mánadagur 15. apríl 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Tað er so ymist, hvussu lívið
lagar seg hjá fólki.
Summi sleppa at spasera
gjøgnum lívið og møta fáum
ella smáum trupulleikum.
Men so eru tað, sum av
eini ella aðrari orsøk hava
møtt stórum trupulleikum
og tí ikki hava megnað at
fóta sær, sjálvt um tey fram
vegis hava dreymar.
Fimm slík fólk eru ramm
an í leikinum Myrkursins
børn, sum varð frumsýndur á
Tjóðpallinum leygarkvøldið.
Tey liva ikki júst tað
sunna lívið, men vitinum
bagir einki, og tey gera við
komandi viðmerkingar til
hetta og hatta.
Bumban brestir
Ein dag verður ein maður
funnin
deyður
á
gamla
kirkjugarðinum, har tey hal
da til, og tá brestir bumban:
Anna avdúkar, at systir
hennara sum barn varð
misbrúkt av einum skyld
manni, og tað var Anna vitni
til, men hon slapp sjálv und
an. Systirin Maria endaði við
at taka lívið av sær.
Anna brigslar bæði sær
og øðrum, at eingin segði
frá. Hon fer eisini beint eftir
kvinnuliga prestinum, sum
Maria í sínari tíð læt seg upp
fyri. Presturin gjørdi einki og
fór ikki víðari fyri at hjálpa
gentuni.
Hetta var ein sterk løta á
Tjóðpallinum, og meira enn
so hoyrdust snís frá áskoðar
um. Hvør veit, um ikki onkur
kendu seg rakt, ella tey hava
verið fyri líknandi uppliving
um?
Myrkursinsbørn
viðger
eitt sera viðkvamt evni, sum
fyri tað mesta verður skump
að undir gólvteppið. Boð
skapurin er greiður: Sig frá,
ongantíð ov skjótt.
Gott spæl
Spælið gongur skjótt og væl.
Tað er kanska ikki rætt at
taka nakran leikara framm
um, men eg kann kortini ikki
lata vera við at nevna Beintu
Clothier fyri framúrskrandi
avrik.
Súsanna Tórgarð, sum
bæði hevur skrivað og leik
stjórnað vil við leikinum
eisini gera eina viðmerking
til
niðurgerandi
fatanina
av evninum um kvinnur og
fosturtøku. Fleiri dømi eru
um gentur, sum hava verið
fyri neyðtøku og vorðnar
við barn. Tað hava eisini
verið
blaðungar
gentur,
sum eru komnar fyri barn
og í loyndum eru sendar av
landinum.
Saman um tikið er leikur
in eitt meistaraverk.
Í dag er løgmaður, Kaj Leo
Holm Johannesen farin á
vinnuferð til Grønlands.
Í morgin setur løgmað
ur eitt vinnu seminar í
mentanarhúsinum Katuaq
í Nuuk fyri grønlendsk og
føroysk vinnulívsfólk. Vin
nuhúsið og Grønlendska
arbeiðsgevarafelagið skipa
fyri seminarinum.
Hósdagin 18. apríl skal
løgmaður á fund við vinnu
málaráðharran, Jens-Erik
Kirkegaard og Miiti Lynge,
ráðharri
fyri
bústaðir,
náttúru
og
umhvørvið,
og varaforkvinna í Naa
lakkersuisut. Á ferðini vitj
ar løgmaður eisini grøn
lendskar fyritøkur.
Løgmaður verður aftur
í Føroyum fríggjadagin 19.
apríl.
Sjónleikurin Myrkursins børn gevur okkum ein
beint frammaná. Avleiðingarnar eru ógvusligar, tá
ið eingin sigur frá, um børn eru fyri siðamisbroti
Nýtt
missións
hús í Gøtu
Gamla missiónshúsið við Gøtugjógv verður
nú tikið niður. Nýggja húsið vætnast liðugt
um trý til fimm ár.
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Tann beiski
veruleikin
Løgmaður
á vinnu
ferð til
Grønlands
Flaggdagin, hósdagin 25.
apríl verður aftur skipað
fyri flaggdagsrenning í
Havn. Tað er ítróttarfelagið,
Bragdið, sum skipar fyri.
Fyrsta flaggdags
renningini var flaggdagin
25. apríl 1987. Til
fyrstu renningina vóru
39 luttakarar.
Tað
vóru teir 3 Niels Jákup
Jakobsen, Tummas
Hanus Dam og Sofus
Johannesen, sum mannaðu
nevndina í Bragdinum
til endurstovnanina av
felagnum seint í 1986.
Beinanveg varð fari
undir at fyrireika ymisk
tiltøk, og var flaggdagurin
ein nátúrligur dagur til
kapprenning, har nógv
fólk vóru savnaði til sera
hugnaliga flaggdagshaldið
við horntónleiki og røðum
á Vaglinum í miðbýnum í
Havn.
Rutan hevur stórt sæð
verið tann sama øll árini.
Tó so, at fyrst í 90´unum
varð gjørd ein roynd at
renna runt í býnum, men
var hetta bert tað eina árið,
so var aftur fari undir ta
upprunaligu rutuna, og er
hon stórt sæð tann sama í
dag sum við byrjan. Teinurin
er tann sami, nevniliga
7.020 metrar.
Flaggdagsrenningin er
veruliga blivin ein kapping
og fólkslig renning har
luttakarafjøldin er sera
nógv vaksin tey seinnu
árini.
Fríðrikur Bláhamar,
formaður í Bragdinum
vitjaði morgunsendingina
hjá Rás2 í morgun
til eitt prát um
flaggdagsrenningina. Tað
ber til at hoyra prátið í
ljóðbrotinum undir greinini.
27. Flagg
dagsrenning
Hans Eiler
Hammer er mest
kendur sum prestur.
Men á Svangaskarði
í gjár var tað í búna
frá FSF, at hann
eygleiddi KÍ vinna
3-0 móti B68.
Mynd: Norðlýsið