týsdagur 20. apríl 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 20. apríl 2004
25
24
Nr. 74 - 20. apríl 2004
Tað gjørdust topp-
skjúttarnir í lands-
kappingini, sum fóru
við heitinum sum
ársins leikarar, og
serliga hjá Damir
Oros var talan um ein
av teimum heilt góðu
døgunum
GALLAKVØLD
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einki var at taka seg aftur í,
at nógv varð lagt fyri, tá
gallakvøldið í hondbólti
stóð á skránni leygarkvøld-
ið.
Tá avtornaði vóru úti við
200 hondbóltsfólk við til-
hoyri, sum sessaðust við
borðið, og eftir eitt sera
væleydnað borðhald, sum
ein vælupplagdur Satsa-
vertur stílaði fyri, var tíðin
loksins komin til løtuna, tá
tað skuldi avdúkast, hvørji
vórðu kosin tey bestu í
árinum, sum fór.
Toppskjúttarnir størst
Og tað skuldi vísa seg, at
tað gjørdust toppskjúttarnir
í vetur, sum fingu størsta
heiðurin hetta kvøldið.
At Simkona Dziugyte og
Damir Oros skuldu fáa
heitið sum toppskjúttar, var
eingin loyna, men gleðin
var stór, tá júst teirra nøvn
eisini vórðu rópt upp sum
tey seinastu, tá ársins leik-
arar vórðu avdúkaðir. Hjá
Damir var hetta enntá triðja
ferðin, at hann var á pallin-
um, tí hann fekk eisini heit-
ið sum ársins álopsleikari,
so einki er at siga til, um
stórskjúttin var meira enn
væl nøgdir, tá hann fór
heim við ikki færri enn
trimum steypum við til-
hoyrandi
blómuprýðum.
Og ivaleyst mundi hann
vera fegin um, at talan í ár
var um nøkur heldur minni
steyp, ístaðin fyri veldugu
pokalarnar, sum ofta verða
býttir út á slíkum kvøldum.
Tað vildi í øllum førum
verið mest sum ov nógv av
tí góða, um tað vóru trý
risa-steyp, sum skuldu ver-
ið við í førninginum hetta
kvøldið.
Fult uppiborið
Og um heiðrarnar er annars
at siga, at tey í nógv teim-
um flestu førunum vóru á
leið soleiðis, sum fólk flest
høvdu roknað við.
Ársins málverjar gjørdust
Lidija Vlaovic úr Stjørnuni
og Zeljko Jotic úr Neistan-
um. Hjá Lydiju man tað her
uttan iva vera endaspurtur-
in í landskappingini, sum
veruliga dróg uppeftir, har
hon fleiri ferðir hevði av-
gerandi leiklut, tá stigini
skuldu verjast. Hjá Jotic var
tað kanska í størri mun av-
rikið yvir eitt heilt kapping-
arár, har hann støðugt tald-
ist millum teir bestu á
Neista-liðnum, tó at tað
ikki var nóg mikið til at
tryggja teimum gullmerkini
í landskappingini.
At Sámal Joensen man
vera besti verjuleikarin í
landinum, man lítil ivi vera
um. Í fjør var hann als ikki
við í kappingini, tá hann
var úti við krossbands-
skaða, men leygarkvøldið
fekk hann so fyri triðju ferð
í fýra ár heiðurin sum árs-
ins verjuleikari, og tað
mundi neyvan vera nakar,
sum mutaði ímóti hesum.
Hjá kvinnunum fall heið-
urin her á liðskiparan hjá
Stjørnuni, Unu Olsen. Ikki
minst man tað vera stríðs-
vilji hennara, sum her hev-
ur vigað tungt, og tó at aðr-
ar eisini royndu at geva
henni kapping í hesum, so
megnaði hon at halda allar
aftan fyri seg.
Uppløgd stjørnuskot
Álop snúgva seg um mál,
og tað er einki at ivast í, at
málmaskinan hjá KÍF var
favoritturin til at taka heitið
sum ársins álopsleikari.
Vegna skaða leikti hann
bara 15 av teimum 20 dyst-
unum í kappingarárinum,
men hann endaði kortini
ovastur á máltindinum.
Hjá kvinnunum fall valið
her á Aukse Vysniaskaite úr
VB, sum í nógvum dystum
var tann spælarin hjá VB,
sum tryggjaði stigini, og
við gjøgnumbrotsstyrki síni
var hon alt kappingarárið á
tamb ein støðug hóttan
móti mótstøðuverjunum.
Á venjarasíðuni skuldi
eisini gerast av, hvørjir
vóru teir bestu, og hjá
kvinnunum var tað her
meistaravenjarin,
Rógvi
Nielsen, sum fekk heiðurin.
