mánadagur 15. apríl 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
raka málið, men skjeyt upp
um. Eitt sindur sigandi, so
varð Súni Olsen løtu seinni
útvístur.
Eftir
útvísingina
kom
faktist meiri lív í B36 spælar
arnar og meiri ferð kom á
dystin. Tað viðførdi eisini
fleiri nærdystir og taklingar.
Í løtum fór tað eisini for
langt, sum tað millum annað
gjørdi við taklingini hjá Súna
Olsen.
Øði kom fleiri ferðir í
menninar og tað var bara ein
spurningur um tíð, áðrenn
menn fóru til hendurs. Tá
øll nú eru so fegin um, at
dómararnir hava valt at
geva spælararunum rúm at
skumpa eitt sindur og vera
menn, so tað eitt sindur hug
stoytt, at menn ikki taka
ábyrgdina á seg og duga at
steðga áðrenn farið verður
um mark.
Tað er upp til spælararnar
at prógva fyri dómarunum,
at teir eru búnir nokk til at
taka ábyrgd fyri hvørjum
øðrum. Vit liva í dag í einum
samfelag, har tað altíð er
onkur, sum skal fortelja
okkum hvar markið er. Nú
gongur fótbólturin á odda
og gevur ábyrgdina aftur
til fólkið og spælararnar, so
tað hevði verið deiligt um
hendan royndin ikki bleiv
ein forspákari fyri at tað ikki
er ein gongd leið.
Móti endanum av dyst
inum
minkaði
innskiftið
Ámund Nolsøe um munin
fyri B36. Eftir hornaspark
endaði bólturin fyri føturnar
á unga manninum, sum
meddaði til og so var aftur
spenningur í.
Seinastu løtuna sendi B36
alt fólkið fram og hevði nøkur
hornaspørk, har millum ann
að Tórður Thomsen kom
framvið, men Víkingur kundi
tað sama farið í mótálop og
havt skorað fyri triðju ferð.
Korthúsið rablar
B36 byrjaði væl við einum
góðum javnleiki móti HB,
sum
árstalsfelagið
helst
skuldi havt vunnið, fyri
síðani at vinna 4-0 á Víkingi.
Í Klaksvík var B36 eisini
omaná, men tá tað sá bjart
ast út, beint eftir at Lukas
Cieslewicz hevði lagt B36
á odda í Klaksvík, kemur
ólukkan
–
Lukasz
gerst
skaddur í somu løtu hann
skorar.
B36 spælararnir liggja
sum
keylir
og
Mikkjal
Thomassen hevur ongan
møguleika at spæla eitt lið
saman. Í dystinum í gjár
spældi millum annað Rasmus
Dan Sørensen í álopinum.
Hann er ein ungur spælari,
sum ikki hevur sína styrki
sum fremsti maður, men
tunni hópurin tvingar B36
venjaran at flyta runt upp á
brikkarnar. Í seinna hálvleiki
var Símun Joensen sendur
fram sum fremsti maður.
Men tað eru eisini ljós
punkt at hóma. Ámund
Nolsøe kemur inn og skorar.
Hørður Askham spælir sum
ein
royndur
verjuskansi,
meðan Benjamin Heinesen
spældi ein fínan dyst á høgra
bakki og royndist væl móti
Kaj Leo Í Bartalsstovu.
Einki verður avgjørt longu
nú. B36 liggur á einum fimta
plássi í landskappingini og
tað eru bara trý stig upp til
fjórða plássi, men komandi
tveir
dystirnir
koma
at
verða
avgerandi
hvar
í
landskappingini B36 kemur
at kempa fyribils. Tað er
útidysturin móti 07 Vestur
og heimadysturin móti AB.
Klárar B36 at lappa týðandi
spælarar saman og fáa fult
stigatal móti uppflytarunum,
so er alt tos um enn eitt vána
ligt kappingarár fyribils lagt
á hillina.
Halda skaðarnir fram og
dystirnir koppa skeivan veg
er tó vandi fyri, at FM vinn
ararnir í 2011 annað árið á rað
koma at liggja í ongamanna
landi.
Víkingur
hevur
fingið
tamarhald á støðuni eftir
lemjandi 4-0 ósigurin í øðr
um umfari, og er eitt gott
boð upp á ein steypafinalist.
Liðið er í javnvág og Jógvan
Martin Olsen hevur funnið
eina loysn upp á miðvøllin,
sum fyribils sær út til at rigga
væl. So hjálpur tað eisini væl,
at Finnur Justinussen fram
vegis hevur hegnið at finna
málið.
trondur@sosialurin.fo
Símun Joensen í álopinum
Tað var ein sjálvsom sjón, tá B36 í seinna
hálvleiki sendi Símun Joensen fram í álopið.
