mánadagur 15. apríl 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Fleiri útstykk
ingar í Hoy
víkshaganum
Skjøtil verður nú settur á
útstykkingina í Djúpagili
og Millum Gilja. Tekniska
nevnd hevur samtykt at
gera útbjóðingartilfar til at
projektera og byggibúgva
24 nýggj grundøki í Hoy
víkshaganum
Útstykkingarnar í Djúpa
gili og Millum Gilja, sum
undanfarna býráð sam
tykti longu 2. mai í fjør,
verða nú veruleiki. Útbjóð
ingartilfar til at projektera
og byggibúgva økið verð
ur gjørt klárt í næstum.
Málið var fyrstu ferð reist
í býráðnum í 2007, og tað
er at fegnast um, at útlit
umsíðir eru fyri, at fleiri
ungar familjur og onnur
aftur kunnu seta búgv í
náttúruvakra Hoyvíkshag
anum.
Tá ið málið var samtykt
í fjør, vístu vit á týdningin
áhaldandi at veita góðar
bústaðarmøguleikar
í
høvuðsstaðnum.
Týdn
ingurin verður ikki minni
av, at tað er staðfest, at
fólkafráflyting í dag er ein
verulig hóttan ímóti før
oyska samfelagnum. Góðir
bústaðarmøguleikar í Tórs
havnar Kommunu kunnu
vera við til at venda mink
ingini í fólkatalinum.
Tryggleiki og trivnaður
í egnum bústøðum uttan
hóttanir um, at leigumálið
verður sagt upp ella selt.
Tað eigur áhaldandi at
verða málið hjá okkum í
býráðnum. Tey 24 nýggju
grundstykkini í Djúpagili
og Millum Gilja eru gott
dømi um, at hendan kósin
verður hildin.
Talan verður um 24
grundøki, sum verða 305 m²
til 328 m² til víddar. Netto
nýtslustigið verður 0,4, og
tað svarar til, at størstu
húsini kunnu verða umleið
130 m².
Vegur verður til útstykk
ingina frá nýggja sambind
ingarvegnum,sum gongur
í nýggja innkomuvegin til
Havnina.
Sostatt
liggur
økið væl fyri bæði at sleppa
skjótt inn í Havnina og út
úr høvuðsstaðnum.
Bogi
Andreasen
býráðslimir
Limur í Teknisku
nevnd
Nú vártíðin er farin afturum
er framvegis eingin greiða
fingin á, hvør skal fiska
føroysku kvotuna á Flemish
Cap.
Tað er heilt týðuligt, at
tað er innanhýsis ósemja í
Fólkaflokkinum, ið steðgar
fiskiskapinum
á
Flemish
Cap. Tí er tað heilt óskiljandi,
at løgmaður, sum ofta reypar
av, at hann er fyrrverandi
fiskaseljari, letur bestu tíð
av árinum fara afturum
uttan at taka støðu til at fáa
fiskiskapin í gongd á Flemish
Cap.
Tíðin hevur víst, at teir
sum hava verið fyrstir á
fiskileið um várið hava fingið
best burturúr.
Nú hava spaniólar og
portogisar verið á Flemish
Cap í fýra mánaðir, umframt
tað vita allir, sum hava roynt
har, at tá tað kemur út í mai
mánað, byrjar sjógvurin at
hitna, og tá er ikki besta tíð
til bestu góðsku.
Kann løgmaður ikki taka
sær um reiggj og seta ein
stoppara fyri, at innanhýsis
ósemja í einum politiskum
flokki støðgar skipum at
fiska í bestu fiskitíð.
Henrik Old
Innanhýsis ósemja steðgar
Flemmish Cap fiskiskapi
– so álvarsligan metti móðir
Teresa
fosturtøkuspurn
ingin vera.
Vælsignaði verði tey, sum
fyri tríati árum síðani mið
víst, og aftur og aftur, byrj
aðu at vísa á vandan við tí
fosturtøkupolitikki,
sum
stillisliga, úr fremmandum
umhvørvum,
hevði
sníkt
seg inn á okkum og troðkað
siðvunnan føroyskan hugs
unnarhátt
burtur.
Tá,
í
áttati- og nítiárunum, vóru
tað nærri áttati ófødd, sum
hvørt ár endaðu teirra dagar
á sjúkrahúsum okkara, men
miðvísa arbeiðið móti hesum
hevur minkað hetta talið til
nærri teimum tríati árliga
seinastu tvey árini.
Men málið má eisini á
hesum økinum verða, at øll
verða bjóðaði vælkomin til
lívið. Vit mugu ikki gevast,
fyrrenn tal teirra óynsktu
er 0!
Ikki er tað gamalt før
oyskt, at vísa børnum frá
sær.
Søgan sigur okkum frá
stórum føroyskum familjum
heilt upp til okkara ættarlið.
Evarska smá vóru húsini,
eingin var trygdin fyri dagin
og vegin, vandar lúrdu í
bjørgum og á sjónum, men
børnini - tey vóru vælkomin!
Vórðu tey átta, tíggju, tólv
ella fleiri, so varð altíð pláss
til teirra, heima, ella kanska
hjá teimum, sum ongi høvdu,
men sum longdust eftir at fáa.
Og søgurnar eru nógvar um
faðir- ella móðurloysingar,
sum komu á dyr og ikki fingu
durafjóðringin.
Fall
ann
að ella bæði foreldrini frá,
vórðu altíð opnar hendur,
sum hjálptu, tóat førleikin
ikki altíð var til staðar. Men
har sum hjartarúm var, var
eisini.....
Aftur til Móðir Teresu.
Tíðirnar broytast, stóru
barnaflokkarnir
fækkast,
samstundis sum fíggjarlig
rásarúm víðkast og húsa
rúmdin fleirfaldast.
Men nú eru børnini brádd
liga ein trupulleiki.
Hóast húsini eru fleirfald
til støddar, siga vit okkum
ikki hava pláss.
Hóast fíggjarliga rása
rúmið ikki kann samanberast
við tað, ættarliðini undan
okkum stríddust við, vísa
vit børnum frá okkum, við
fíggjartrupulleikum
sum
orsøk.
Og hóast útbúgvingar
møguleikarnir eru fleirfalt
so góðir sum hjá forfedrum
okkara, loyva vit eisini hesari
undanførsluni
at
nokta
nýføddum føringum rættin
til lív.
»Moralskar trupulleikar
og etiskt dilemma«!
Langa leið út í heim, eftir
áralanga bíðitíð, leita føroysk
hjún, sum hava trupulleikar
at fáa børn, at ættleiða.
Samstundis leita onnur
inn á sjúkrahús okkara, har
læknar, hvørs uppgáva er at
bjarga lívum, virka við til at
taka lív hjá óføddum.
Men ein fyrispurningur
um at geva hjúnum møgu
leika at ættleiða fostur
tøkuhótt
børn,
verður
sagdur skapa »moralskar
trupulleikar og etiskt di
lemma«!
Hvar enda vit?
Vit mugu verða enn ídnari at
taka saman hendur at bjarga
hvørjum einasta føroyingi
hvørs lív er hótt, serliga teim
um óføddu, sum eru 100%
bundin av hjálp annara! Um
so aðrar orsøkir kunnu verða
til hetta, eitt nú at venda
skeivu fólkagongdini, eigur
høvuðsdreivið at verða, at
vit virða rættin hjá hvørjum
einasta til lív. Tann rætt, sum
tey, sum undan okkum vóru,
góvu tær og mær!
Jenis av Rana
»Vit fáa ikki frið í heimin
um, fyrrenn vit fáa frið
í móðurlívinum«