Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. apríl 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 20. apríl 2004 27 27 26 Nr. 74 - 20. apríl 2004 Í Brøndby halda teir eina av orsøkunum til góða spælið sunnu- dagin vera, at vøllurin er væl betri, nú tað rættuliga er vorðið vár í Danmark SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað er framvegis stórur spenningur í superliguni. Brøndby og FCK liggja stavn um stavn, og Esbjerg er í hølunum á teimum. Tað verður millum hesi trý liðini, at kappingin um meistaraskapin fer at standa Eingin ivi er um, hvat av liðunum, sum kappast um DM, er best fyri í løtuni. Brøndby hevði seint seinnapartin sunnudagin vitjan av AaB. Í góða vár- veðrinum vóru 20 túsund áskoðarar í Brøndby. Teir sóu góðu gongdina hjá heimaliðnum halda fram. Eftir avhølvingina í fyrsta umfarinum eftir vetrar- steðgin á heimavølli ímóti Esbjerg, hevur Brøndby í seks teimum seinastu dyst- unum einki mál fingið ímóti sær. Hesa ferð var álops- spælið hugflogsríkt. Tað gekk skjótt frameftir vøll- inum. Sendingarnar vóru neyvar, síðuskiftini nógv, og fleiri av málunum í 4–0 sigrinum vórðu skorað úr heilt lítlari fjarstøðu. AaB sprellaði eitt sindur seinna- partin av fyrra umfarinum. Í síðstu sekundunum fyri steðgin økti Brøndby til 2–0, og seinna umfarið var júst byrjaður, tá ið støðan varð 3–0, og so ráddi bara um hjá AaB at byrgja fyri, at tapið gjørdist ov lemj- andi. Vørumerkið hjá Michael Laudrup hevur altíð verið hugflogsríkt og álopskent spæl. Tí var einki at undrast á, at Brøndby venjarin sunnukvøldið var stak væl nøgdur. Hann hevur fleiri ferðir fyrr í vár víst á – eitt nú eftir landskappingar- dystin í Esbjerg og steypa- dystin í Nykøbing Falster – at vallirnir hava verið ov óslættir og tískil ikki nóg góðir til skjótt og neyvt spæl. Nú var vøllurin góð- ur, og venjarin rósti sínum monnum fyri tað, sum teir høvdu avrikað. Ikki sannførandi FCK við Toda Jónsson á liðnum og tíggju túsund áskoðarum vann 2–0 í Gladsaxe. Stóri maðurin var nýggja álopsstjørnan Jesper Bech, sum skoraði bæði málini. Tað fyrra legði Todi Jónsson upp til mið- skeiðis í 1. hálvleiki, og tað seinna skoraði Jesper Bech, tá ið hann í yvirtíðini smoygdi sær framvið AB málverjanum, áðrenn hann trillaði bóltin í tóma málið. FCK venjarin, Hans Backe, var ikki nøgdur við avrikið. Eftir venjingina í gjár vildi hann hava at vita frá spælarunum, hví teir bara drivu á í 1. hálvleiki. Hetta hevði við sær, at FCK legan alt seinna umfarið so at siga sat við hjartanum í hálsinum. Tað var um repp- ið, at AB eftir eitt av heilt fáu álopunum megnaði at javna, áðrenn FCK sigurin í yvirtíðini varð steðfestur. Í FCK fegnast teir um metið á útivølli. FCK hevur ikki tapt 23 tær seinastu ferðirnar, teir hava verið aðra staðni og spælt – í seytjan landskappingar- dystum, fýra Europa Cup dystum og tveimum DONG Cup dystum. Tað er ikki so galið, tá ið havt verður í huga, at FCK eitt nú hevur spælt á Mallorca, í Buda- pest og í Glasgow, umframt at teir hava verið fleiri ferð- ir í Esbjerg, Brøndby og Odense. Seinasta ferðin FCK tapti á útivølli var Skírisdag í fjør. 17. apríl í 2003 tapti FCK 3–0 í Silke- borg. OB misti á stokkinum Góða gongdin hjá OB hev- ur havt við sær, at tað hevur verið sera torført hjá Jákupi á Borg at vinna sær pláss á besta liðnum. Nú fer tíðin at ganga undan. Síðst í mai verður tíðarskeiðið fyri leigusáttmálanum millum HB og OB liðugt, og í løt- uni er tað