Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur løgmanssteypið Jóannes Hansen Tey vóru greiðir favorittar at spæla seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini, og tey megn­aðu øll at liva upp til tað, sum varð roknað við av teimum. Kappingin um løg­ mans­steypið kann fara at vísa seg at vera stuttur vegur út í Europa. Tað snýr seg um at vinna fjórðingsfinaluna, tvær hálvfinalur og so final­ una. KÍ, HB og EB/Streymur vóru stórfavorittar ímóti feløg­um í lægru deildunum, og hesi feløgini vunnu sann­ før­andi sigrar á útivøll. KÍ vann 3-0 á Svangaskarði, og HB vann 5-1 á Sandi. Í báð­ um førum var talan um mót­ støðu­lið í næstbestu deild­ ini, og í báðum førum var tað longu eftir 1. hálvleik meiri ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at verða, heldur enn um ávikavíst KÍ og HB fóru at vinna. Størsta mótstøðuliðið hjá klaksvíkingum var KÍ. Blað­unga og lokala B68 lið­ ið, har tað eru nógvir, sum ikki hava royndir úr bestu deildini, megnaðu í ein hálv­an tíma at halda tørn. Ungu toftamenninir kend­ ust vera ikki frítt fjálturs­ stungn­ir, men tað bilti ikki, tí favo­rittarnir vístu seg ikki hava tann íblásturin og at spæla við tí tyngd og tí skjótleika, sum KÍ hevur víst í landskappingini, og sum er ein av høvuðsorsøkunum til, at KÍ framvegis ikki er farið av vøllinum uttan úrtøku, og at KÍ er næstfremst í lands­ kapp­ingini. So var tað, at tveir av vete­ ranunum í deyð­bólts­støðum syrgdu fyri, at KÍ fór at hvíla seg við 2-0 leiðslu. Atli Danielsen sneiddi seg inn í brotsteigin, har hann fór um koll og sjálvur umsetti brots­ sparkið til mál, og Heðin á Lakjuni við drønfrísparki smekkaði bóltin í meskarnar aftan­fyri Ragnar Lindholm, sum nú verjir B68 málið. Øssur Hansen bant um í verjupartinum. Hansara menn løgdu serligan dent á verju­partin, og tá ið teir fram ímóti dystarenda dyrgdu eftir málmøguleika, vórðu teir sektaðir, tá ið Álvur F. Christiansen streyk avstað og stað­festi sigurin í skjótum mót­álopi. Eingin málslúkur HB vann 5-1 á Sandi. Tríggjar tær síðstu ferðirnar í lands­ kappingini hevur HB hildið tætt í verjuni. Á Sandi mink­ aði Páll Holm Jacobsen um munin til 4-1, tá ið tað rest­ aðu fýra minuttir, og HB spæl­ararnir vóru spentir í at sleppa á málskjúttaralistan. HB venjarin, Oddbjørn Joensen, ásannar, at størsti veik­leikin hjá hansara liði í ár er, at tað er so striltið at fáa mál. – Tølini siga, at tað gong­ ur ikki so væl við mál­skjót­ ingini. Átta mál í fimm lands­kappingardystum er ikki tað, sum plagar at líkj­ ast HB. Merkisvert er tað eisini, at fremstu menn­ inir higartil ikki hava skor­ að í landskappingini, vísir Oddbjørn Joensen á og sipar til Andrew av Fløtum, sum plagdi at vera støð­ ugur málskjútti og Bárð J. Heinesen, sum er komin úr KÍ, og sum teir í HB vóna kann verða málslúkurin, sum teir siga seg sakna. Í landskappingini eru mið­verjin Gunnar Haraldsen og Símun Samuelsen topp­ skjúttar – við tveimum mál­ um. Í gjár var Andrew av Fløtum ikki við. Bárður J. Heinesen var á vøllinum alla tíð­ina, og hnn skoraði eitt av mál­unum. Tvey mál vórðu skorað av meiri verjukendum spæl­arum – Magnus Egilsson og Jóhan Troest Davidsen – og so vístu brøðurnir Christian R. Mouritsen og Kristin R. Mouritsen, at teir telj­ast millum teir í HB, sum hava størst máltev. Men tað ber ikki til at siga, at nakar av HB spælarunum hevur máltev, sum er í nánd av tí, sum so mangir aðrir HB spæl­arar hava verið kendir fyri at hava, og sum tølini siga, at teir høvdu. Røðin er long! Óhepnir meistarar EB/Streymur vann 9-1. Talan var um avgreiðslusigur á nið­ ara vølli, har Giza/Hoyvík var mótstøðulið. Fokus hjá meistarunum var leygardagin meiri á, hvussu tað stendur til millum spæl­ararnar, ið ikki eru so nógvir, sum teir eru í fleiri av hin­um feløgunum. Arnbjørn Hansen og Brian Olsen eru liðbandsskaddir í knænum og verða ikki førir fyri at spæla næstu fimm vik­urnar, og leygardagin noydd­ist Marni Djurhuus at taka seg aftur stutt und­ an dystarbyrjan. Um vødda­ skaðín fer at halda honum frá at spæla sunnudagin, tá ið TB fer at vitja við Margáir er ikki greitt. Á positivu síðuni telur, at René Tórgarð leygardagin segði seg vera tøkan, eftir at hann í fleiri vikur hevði sitið vødda­skaddur uttanfyri. Hann fer at verja málið ímóti TB. Í Giza/Hoyvík søgdu tey und­an dystarbyrjan, at hetta var størsta avbjóðingin hjá felagnum nakrantíð. Vón­ir­ nar eru stórar um, at tað skal eydnast um ikki so langa tíð at røkka bestu deildini. 9-1 tapið var staðfesting av, at tað framvegis restar nógv í, áðrenn fjórða felagið í høvuðs­staðnum verður mill­ um tey bestu. Kristian heldur tætt NSÍ var favorittur á heima­ vølli ímóti TB, sum higartil í ár bara hevur vunnið eitt stig á útivølli – 1-1 ímóti B36. Um enn NSÍ ikki var so stórur favo­rittur sum omanfyri nevndu feløg, so var úrslitið, sum tað út frá uppgerðunum í landskappingini kundi rokn­ast við. Higartil í ár hevur TB tvær ferðir 90 minuttir pluss tað leysa roynt at fáa bólt­in framvið Kristiani Joensen í NSÍ málinum, men tað hevur ikki eydnast. Í lands­kapp­ ingardystinum við Stórá var úrslitið málleysur javnleikur, og í gjár vunnu Ábraham Løkin og hansara menn 2-0. NSÍ verjan hevur nú spælt tveir dystir á rað á heimavølli, uttan at tað hevur eydnast mótstøðuliðnum at skora. Fyri viku síðani vann NSÍ 1-0 í landskappingini ímóti B36. joannes@sosialurin.fo Stóru feløgini høvdu ikki trupulleikar við at tryggja sær pláss millum tey átta síðstu í kappingini, har europeisku atgongumerkini bara eru fýra dystir burtur Europa­ vegurin fram­vegis breiður