Hann nokk alt annað enn framherji, men tað
sigur ikki so lítið um støðuna hjá B36 í løtuni.
Geza Turi 4
Hevði nakrar góðar bjargingar
og kundi lítið gera við málið hjá
B36. Kom væl út til onkra av
gjøgnumspælinum hjá Róaldi,
sum annars kundi enda við mál.
Bárður Hansen 4
Spældi sum altíð væl á høgra
bakkinum. Kom framvið í
álopunum og var stinnur í verju
partinum. Hevði okkurt gott
innlegg.
Atli Gregersen 4
Strýrimaðurin í verjuni hjá Víkingi
gjørdi tað hann skuldi. Hevði
onkra minni hepna avlevering,
men sum heild stóð miðverjin
seg væl.
Erling Jacobsen 4
Kom sum restin av verjuni væl frá
dystinum. Vísti styrki í ein móti
einum og í uppspælinum.
Hanus Jacobsen 4
Spældi eins og Bárður væl í bæði
í álopspartinum og í verjupart
inum. Er ein støðug hóttan í
álopspartinum og hevði bæði
innlegg og royndir á mál.
Hans Jørgen Djurhuus 4
Røkir uppgávuna sum skrelli
maður á miðvøllinum. Er ótrúliga
ágrýtin í verjustøðu og tað kosar
eitt gult kort pr dyst.
Heðin Hansen 3
Fordeilur bóltin væl og einfalt.
Slapp ongantíð til skot og bleiv
skiftur út í seinna hálvleiki.
Jann Ingi Petersen 3
Spældi i løtum til eitt fýra
tal, men hevði nakrar býttar
feilavleveringar. Er annars við at
finna seg til rættis á miðvøllinum
hjá Víkingi. Átti sín part í upp
spælinum til fleiri álop.
Kaj Leo Í Bartalsstovu 2
Megnaði ongantíð at seta seg
á dystin og skapa møguleikar.
Benjamin var væl upplagdur
og vann fleiri ferðir bóltin frá
honum. Toppaði ikki hesaferð.
Filip Djordjevic 4
Spældi væl og var sjónligur
við bóltinum. Legði upp til 2-0
málið. Kundi verið eitt boð upp á
besta spælaran á vøllinum. Mátti
av vøllinum við skaða í seinna
hálvleiki.
Finnur Justinussen 4
Er minni sjónligur í spælinum
enn hann var fyri nøkrum árinum
síðani, men fær eitt mál og er
fleiri ferðir á rætta stað. Gott
mál eisini.
Avrik: tøl 1 til 6
B36 við 10 monnum
Tað var hugaligt at síggja,
at spælararnir hjá B36
ikki góvu skarvin yvir, tá Súni Olsen
fekk reytt kort. Teir løgdu bara meiri
fyri og afturfyri fingu áskoðararnir
ein spennandi enda upp á dystin.
Býttligt hart spæl
Tað ber væl til at spæla hart og kontant
uttan at tað er blívur beinleiðis ónt.
Spælið var fleiri ferðir á markinum til
býttligt ónt hart spælt – óneyðugt.
Geza Turi
Atli Gregersen Erling Jacobsen
Bárður Hansen Hanus Jacobsen
Hans Jørgen Djurhuus ■
Heðin Hansen Jann Ingi Petersen
(André Olsen, 69.min ■)
Kaj Leo Í Bartalsstovu
Filip Djordjevic (Niclas Niclassen, 82.min)
(Hjartvard Hansen, 56.min)
Finnur Justinussen
Tórður Thomsen
Hørður Askham Martin Pedersen
Benjamin Heinesen ■ Símun Joensen
Súni Olsen ■ Niels Joensen
(Høgni Eysturoy, 58.min)
Høgni Midjord ■ Róaldur Jakobsen ■
Rasmus Dan Sørensen Gilli Sørensen
(Ámund Nolsøe, 58.min)
B36 - Víkingur 1-2 (0-2)
0-1 Sjálvmál, 3
0-2 Finnur Justinussen, 35
1-2 Ámund Nolsøe, 89
Dómari: Dagfinn Forná
Reytt
Súni Olsen fær beinleiðis
reytt kort ímóti fyrrverandi
liðfeløgunum úr Víkingi. Er
korthúsið hjá B36 við at rapa?
Myndir: Álvur Haraldsen