lítið, sum bendir á, at Jákup á Borg fer at sleppa uppí part á besta liðnum, áðrenn hann aftur flytir til Havnar. Leygardagin var sera intens og spennandi upp- gerð á Odense stadion mill- um OB og Esbjerg. Úrslitið var 2–2. Tað kundu teir í OB bæði vera nøgdir við og ikki nøgdir við. Teir spældu í 75 minuttir við tíggju monnum, tí ein teirra eftir eitt korter sá reytt orsaka av neyðbremsuni. Við tí veru- leikanum í huga var javn- leikurin eitt gott úrslit. Misnøgdin við javnleikin komst av risa møguleikan- um, sum teir í yvirtíðini fingu fyri at tryggja sær øll stigini. Liðformaðurin Michael Hemmingsen tók ábyrgdina á seg, tá ið heimaliðið eftir 92 minuttir fekk brotsspark, men Es- bjerg málverjin hevði lúrt OB veteranin av, tveitti seg rætta vegin og hálvbjargaði. Ringur hýrur Í Århus vónaðu og roknaðu tey við, at tað fór at ganga rætta vegin, tá ið svenski meistaravenjarin úr Svøríki fekk ábyrgdina av AGF. Men tað hevur bara gingið skeiva vegin. Í seks dystum síðani vetrarsteðgin hevur AGF bara fingið eitt stig. FC Nordsjælland fór úr Århus við 2–1 sigri. Nú verður aftur tosað um møguleikan fyri, at AGF skal flyta niður. Tað er langt frá meistaradreyminum, sum felagið ætlar sær at gera til veruleikan eitt av næstu árunum. Tí er einki at siga til, at lagið er vánaligt. Lagið er heldur ikki nakað serligt í Herfølge. Í fýra av teimum seks dyst- unum, sum teir hava spælt síðani vetrarsteðgin, hevur tað ikki eydnast at skjóta mál. Herfølge vitjaði í Vi- borg, har heimaliðið ikki hevði vunnið síðani í okto- ber. Við 2–0 sigri lætti heimaliðið sær heilt burtur frá botnstríðnum. Herfølge er framvegis omanfyri strikuna, men munurin aftur til Frem minkaði. Í Valby vann Frem 2–1 á FC Midtjylland. Undan hesum dystinum hevði Frem ikki vunnið á heimavølli síðani í oktober, og tað var eisini langt síð- ani, at FCM síðst vann á útivølli. Næsta vikuskifti sær skráin soleiðis út: Vi- borg–Brøndby (leygardag- in), AB–Esbjerg, AGF–OB, FCM–FCN, Frem–AaB og FCK–Herfølge. Framvegis tætt og spennandi Um B36 verður ann- ar parturin av steypafinaluni verð- ur neyðugt at gera onkrar broytingar. FSF heldur ikki, at tað er neyðugt at gera nakað, fyrrenn tað er greitt, um talan verður um nakran trupulleika LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Nú tað er greitt, hvørji fel- øgini í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmans- steypið eru, er tað eisini greitt, at ein møguligur trupulleiki er burtur. Sambært UEFA skránni verður annar av dystunum í fyrsta innleiðandi umfar- inum í UEFA Cup kapp- ingini spælt hósdagin 29. juli, sum er ólavsøku- dagur. Tvey føroysk feløg skulu spæla í UEFA Cup. Annað felagið er B36, sum vann silvur í lands- kappingini í fjør, og hitt er B68, sum vann bronsu í landskappingini í fjør, og sum slapp upp í part í UEFA Cup, tí B36 vann Løgmanssteypið í fjør. Eftir at bólkaumfarið er av, er tað greitt, at B68 verður ikki partur av steypafinaluni. Harvið er møguleikin burtur fyri, at toftamenn sama dag bæði skulu spæla á Ólavsøku og í altjóða kapping. Tað er framvegis møgu- leiki fyri, at B36 bæði skal spæla steypafinalu og í UEFA Cup á Ólavsøku. Í FSF hava teir leingi verið greiðir yvir henda møgu- liga trupulleikan. Men teir hava ikki hildið, at tað enn hevur verið neyðugt at gera nakað við hetta. Eitt er, at tað framvegis er ógreitt, hvørjum B36 skal spæla ímóti í UEFA Cup. Tað lutakastið verður ikki fyrrenn í juni. Eitt annað er