Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Miðskeiðis í seinna hálvleiki fara Súni Olsen, liðskipari hjá B36, og Kaj Leo Í Bartalsstovu hjá Víkingi, eftir sama bólti. Dómarin, Dagfinn Forná, hevði lagt somu linju, sum hevur verið løgt alt ár, har spæl­ararnir fáa loyvi at spæla. Tað er eitt sindur heitt á vøllinum hesa løtuna og fleiri ferðir skreiða spælarar eftir vøllinum í eini royna at vinna bóltin. Tað er eisini til­ feldið hesa ferð. Súni Olsen er leysur upp frá við báðum beinunum strekt­um og dubbinum fremst. Frí­sparkssnillingurin rakar ikki bóltin, men sendir Kaj Leo í leysa luft. Lætti vongurin hjá Víkingi blívur sendur upp í loft og brest­ur niður í vøllin og blívur liggj­ andi. Dagfinn Forná hevur einki annað val enn at senda Súna Olsen av vøllinum við bein­leiðis reyðum korti. Súni Olsen mótmælti ikki, men tók róligur lið­ skipara­bandið av og gav tað víðari til Róald Jakobsen, og gekk av vøllinum. Hendingin lýsir eisini støðuna í B36, tí fáar minuttir undan hevði ein spælari hjá Víkingi eina harða takling, men tá valdi dómarin ikki at sekta, um­ framt at Súni Olsen hevði dundur­skot á tvørstongina. Í staðin fyri, at B36 javnaði, so endaði tað við útvísing og tapi. Lukasz Cieslewicz, Jákup á Borg og Adeshina Lawal eru skaddir, Gilli Sørensen er ikki heilt klárur, men spældi alíkavæl og nú fær Súni Olsen leikbann. B36 er í bólkinum, sum roynir at elta fýra tey fremstu lið­ini í landskappingini, men heldur skaðalistin fram at verða langur, og dystirnir blíva við at koppa til mót­ støð­una, so er vandi fyri at kapp­ingarárið hjá B36 verður mein­líkt tí í fjør. Víkingur omaná Víkingur kom á odda longu aftaná tríggjar minuttir, tá danski miðverjin hjá B36, Martin Pedersen, var óhepp­ in og beindi bóltin í egið mál eftir hornaspark. Umskipaða B36 liðið við fleiri ungum monn­um við frá byrjan hevði helst brúk fyri eini betri byrjan. B36 royndi at svara aftur, men hóast bæði Súni Olsen og Róaldur Jakobsen vóru eyð­sýndir í álopsspælinum, so spurdist einki burturúr. Í hinum endanum vísti Víkingur tekin upp á gott álopsspæl í fleiri førum. Spæl­ararnir kenna væl hvønn annan og spælið gong­ur skjótt. Mangan eru bakk­ar­nir, Bárður Hansen og Hanus Jacobsen við í álop­unum og so var eisini í Gunda­dali. Hvør í sínum lag áttu teir góð innlegg, sum tó ikki endaðu við mál. Tíggju minuttir fyri tíð bragdaði aftur hjá gestunum úr Gøtu og Leirvík. Tann nú nógv umstríddi Filip Djordjevic fór til stroks í høgru síðu og rak framvið fleiri. Komin inn á hálvuna hjá B36 sendir hann bóltin inn í brots­teigin, har Finnur Justinussen sleppur at venda sær og sendir bóltin framvið Tórð Thomsen og í mál til 2-0. Dramatikkur og hart spæl Í seinna hálvleiki legði B36 meiri fyri og royndi at trýsta. Tað nærmast árstalsfelagið kom hesa løtuna var dundur­ skotið hjá Súna Olsen, sum brast í tvørstongina. Rasmus Dan Sørensen, sum spældi í álopinum í gjár, varð fyrstur á returin, men úr stuttari fjar­ støðu megnaði hann ikki at H E S A V I K U N A fótbóltur løgmanssteypið Tórður Thomsen 3 Kundi illa gera nakað við málini hjá Víkingi. Royndi at dirigera og hevði onkrar bjargingar. Benjamin Heinesen 4 Ungi høgri bakkurin megnaði fleiri ferðir at vinna tvídystin móti Kaj Leo. Stríddist væl og smæddist als ikki, tá spælið bleiv hart. Martin Pedersen 3 Var óheppin og gjørdi sjálvmál, men spældi annars ein miðal dyst. Roynir at stýra og er altíð ágrýtin í verjuspælinum. Hørður Askham 3 Er vaksin við uppgávuni og ongin setur spurnartekin við hansara eyginleikar. Er sterkur í verjupartinum. Símun Joensen 3 Spældi fyri tað mesta á vinstra bakki, men var síðani fluttur fram í álopið. Spurnartekin kunnu seta við framtíðina sum áleypari, men avrikaði støðugt á bakkinum. Niels Joensen 3 Spældi á miðvøllinum og avrikið var miðal. Ger tað ein­falda, leggur nógvar metrar aftan­fyri seg og smæðist ikki í tví­dyst­ unum. Spældi væl í fyrra hávleiki. Súni Olsen 2 Spældi til eitt fýra ella fimm tal, men útvísingin telur nógv niður. Var sjónligur, gekk undan og hevði nøkur góð skot. Róaldur Jakobsen 4 Var besti maður hjá B36. Hevði fleiri góðar og snildar avleveringar, sum kundu og helst burdu givið mál. Var lykilin í uppspælinum. Høgni Midjord 2 Stríðist sum altíð, og er týdningar­mikil í press-spælinum, men kom ikki til innleggini, sum hann plagar. Gav í so máta ov lítið til álopsspælið til at fáa meir. Gilli Sørensen 2 Spældi yvir fyri góðum og skjótum bakkum, sum fyri tað mesta megnaðu at steðga hansara spæli. Megnaði ikki at seta sítt fingramerki á dystin. Rasmus Dan Sørensen 2 Spældi á óvandum plássi sum fremsti maður og tað kom til sjóndar, tá Róaldur spældi hann leysan í brotsteiginum, men megnaði ikki at venda rætt. Brendi eisini størsta mál­møgu­ leikan í dystinum, tá hann fylgdi upp skot frá Súna Olsen. Avrik: tøl 1 til 6Korthúsið hjá B36 rapar Árstalsfelagið fekk reyða kort í steypakappingini móti Víkingi og eri úti. B36 hevur stórar trupul­ leikar og vandi er at hetta kappingarárið eins og í fjør endar við einum vónbrotið. Steypa­ vinnararnir fingu hevnt 4-0 tapið í fyrr í ár Aftur gult kort til Hans Jørgen Tað einasta, sum var løgið við gula kortinum hjá Hans Jørgen Djurhuus hesa ferð var, at tað kom ikki fyrr en sjey minuttir fyri tíð. Hann trívist í leiklutinum sum uppruddari á verjukenda miðvøllinum. Korthúsið