mánadagur 15. apríl 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Eg kann taka undir við nógvum
av tí, sum stendur í greinini, og
eg ivist ikki í, at tær kenna væl
til menningina hjá børnum,
og at tær eisini vita ikki so
lítið um fólkaskúlan. Men eg
er ikki samdur í niðurstøðuni,
sum tær koma til. Tí hesar við
merkingar til greinina.
Mín vitan um føroyska
fólkaskúlan er frá royndum
sum lærari í føroyska skúla
verkinum í meira enn tríati ár.
Seinastu knøpp tíggju árini
sum
fyrstilærari,
seinastu
trý árini sum leiðari í fyrsta
kommunala
forskúlanum,
sum bleiv stovnaður eftir
fólkaskúlalógini frá 1997, har
ið heimilað er kommunum
at stovna forskúlar, sum eru
partur
av
fólkaskúlanum.
Forskúlin í Eysturkommunu
bleiv stovnaður í 2010, so
hann hevur sløk trý ár á baki.
Eg skrivi út frá royndunum,
vit hava gjørt hesi sløku trý
árini..
Mín fatan er, at forskúlin,
soleiðis sum hann er skipaður
í Eysturkommunu, er eitt sera
gott tilboð til tey 6-áragomlu.
Forskúlin ger - við leiki
og læru- yvirgongdina frá
barnagarði til skúlan sera
lagaliga. Hann er tann besta og
lagaligasta yvirgongdin, sum
eg kenni. Hetta er nakað, sum
lærarar, sum hava tikið móti
børnum í nógv ár, eru samdir
í. Fyri at sitera en lærara her í
Leirvík, sum í meira enn tríati
ár hevur tikið ímóti næming
um í fyrsta flokki. Hann sigur,
at tað ongantíð hevur verið so
lætt at tikið ímóti 1. flokki sum
nú, tey hava gingið í forskúla.
Umframt at børnini fáa
eina lagaliga yvirgongd frá
barnagarði til skúla, so trívast
tey sera væl í forskúlanum, og
tey læra nógv. Ja, tey læra alt
tað, sum nevnt verður í greinini
hjá
Marjuni
og
Jóhonnu,
umframt at tey læra so nóg
annað, sum eg skal koma inn
á seinni í greinini. Forskúlin er
eitt útmerkað stað til at læra
tað, sum Marjun og Jóhanna
nevna í sínari grein.
Men tað er serliga á einum
øki, har ið forskúlin hevur
nakað,
sum
barnagarðar
vanliga ikki hava, og tað er í
menningini av málførleikan
um, tí partinum, sum mennir
málmedvitið hjá børnum, har
ið arbeitt verður við at fáa børn
at skilja samnahangin millum
ljóð sum svarar til ein bókstav,
sum hevur eitt navn, og sum
verður skrivaður við einum
symboli. Tað er hesin parturin
av
málmedvitinum,
sum
granskingin hjá Jørgen Frost
og Annemette Lønnegaard
m.a. hevur tikið støði í.
Í granskingini hava tey
kannað tveir bólkar, sum tey
so hava sammett aftaná. Ann
ar bólkurin tók lut í tí, sum
tey kalla málspøl, sproglege.
Hin bólkurin gjørdi tað, sum
tey vanliga gera. Børni vóru í
forskúlaaldri.
Báðir bólkarnir blivu kann
aðir, hvussu teir vóru fyri
málsliga.
Í kanningini bar til at fylgja
við, hvussu tað gekst bólk
unum, bæði teimum sum vóru
væl fyri málsliga og teimum,
sum vóru illa fyri.
Stutt brot úr granskingini
hjá teimum.
Sproglege síða 40.
Det er ikke svært at fore
stille sig, hvilken vanskelig
situation svage elever stilles i,
når de starter læseindlæringen
med et udgangspunkt som
kontrolgruppens svage elever
gør det. Resultaterne viser,
at børnene i oktober snarere
er mere usikre, end de var i
august, meget kunne tyde på,
at de efter 10 ugers dansk
undervisning befinder sig i en
slags kognetiv forvirring, hvor
det lidt, de kunne fra starten,
ikke kan udnyttes til forståelse
af, hvad de skal gøre med de
mange nye bogstarver. Nøglen
til forståelse af det alfabetiske
princip, at der til hver lyd i
talen svarer et bogstavtegn, er
ganske enkelt ikke tilgængelig,
og hermed er grundlaget lagt
for de vilkårlige læsestartegier,
der bliver så svære at udrydde
senere.......
Sproglege síða 43.
Samlet er det rimeligt at
konkludere, at arbejdet med
sproglegene
både
har
en
generel effekt og en forebygg
ende effekt. Ved at benytte
sproglegene støtter vi således
både de svage og de dygtige i
deres læse- og staveudvikling.
Tey, sum hava áhuga at
seta seg inn í hetta, eiga at lesa
bókina “Sproglege, til styrkelse
af sproglig bevidsthed” Tað eru
Jørgen Frost og Annemette
Lønnegaard, sum hava skrivað
bókina.
Vit hava í forskúlanum brúkt
lesivegleiðarar at leggja okk
um lag á í hesum arbeiðinum,
tað hevur víst seg at vera
sera
gott.
Lesivegleiðarar
kenna fortreytirnar fyri mál
menning, og teir vita, hvussu
arbeiðast skal, fyri at hetta
verður gjørt so væl sum til
ber. Teir kenna granskingar
úrslitini hjá Jørgen Frost og
Annemette Lønnegaard, og
teir hava umsett og tillagað tað
tilfarið, sum tey hava gjørt.