tað, at tað ikki er greitt enn, um B36 verður annar parturin av steypa- finaluni. Um B36 fer at tapa ímóti VB 8. mai, so verður ikki talan um nakran trupulleika á Ólav- søku. Undir øllum um- støðum verður tað greitt 3. juli, um B36 skal spæla steypafinalu ella ikki. Um B36 verður partur av steypafinaluni, so er ætlanin at royna at fáa UEFA Cup dystin fluttan nakrar dagar. Um B36 ikki verður partur av steypafin- aluni, so er ætlanin at fáa útidystin í UEFA Cup spældan á Ólavsøku. Um B36 verður annar av pørtunum í steypafinaluni, og um tað ikki fer at eydn- ast at flyta UEFA Cup dyst- in, sum sambært skránni skal spælast ólavsøkudag, so verður talan um ein trupulleika, sum skal loys- ast á annan hátt. Um tað fer at bera við sær, at tað verð- ur neyðugt at flyta steypa- finaluna, ber ikki til at siga nakað um enn. Bara ein forðing fyri finaluni á Ólavsøku Jann Ingi Petersen og Andrew av Fløtum skoraðu málini, tá ið Fremad Amager við sigri í Århus lyfti sær upp um niðurflyt- ingar strikuna DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Eftir at tað leingi hevur ligið illa fyri, gekk tað í vikuskiftinum betri hjá Fremad Amager. Teir vunnu 2-0 í Risvangen í Århus ímóti FC Aarhus. Bæði málini vórðu skorað í 2. hálvleiki, og í báðum førm vóru føroyingar mál- skjúttar. Jann Ingi Petersen skoraði stutt eftir steðgin til 1-0, og í yvirtíðini staðfesti Andrew av Fløtum kær- komna sigurin. Hjalgrím Elttør var ikki á vøllinum í Århus. Jann Ingi Petersen var ímillum teir fyrstu ellivu. Hann var á vøllinum í 65 minuttir. Andrew av Fløtum varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Jann Ingi Petersen setti hol á við góðum skoti úr vinstru. Bólturin tók í stólpan, áðrenn fyrsta málið hjá Jan Inga Petersen fyri Fremad Amager var veruleiki. Í 2. hálvleiki royndi heimaliðið at leggja trýst á Fremad Amager. Tað var eftir skjótálop í yvir- tíðini, at Andrew av Fløtum staðfesti sigurin. Tey trý stigini, sum Fremad Am- ager fekk hesa ferð, hava við sær, at liðið lætti sær upp um niðurflytingarstrik- una. Sunnudagin skal Fremad Amager spæla á heimavølli ímóti B 1913, sum er nógv niðast á støðu- talvuni. Í Vejle stendur ikki væl til. Hesa ferð megnaðu teir 1-1 á útivølli ímóti grann- unum í Fredericia. At Fremad Amager fekk fult, meðan Vejle bara fekk eitt stig, hevði við sær, at Vejle, sum hevur so glæsiliga søgu at vísa á, nú er undir strikuni og harvið í stórum vanda fyri at flyta niður í triði bestu deildina. Trý lið skulu niður í 2. deild. Í kappingini at sleppa undan niðurflyting eru umframt B1913, FC Aarhus og Vejle Brønshøj og Fremad Am- ager og so kanska B93, sum hevur 21 stig. Fremad Amager og Brønshøj hava átjan stig, Vejle hevur seytjan stig, FC Aarhus hevur 14 stig, og B1913 hevur átta stig. Horsens hevur mist ondina Meðan kappingin var í vetrarfrí, var Horsens við Johan B. Hansen sann- førandi oddalið, sm tóktist hava beina kós ímóti super- liguni. Síðani hevur gingið illa. Hesa ferð megnaðu teir bara 1-1 á heimavølli ímóti B93, sum ikki hevur verið sannførandi. Javnleikurin hevði við sær, at Horsens datt niður á triðja plássið. Silkeborg tykist hava beina kós uppaftur í super- liguna. Hesa ferð vunnu teir 2-0 á FC Nordjyllandi. Randers vann torføra úti- dystin í Køge 3-2. Harvið flutti Randers upp á næst- fremsta plássið og er harvið á seinna uppflytingar pláss- inum. Randers og Horsens hava sama stigatal, men málmunurin hjá Randers er betri, enn hann er