Hjá monnunum fall valið á
Henrik Gerster úr H71, og
fagnaðurin var ovurstórur,
tá hann fór fram eftir síni
viðurkenning. Tað mundi
her fyrst og fremst vera av-
rikið í steypakappingini,
sum førdi hann á tindin, tí
undan kappingini var tað
neyvan nakar, sum ímynd-
aði sær, at H71 skuldi ger-
ast partur av hesum dyst-
inum.
Stjørnuskotini
plaga
vanliga at vera eitt av stóru
hæddarpunktunum á galla-
veitsluni, og soleiðis var
eisini hesaferð. Í mun til so
ofta fyrr, so var tó rættiliga
upplagt hesaferð, hvørji
skuldu
fáa
heiðurin.
Tomma Petersen úr VÍF
hevur í ár strítt seg fram til
ein leiklut, ið er mest átøk-
ur fyrsta-málverja hjá fel-
agnum, og umframt heitið
sum ársins stjørnuskot,
varð hon eisini nummar
tvey, tá ársins málverjar
vórðu kosnir.
Hjá monnunum hevur
Gert Hansen úr KÍF tikið
øll á bóli í vetur. Bæði í
verju- men serliga í álops-
partinum hevur hann verið
ein av grundstuðlunum
undir KÍF liðnum, og tó at
teir aftur í ár endaðu niðast-
ir, so mundi tað kennast
hugaligt, at teir tóku ikki
færri enn fýra steyp á
degnum.
Dómarar til diskussión
Seinastu steypini undan
handanini til ársins leikarar,
vóru steypini til besta dóm-
araparið.
Her gjørdust tað Sámal
Hansen & Kristian Johan-
sen, sum fingu heiðurin.
Og tað var ikki ein avgerð,
sum hóvaði øllum eins væl.
Serliga
vestmenningar
vóru ónøgdir um hetta, og
tað er einki at ivast í, at tað
var ein dómaraavgerð í
seinastu sekundunum av
seinasta dystinum, sum var
orsøk til hetta.
Men steypini vórðu so
kortini handað, og um ikki
annað, so syrgdi hetta fyri,
at mongu fólkini høvdu
nakað av hondbólti at tosa
um, tað sum eftir var av
kvøldinum. Og tó at klokk-
an um hetta mundi mundi
líða til midnátt, so vóru enn
nóg so nógvir tímar eftir av
einum kvøldi, sum í allar
mátar má bera heitið sum
sera væleydnað.
Fyrireikararnir høvdu í
øllum førum lagt eitt rimm-
ar-arbeiði í hetta, og flestu
veitslugestirnir mundu eis-
ini taka undir við, at talan
gjørdist um eitt framúr
kvøld.
Stórskjúttarnir vóru tey størstu
Tey bestu vórðu heiðraði, tá gallakvøld var á skránni leygarkvøldið
Simona Dziugyte úr Neistanum fekk bæði heiðurin sum ársins toppskjútti og ársins leikari, so
einki er at siga til, at smílið var stórt, tá hon fyri aðru ferð trein á pallin
Navnið á Henrik Gerster er júst rópt upp, og fagnaðurin við H71 borðið er ovurstórur
Damir Oros úr KÍF sær ikki sørt bilsin út. Fyri triðju ferð á kvøldinum hevur hann verið á
pallinum. Hesa ferð sum ársins leikari
Ársins stjørnuskot hjá monnum gjørdist Gert Hansen úr KÍF, og ikki minst millum
liðfelagarnar vakti hetta stóra gleði
Ársins toppskjútti
(Steyp latið av Føroya Bjór)
Kvinnur: Simona Dziugyte, Neistin
Menn: Damir Oros, KÍF
Ársins málverji
(Kjølbro Heilsøla)
Kvinnur: Lidija Vlaovic, Stjørnan
Menn: Zeljko Jotic, Neistin
Ársins verjuleikari
(Sp/f Oddvør)
Kvinnur: Una Olsen, Stjørnan
Menn: Sámal Joensen, VÍF
Ársins álopsleikari
(Suðuroyar Sparikassi)
Kvinnur: Aukse Vysniaskaite, VB
Menn: Damir Oros, KÍF
Árins venjari
(LM-handilin)
Kvinnur: Svein Rógvi Nielsen, Stjørnan
Menn: Henrik Gerster, H71
Ársins stjørnuskot
(Blómuhandilin, Fípan)
Kvinnur: Tomma Petersen, VÍF
Menn: Gert Hansen, KÍF
Ársins leikarar
(Atlantic Airways)
Kvinnur: Simona Dziugyte, Neistin
Menn: Damir Oros, KÍF
Ársins dómarapar
(Sveisingahandilin)
Kristian Johansen &
Sámal Hansen, Neistin
Tey bestu
C
M
Y
K
24