Jørgen Frost og Anne
mette Lønnegaard vísa í sín
ari granskina á, at um tað ikki
verður arbeitt við málmed
vitinum hjá børnum, áðrenn
tey byrja formliga læru i lesing,
so kann tað enda við eini van
lukku, serliga hjá børnum,
sum ikki er væl fyri málsliga.
Jørgen Frost og Annemette
Lønnegaard vísa á, at hetta ar
beiðið við at menna málmed
vitið hjá børnum eigur at vera
gjørt, tá ið børnini eru 6 ár.
Um eg skal nevna eitt ting,
sum eg haldi, at forskúlin hevur
fram um aðrar skipanir, so er
tað hetta arbeiðið at menna
henda partin av málmedvitið
hjá næmingunum.
Men forskúlin kann eisini
á øllum øðrum økjum menna
næmingarnar, tað er heilt vist.
At pástanda nakað annað er
heilt burturvið, og hevur ikki
hald í veruleikanum.
Mín niðurstøða er púra greið.
Forskúlin, soleiðis sum hann er
skipaður í Eysturkommunu, er
størsta frambrotið í føroyskum
skúlaskapi í nýggjari tíð.
Eg vóni inniliga, at land
og kommunur ganga saman
um at geva øllum børnum
eitt líknandi tilboð. Tað hevði
gagnað okkum øllum.
Forskúlin í Eysturkommunu
er eitt tilboð, sum er ment í
Føroyum. Hann bleiv stovn
aður eftir einum áliti, sum
bæði pedagogar og lærarar í
Eysturkommunu høvdu gjørt.
Eysturkommuna fylgdi næst
an øllum í tilmælinum frá
hesum bólki.
Síðani nakar viðmerkingar
til nakað av tí, sum sagt verður
í greinini, og sum eg ikki eri
samdur í.
Sagt verður í greinini – sum
fakfólk á økinum kenna vit
bæði skúlaskipanina og dag
stovanøkið í Føroyum.
Tað gera tit helst, men at
tit ikki kenna forskúlatilboðið
í Eysturkommunu, tað vísir
greinin hjá tykkum. Tað sær
heldur ikk út til, at tit kenna
fólkaskúlan frá lærarasíðuni.
Nøkur dømi
Normeringing.
Í Skúlaspíranum, sum er for
skúlin í Eysturkommunu, er
normeringin 1 starvsfólk til
hvørjar
níggju
næmingar,
helvtin av tímunum verða lis
nir av pedagogum, teir hava
somu fyrireiking sum lærarar.
Hetta er ein góð normering,
har ið til ber at taka sær av
einstaka barninum, tað hava
vit sæð hesi sløk trý árini, vit
hava havt forskúla.
Fysisku karmarnir.
Bæði umstøðurnar inni og úti
eru góðar, tað høvdu tit sæð,
um tit gjørdu tykkum tann
ómak, at sett tykkum inn í
viðurskiftini hjá Skúlaspír
anum. Umframt alt tað, sum
vanligir barnagarðar hava, so
hava vit:
• eina fimleikarhøll, har ið
umstøðurnar til rørslu eru
sera góðar.
• eitt bókasavn, har næm
ingarnir altíð kunnu koma
vitja
• eina svimjihøll har ið for
skúlanæmingarnir kunnu
fáa undirvísing í svimjing, tí
skúlin hevur svimjilærarar,
sum hava neyðuga førleikan
til hesa undirvísing.
• eina miðhøll, har ið næm
ingarnir kunnu koma til
felagstiltøk, umframt at
teir kunnu framføra, um
teir hava eitthvørt, sum teir
vilja vísa hinum næming
unum. Hesum gera næm
ingarnir
í
forskúlanum
brúk av. Viðvíkjandi mið
høllini, so havi eg hug at
nevna morgunsangin. Her
fáa næmingarnir í for
skúlanum hvønn morgun
eitt tónleikaligt upplivilsi,
umframt at teir koma at
kenna nógvar sálmar, sum
nógvir av forskúlanæming
unum læra seg uttanat, utt
an at nakar biður teir um
tað.
Skúlin er væl útgjørdur við
ljóðførum og tónleikalærarum,
sum eisini næmingarnir í for
skúlanum kunnu fáa gleði av.
Sagt verður í greinini – Vit
seta hinvegin spurnartekin
við, hvat henda politiska av
gerðin og fakligu tilmælini at
koyra børnini í skúla eitt ár
fyrr, byggir á.
Her fari eg at enn einaferð
at vísa á tað, sum eg fyrr havi
sagt, nevnliga granskingina
hjá Jørgen Frost og Annemette
Lønnegaard. Hon sigur týðiliga,
at tað kann vera skaðiligt, at
børn koma í skúla, um tey ikki
hava arbeitt nóg miðvíst við
at menna málsliga medvitið.
Hesum eri eg samdur í. Eg
sigi ikki, at hetta arbeiðið ikki
kann gerast í barnagørðum,
Fríðfinnur
Johnsson
Skúlastjóri í
skúlanum í
Eysturkommunu
»Nær skal barnið í skúla?«
Viðmerking til greinina »Nær skal barnið í skúla?«, sum Marjun Nielsen
og Jóhanna Lindenskov Joensen hava skrivað