hjá Hors- ens. Endiliga glógvaði í C M Y K 26 Todi varð heilt kløkkur Eftir at tað fyri stór- ari viku síðani ikki tóktist sum um, at hann hevði serligar møguleikar, sær tað nú munandi ljósari út hjá Toda Jónsson í FCK ÚTISETI Í SUPERLIGUNI Jóannes Hansen Tað gongur skjótt hvønn vegin í fótbólti. Fyri einari stórari viku síðani var tað lítið og einki, sum bendi á, at Todi Jónsson nú beinan- vegin skuldi fáa møguleik- an á besta liðnum hjá FCK. Á heimasíðu síni segði hann, at tað vóru fýra frammanfyri hann, sum stríddust um tey bæði álopsplássini. Sunnudagin var Todi millum teir fyrstu ellivu, tá ið FCK á útivølli í Glad- saxe ikki serliga sannfør- andi vann 2–0 á botnliðn- um AB. – Eftir venjingina fyrra- partin leygardagin fekk eg at vita, at eg var í fimtan manna hópinum, sum skuldi møta upp sunnudag- in. Eg hevði ikki roknað við øðrum, enn at eg skuldi sita á beinkinum, áðrenn eg møguliga slapp eina løtu á vøllin. Tí gjørdist eg ikki sørt ovfarin, tá ið venjarin á taktikkfundinum segði, hvussu liðið fór at síggja út. Sambært danskar fjøl- miðlar gingu tað 264 dagar frá tí, at Todi varð skaddur í Valby, har FCK spældi ímóti Frem, og inntil hann aftur fekk møguleikan á besta liðnum. Mannfall í fremstu røð Todi mannaði FCK álopið saman við Álvaro Santos. Zuma er vøddaskaddur, og Todi mundi gerast kløkkur, tí ivaleyst hevði hann roknað við, at Peter Møller fór at fáa møguleikan. Hann fekk møguleikan, men tað var ikki fyrrenn í 63. minutti, tá ið Todi var móður og varð tikin út. Peter Møller spældi ikki alla tíðina. Tá ið tað restaðu tríggir minuttir, noyddist hann av aftur vøllinum, tí hann varð skaddur í fótin- um. Hetta hevði við sær, at liðið varð umskipað. Thomas Røll, sum hevur verið skaddur, varð settur inn á miðvøllin í vinstru, og Jesper Bech varð fluttur fram í álopið. Tað er ikki greitt, um Peter Møller verður tøkur í hálvfinaluni í steypakapp- ingini mikukvøldið, tá ið FCK í fyrru hálvfinaluni fær vitjan av OB. Haraftur- ímóti er tað greitt, at Álv- aro Santos ikki verður tøk- ur, tá ið FCK í vikuskiftin- um fer at fáa vitjan av Herfølge. Hann fekk gult kort, og tað hevur leikbann við sær í næsta landskapp- ingardystinum. Zuma er framvegis skaddur. Tað er eitt sindur óvist, nær hann verður før- ur fyri at spæla aftur. Alt hetta hevur við sær, at Todi Jónsson eftir tíggju døgum er fluttur langt fram í røð- ini. Eingin ivi tykist vera um, at hann verður í hópin- um í annaðkvøld. Um hann verður millum teir fyrstu ellivu valdast eisini um, hvussu heilsustøðan verður hjá kappingarneytunum. Automatikkurin ikki í lagi Todi Jónsson var um reppið at fáa mál, tá ið eitt korter var farið. Álvaro Santos spældi frá baklinjuni í høgru og út frá. Todi fekk bóltin einar fimm metrar úr málinum. Kanska lá bóltur- in eitt sindur aftarlaga, men Todi heldur sjálvur, at hann átti at havt skorað. Tað gjørdi hann ikki, tí mál- verjin hálvbjargaði í fyrstu atløgu og fekk so fatur á bóltinum. Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Todi upp til fyrra málið. Jesper Bech, sum í útgangsstøðuni var mið- vallari í vinstru, skoraði við góðum fløtum skoti úr seytjan metra fjarstøðu, eftir at Todi Jónsson hevði lagt bóltin upp á tvørs. Lítla løtu seinni stakk føroyski álopsmaðurin bóltin fram ímillum tveir verjuspælar- ar. Miðvallarin Hjalte Bo Nørregaard gjørdist púra leysur, men skotroyndin var ikki nóg neyv. Ert tú nøgdur við avrikið? – Vit spældu toluliga væl í 1. hálvleiki, men tað var ikki sannførandi eftir steðg- in. Um vit ikki spæla betri enn hatta, so er ikki hugsn- ingur um, at vit skulu end- urvinna meistaraskapin, sjálvt um vit framvegis liggja væl fyri. Og títt avrik? – Mær restar dystarvenj- ing. Hon fæst bara við at spæla í superliguni. Tað, sum eg hugsi um, er auto- matikkurin í spælinum, tá ið ferðin er høg. Automat- ikkurin fæst ikki í venjing- unum ella í dystum á næst- besta liðnum. Eg hugsi um bóltkensluna, tá ið talan er um temjingar og vendingar og skjótu avgerðina, hvat nú skal gerast. Tað snýr seg um brøkpartar av sekund- um. Um eg fái møguleikan at spæla, so fer hetta at betrast. – Eg hevði ikki roknað við øðrum, enn at eg skuldi sita á beinkinum, áðrenn eg møguliga slapp eina løtu á vøllin, segði Todi Jónsson eftir dystin, sum var hansara fyrsti á FCK-liðnum síðani september mánað í fjør Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B36 6 4 - 2 - 0 20 4 16 14 2 KÍ 6 2 - 4 - 0 15 6 9 10 3 NSÍ 6 2 - 2 - 2 14 12 2 8 4 FSV 6 0 - 0 - 6 4 31 -27 0 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 GÍ 6 6 - 0 - 0 12 1 11 18 2 ÍF 6 4 - 0 - 2 19 8 11 12 3 B68 6 1 - 1 - 4 4 9 -5 4 4 TB 6 0 - 1 - 5 5 22 -17 1 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 6 5 - 0 - 1 15 8 7 15 2 VB 6 4 - 0 - 2 18 11 7 12 3 EB/S 6 2 - 1 - 3 8 13 -5 7 4 Skála 6 0 - 1 - 5 8 17 -9 1 Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby (S) 26 16 - 6 - 4 43 21 22 54 2 FCK (M) 26 16 - 6 - 4 42 21 21 54 3 Esbjerg 26 15 - 8 - 3 55 28 27 53 4 OB 26 14 - 6 - 6 55 37 18 48 5 AaB 26 11 - 7 - 8 39 36 3 40 6 Viborg 26 9 - 8 - 9 39 32 7 35 7 FCM 26 9 - 6 - 11 47 41 6 33 8 AGF 26 8 - 3 - 15 36 54 -18 27 9 Herfølge 26 7 - 5 - 14 24 36 -12 26 10 FC Nordsj. 26 6 - 8 - 12 28 47 -19 26 11 Frem 26 6 - 3 - 17 29 49 -20 21 12 AB 26 5 - 2 - 19 20 55 -35 17 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jákup á Borg (OB) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Silkeborg 20 14 - 4 - 2 41 14 27 46 2 Randers FC 20 14 - 2 - 4 53 30 23 44 3 AC Horsens 20 14 - 2 - 4 34 14 20 44 4 HFK Sønderj. 20 12 - 3 - 5 51 26 25 39 5 Køge 20 10 - 5 - 5 38 30 8 35 6 Skjold 20 10 - 3 - 7 42 32 10 33 7 Ølstykke 19 9 - 1 - 9 41 38 3 28 8 Nykøbing 19 8 - 3 - 8 32 32 0 27 9 Fredericia 20 7 - 6 - 7 27 29 -2 27 10 FC Nordjylland 19 7 - 4 - 8 21 28 -7 25 11 B 93 19 5 - 6 - 8 28 32 -4 21 12 Fremad Amager 20 4 - 6 - 10 27 36 -9 18 13 Brønshøj 20 5 - 3 - 12 24 46 -22 18 14 Vejle 20 4 - 5 - 11 27 41 -14 17 15 FC Aarhus 20 4 - 2 - 14 20 47 -27 14 16 B 1913 20 1 - 5 - 14 13 44 -31 8 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen,(Vejle), Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum, Hjalgrím Elttør (Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens) Danska 2. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Næstved 20 12 - 4 - 4 44 18 26 40 2 Dalum 20 12 - 4 - 4 49 30 19 40 3 HIK 20 10 - 6 - 4 39 31 8 36 4 Holbæk 20 10 - 5 - 5 37 28 9 35 5 Slagelse 20 9 - 4 - 7 37 29 8 31 6 Kolding FC 20 9 - 4 - 7 36 33 3 31 7 B1909 20 9 - 3 - 8 39 31 8 30 8 Jetsmark 19 7 - 6 - 6 29 31 -2 27 9 Brabrand 19 7 - 5 - 7 38 30 8 26 10 Lyngby 20 6 - 7 - 7 33 39 -6 25 11 Kalundborg 20 6 - 5 - 9 42 46 -4 23 12 Holstebro 20 6 - 4 - 10 35 43 -8 22 13 Glostrup 20 6 - 4 - 10 31 39 -8 22 14 Hvidovre 20 5 - 5 - 10 23 40 -17 20 15 Hjørring 20 5 - 3 - 12 24 56 -32 18 16 Skive 20 4 - 3 - 13 33 45 -12 15 Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby)