mánadagur 15. apríl 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Fosturtøku ella klekimamma?
“Burðarmóðir,
kleki(ngar)
mamma (konufólk, sum tekur
upp á seg at eiga barn fyri
onnur, kanska fyri pengar)”
Soleiðis verður danska
heitið ‘rugemor’ greinað í
‘donsk føroysk orðabók’ (Stíð
in 1998).
Formaður Miðflokksins,
Jenis av Rana, hevur blást nýtt
lív í forsturtøkuspurningin
við at skjóta upp, at kvinnur,
í staðin fyri fosturtøku,
skulu lata eini barnleys hjún
ættleiða barnið. Hetta kann
tykjast ein góð og skila
góð loysn uppá ein svár
an
trupulleika:
kvinnan
sleppur undan fosturtøku,
ið man vera ein hin mest
oyðileggjandi sálarløsturin
eitt menniskja kann koma
fyri, og eini hjún, ið annars
ikki kunna fáa børn, verða
foreldur. Men enn eina
ferð er Jenis av Rana farin í
gamlatestamentligt,
intro
spektivt sjálvsveiggj.
Katrin Kallsberg, kvinnu
lækni á Landssjúkrahúsinum
hevði eina gløgga og veru
leikakenda viðmerking í Út
varpinum um upsskotið hjá
Jenisi av Rana. Hvussu kann
nakað gott og virðiligt koma
burturúr at spilla lívið hjá
kvinnuni, ið verður tvingað
til at verða klekimamma?
Hvør verður bakstoyturin
hjá barninum, sum fyrr ella
seinni fær greiði á sínum
uppruna? Hvussu fara hjún
ini at verða ment at klára ta
ørkymlandi tvístøðuna, tey
tá koma í? Hesar spurningar
eigur Jenis av Rana at greina,
áðrenn hann øsir Løgtingið
til at trýfalda avleiðingarnar
av einum trupulleika, ið er
nóg svárur frammanundan.
Vit eru ikki í Kina ella India,
har tann einstaki hvørvur í
meldrinum og tað kann vera
bæði gott og ringt. Men vit
eru eitt pinku-samfelag, har
øll kenna øll, og tað er bæði
gott og ringt.
William
Smith
Argir
Fótbóltsvøllurin í Hoyvík,
sum leingi hevur verið bíðað
eftir og brúk stórliga er fyri,
verður nú settur á skinnarar.
Mentamálanevndin
hjá
Tórshavnar býráð hevur júst
samtykt at gera vøllin, og
mælt verður býráðnum til,
umvegis fíggjarnevndina, at
játta neyðuga peningin til
vøllin.
Í Hoyvík búgva um 4.700
fólk, so fólkagrundarlagið
er avgjørt til staðar til bestu
karmar um fótbólt, eins væl
og annan ítrótt. Eisini verður
hesin vøllur ein avgerandi
bati hjá fótbóltsfeløgunum
Giza/Hoyvík og Undrinum.
Frammanundan fáa tey
bara avlopstíðir á hinum
vøllunum runt um í býnum,
so talan verður í heilum um
venjing til seint út á kvøldið,
umframt at trupult er at fáa
tíðir til øll liðini. Serliga illa
kemur hetta kanska við hjá
Giza/Hoyvík, sum eisini er
farið undir ungdómsvenjing.
Fyrimunurin av, at farið
verður nú undir at gera fót
bóltsvøllin í Hoyvík til veru
leika, er ikki bara fyri tey,
ið búgva í økinum, tí sam
stundis sum Giza/Hoyvík og
Undrið fáa nýggjan heima
vøll, verða fleiri tímar til
taks á øðrum vøllum, so
feløgini, sum hava verið har
frammanundan, nú fáa betri
stundir til ungdómin og tað,
tey annars arbeiða við.
Nýggi
fótbóltsvøllurin
í Hoyvík, ið kemur at økja
um trivnaðin og skapað
góðar karmar fyri rørslu og
ítrótti í Hoyvík, skal liggja
á planeraða økinum beint
sunnan fyri Skúlan við Løg
mannabreyt, sum tí óivað
eisini kann fáa gleði og gagn
av honum.
Hugsjónin er, at hesin
vøllur skal koma øllum borg
arum í kommununi til góðar,
samstundis sum hann kann
verða ein náttúrligur partur
av gerandisdegnum hjá bæði
børnum og ungum.
Tróndur
Sigurðsson
býráðslimur
Nú kemur vøllurin í Hoyvík
men mín fatan er, at forskúlin
er tað rætta staðið at arbeiða
við hesi málmennig. Eg havi
heldur einki hoyrt um, at tey,
sum tosa um at menna til
boðið í barnagørðunum, hava
nevnt henda partin av mál
menningini. Fyri mær virkar
tað sum um nógv at tykkum,
sum eru ímóti forskúlum, als
ikki vita um hesa granskingina,
ella látast tit, sum hon ikki
er til. Men hjá mær er eingin
ivi. Hetta er mest tíðandi
gransking á hesum øki, sum eg
veit um. Hon er fyri mær eitt
av svarinum uppá, hví nógv
børn í Føroyum ikki gerast nóg
góðir lesarar. Ella fyri at sitera
Hans Eli Dahl, ferrverandi
leiðara í Skúlanum á Trøðni.
Hann segði, tá ið hann bleiv
settur sum stjóri: “Tað sær út
til, at fólkaskúlin framleiðir
børn við serligum tørvi”
So her er ein grundgeving
fyri at stovna forskúlar, um tit
ikki góðtaka hana, tað er eitt
annað mál.
At enda verður í greinini
sagt - ... Hví skulu vit tyngja
fólkaskúlan við at koyra ein
árgang aftrat inn í skipanini?-
Ikki júst nøkur rósandi
orð, sum tit hava at siga um
fólkaskúlan, og hetta sær út til
at vera eitt gjøgnumgangandi
tema hjá øll tykkum, sum eru
ímóti forskúlum, tað er eins og
fólkaskúlin einsamallur hevur
ábyrgd av, at nógv børn ikki
fáa eina nóg góða skúlagongd,
tað haldi eg ikki. Fólkaskúlin
einsamallur hevur ikki skyld
í hesum, her eiga øll at taka í
egnan barm og gera tað, tey
kunnu.
Men eg haldi als ikki tit
skulu vera so bangin um, at
forskúlin fera at tyngja fólka
skúlan enn meira, sum tit
málbera tykkum. Sum eg havi
víst á, so eru okkara royndir,
at forskúlin kann lætta væl
um. Ja, í løtuni er hann besta
boðið uppá, hvussu vit kunnu
gera fólkaskúlan betri beint
nú, og harvið minka tørvin á
serundirvísing. Tað er alt sum
týðir uppá, at vit við at seta inn
fyrr fáa hjápt teimum børnum,
sum av eini ella aðrari grund
eru sakkað afturút, og sum
tí eru í vanda fyri at fáa eina
vánaliga skúlagongd. Tað er
mín fatan.
Mín niðurstøða til greinina
er, at forskúlin er besta svarið
uppá tað tilboðið til tey 6-ára
gomlu, sum tit í greinini sókn
ast eftir, tit vita bara ikki av
tí.
Um tit hava áhuga í at seta
tykkum inn í forskúlan, so fari
eg at bjóða tykkum at koma at
vitja, so tit sjálvi síggja, hvat
tað er, sum eg skrivi um.
Sum eg í grein míni havi
víst á, so eri eg als ikki samdur
við tykkum í tí, tit skriva. Eg
skilji heldur ikki heilt hvat
tit meina við, tá ið tit siga, at
forskúlin ikki er tað rætta
tilboðið til tey 6-ára gomlu.
