíkingar ikki bara
ónøgdir við dystin í Vest
manna:
– Tá hugsað verður
um, hvat VÍF hevði at
spæla fyri, so var tað ikki
so galið, at vit bara taptu
við fimm málum. Vit eru
í so smalir, tí nógvir hava
ikki gjørt nógv við hond
bólt og eru púra feskir í
hondbólti. Men stórt rós
til teir sum eru, men við
einum venjara og fáum
spælarum
aftrat,
so
hevði tað heilt vist blivið
spennandi,
heldur
ein
av spælarunum, Beinur
Heðinsson,
ið
avgjørt
ikki sá knústur út, hóast
tapið.
Team Klaksvík hevði
eisini sín heiður av dyst
inum, tí í næstan 20
minuttir fylgdu klaks
víkingarnir væl við vert
unum og vóru enntá tvær
ferðir á odda, áðrenn VÍF-
venjarin, Henrik Gerster,
hevði sæð nokk, tók time-
out og fekk vent dystinum
eftir fýra minuttum, tá
VÍF skoraði seks mál í fýra
minuttir, meðan Team
Klaksvík mestsum ikki
kláraði at svara aftur, og
harvið var dysturin í veru
leikanum avgjørdur.
– Tað sá kanska ikki so
gott út, at vit taptu seinna
hálvleik við tveimum mál
um og vunnu dystin við
bara fimm, men kanska
komandi dysturin ímóti
hoyvíkingum
spøkti
í
høvdinum, helt Agnar
Joensen, ið segði tað vera
mest umráðandi hjá teim
um at vinna dystin og
stigini, so teir kundu hava
nakað at spæla um, tá H71
stendur á skránni leygar
dagin.
– Vit valdu at royna
ymiskt, skifta nógv út og
geva teimum ungu møgu
leikan, og tað var bara
gott. Nú fara vit so eftir
at vinna á hoyvíkingum,
og vit ætla ikki, at tað
skal ganga sum í fjør, tá
alt tað sama stóð upp á
spæl, men vit longu eftir
25 minuttum vóru aftan
fyri við átta málum. Vit
hava alla virðing fyri unga
og óføra H71-liðnum, men
fara eftir at vinna á teim
um og sjálvir koma í final
una.
hilmarjan@sosialurin.fo
VÍF-Team Klaksvík 39-34 (21-14)
VÍF: Filiph Jojic 7, Hanus Christophersen 5, Andrias Eriksen 5, Joen Pauli
Høgnesen 5, Agnar Joensen 3, Regin Joensen 3, Magnus Müller 3, Rasmus
Juncker 2, Sjúrður Nielsen 2, Sjúrður Poulsen 2, Sámal Jákup Djurhuus 1,
Sámal Joensen 1
Team Klaksvík: Sámal Olsen á Tjaldrafløtti 10, Dánjal Kjærbo 9, Zarko
Pejovic 8 (3), Beinur Heðinsson 5, Rógvi Olsen á Tjaldrafløtti 1, Vilhelm
Vilhelmsen 1
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum
VÍF fekk stigini
Tað, sum umráddi hjá vest
menningum, var ikki at
gera nakað býtt, men at
vinna, og tað megnaði VÍF
í gjár, tá Team Klaksvík var
og vitjaði í Vestmanna