Eg fari tí at seta tykkum
nakrar spurningar, sum fari eg
at heita á tykkum um at svara
í bløðunium, so eg og øll onnur,
sum hava áhuga fyri teimum
6-ára gomlu fáa at vita, hvat
tit meina.
Forskúli er bara eitt orð,
men hvat meina tit við, tá
ið tit siga, at forskúlin ikki
er tað rætta tilboðið til tey
6-ára gomlu? Eg hugsi her um
innihald, form o.a.
Hvørja útbúgving hava tit í at
undirvísa?
Her kann eg nevna, at fyri
at gerast lesivegleiðari, so mást
tú fyrst hava lærararútbúgvin,
hon tekur fýra ár, haraftrat
skal tú taka ein eftirútbúgving
í tvey ár. So í alt tekur tann
útbúgvingin 6 ár.
Hvørjar royndir hava tit í at
undirvísa í innskúlingini?
Eg hugsi serliga, um tit
hava royndir, sum vísa, um
munur er á at børnum, sum
hava gingið í forskúla og børn
um, sum ikki hava gingið í for
skúla?
Her kann eg nevna, at vit
hava lærarar, sum hava meira
enn 30 ára roydir í at undirvísa
í innskúlingini, og sum eisini
hava roydir í at taka ímóti
næmingum, sum hava gingið
í forskúla og næmingum, sum
ikki hava gingið í forskúla.
Hjá teimum er eingin ivi. Byrj
anarundirvísingin gerst nógv
lættari, um børnini hava gingið
í forskúla. Hetta samsvarar
eisini væl við granskingina
hjá Jørgen Frost og Annemette
Lønnegaard. Men sum sagt,
hvørjar royndir hava tit at
vísa á?
Hvat er tað í forskúlaskipanini,
sum tit ikki halda vera gott?
Er tað uppbýtið av degnum?
Um so er, kunnu tit greiða
frá, hvat tað er, sum vit í for
skúlanum gera skeivt, og
hvussu tit halda, at dagurin
eigur at verða, so hann eftir
tykkara tykki er bestur fyri
hesi børn?
Er tað innihaldið í degnum?
Um so er, kunnu tit greiða
frá, havt tað er í innihaldinum,
sum tit halda vera skeivt , og
hvat innihaldið eftir tykkar
tykki eigur at vera?
Er tað tíðin tey eru í skúla?
Eru tey møguliga ov leingi, og
hví?
Eru tey møguliga ov stutt, og
hví?
Er tað møtiskyldan?
Er tað umstøðurnar inni?
Um so er, kunnu tit greiða
frá, havt ið er galið við um
støðunum inni, og hvussu tit
halda, tær eiga at vera?
Er tað umstøðurnar úti?
Um so er, kunnu tit greiða
frá, hvat ið er galið við umstøð
unum úti, og hvussu tit halda
tær eiga at vera?
Er tað útbúgvingin hjá teimum,
sum starvast í forskúlanum?
Um so er, kunnu tit greiða
frá, hvat ið er skeivt við út
búgvingini hjá teimum, sum
starvast í forskúlanum, og
hvørja útbúgving tit halda, tey
eiga at hava, sum taka sær av
teimum 6-ára gomlu.
Er tað normeringin?
Um so er, hvat halda tit,
normeringin eigur at vera?
Er tað leiðsluviðurskiftini?
Um so er, hvat halda tit er
skeivt við leiðsluni, sum hon
sambært kunngerðini um for
skúlan eigur at vera, og hvussu
halda tit, hon eigur at vera?
Ella er tað annað, sum eg ikki
havi nevnt, sum tit halda vera
skeivt?
Eg vóni at fáa greið svar uppá
hesar spurningar.
Tit kalla greinina –Nær
skal barnið í skúla?, men tá ið
tú hevur lisið greinina, so er
eingin ivi um svarið. Tit eru
negativar um forskúlan, men
tit siga einki um hini tilboðini,
sum eru til tey 6-ára gomlu.
Hví seta tit bert spurnartekin
við hetta tilboðið?