týsdagur 20. apríl 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 20. apríl 2004
23
23
22
Nr. 74 - 20. apríl 2004
C
M
Y
K
22
Talvið hesa
vikuna
IM John Rødgaard (2274)
— Martin Poulsen (2271)
FM 2004 á Toftum (6.
umfar)
1.Rif3 Rif6 2.c4 c5
3.Ric3 d5 4.cxd5 Rixd5
5.d4 Rixc3 6.bxc3 g6 7.e3
Bg7 8.Be2 0—0 9.0—0
Rid7 10.Bb2 Fc7 11.Fb3
e6 12.a4 (Hvítur hevði
fingið góða støðu við at
leika fyrst 12. e4 og
síðani víðari til e5 fyri at
byrgja svarta bispin inni)
12...b6
13.Rfd1
Bb7
14.c4 Rac8 15.a5 (Betri
var at leika 15.d5. Nú
verður hvíta c-finnan
nakað veik) 15...Bxf3
16.axb6 Rixb6 17.gxf3
cxd4
18.Bxd4
Bxd4
19.Rxd4 Fe7 (Svartur
hevur ongar stórvegis
trupulleikar, og støðan er
nøkunlunda jøvn. Hetta
metur telduforritið Fritz
7) 20.Fa3 Fg5+ 21.Rg4
Ff5 22.Fd3? (Í roynd og
veru fyrsti feilur. Fc3 við
ætlanini Ra5 var neyðugt)
22...Fxd3 23.Bxd3 Rfd8
24.Bf1 Rc7 25.Rd4 Rdc8
26.Rd2 Rixc4 (Martin
velur at fara út í eitt
rókaendatalv við einum
minimalum
fyrimuni.
Havast skal í huga, at
tíðarneyðin var byrjað)
27.Bxc4 Rxc4 28.Rxa7
R8c5!
29.f4
(Støðan
tykist jøvn, men svartur
hevur tó onkrir møguleik-
ar. Martin fer nú eftir
sigrinum við næsta leik-
inum)
Støðumynd eftir 29.f4
29...g5! 30.Rd8+ Kg7
31.Rdd7 Rf5 32.fxg5
Rc1+
33.Kg2
Rc2
34.Rd4? (h4 var ein betri
roynd,
ið
møguleiki
heldur remis) 34...Rfxf2+
35.Kg3 Rg2+ 36.Kf3
Rcf2+
37.Ke4
Rxg5
(Svartur hevur vinnandi
fyrimun, og hvítur kann
bert vóna, at svartur leikar
skeivt. Men Martin er
náðileysur) 38.h4 Rg4+
39.Kd3 Rxd4+ 40.exd4
Rf4 41.Ke3 Rxh4 42.Rd7
Rh5 43.Ke4 Rf5 (Hvíti
kongurin sleppur nú ikki
yvir um f-linjuna, og
svarta h-finnan sleppur tí
á
mál)
44.d5
Rxd5
45.Rxd5 exd5+ 46.Kxd5
Kg6 0—1
Tá Martin koppaði Rødgaard
Føroyameistarin
Martin Poulsen
telvaði við varsemi í
FM og leikti tí fleiri
skjótar javnleikir
heldur enn at risik-
era. Tó fór hann kom-
promileyst eftir sigr-
inum ímóti John
Rødgaard í 6. umfari.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
6. umfar bleiv eitt avger-
andi umfar í landsliðs-
bólkinum; Martin vann seg
av álvara upp í toppin við
týðandi sigri, meðan Rød-
gaard leikti síni trý seinastu
talv jøvn og misti harvið
kontaktina við oddamenn-
irnar Hans Kristian Simon-
sen og Martin Poulsen.
Eisini byrjaði Olaf Berg at
vísa tenn og bardi seg loks-
ins framum Rødgaard í
seinasta umfarinum.
Tolin trívst
Ein kann sannliga siga, at
Martin hevði tol frá fyrsta
til seinasta bríksl. Hann var
í fleiri talvum frá byrjan
nøgdir við javnleik, og
hevði eina greiða strategi;
ikki at tapa nakað talv.
Sjálvsagt vil eingin tapa
eitt talv, men telvarar vita,
at fert tú kompromileyst
eftir sigri í hvørjum talvi,
risikerar tú samstundis alt
stigið. Tann kompromileysi
stílurin er áskoðaravinar-
ligur, men loysir seg ikki
altíð.
Martin helt sína strategi
alla kappingina, og tað er
væl klárað av einum so
ungum telvara. Føroya-
meistarin seinastu tvey
árini valdi í tøkum tíma at
leggja varsemi frá sær eitt
bil, tá hann við svarta fólk-
inum legði trýst á Rød-
gaard. Tolsemi fyrstu fimm
umførini (1 sigur og 4
remis) loysti seg.
Longu aftur í 7. umfari
valdi Martin aftur varsema
stílin, tá hann eftir tíggju
leikum við hvíta fólkinum
bjóðaði mær javnleik. Eg
takkaði ja.
Martin kom út í vanda-
sjógv ímóti Torkil Nielsen í
8. umfari. Torkil leikti seg
til vinnandi støðu við sínari
hollendsku byrjan, men við
eitt vendist rákið og Martin
vann talvið. Eisini talvið í
seinasta umfarinum hjá
Martini varð víðopið; Rani
Nolsøe - sum miðskeiðis í
talvinum ikki tók av remis-
tilboði Martins - legði trýst
á Martin, men havnarmað-
urin vardi seg væl og vann
við sínum kontraálopið.
Harvið eisini føroyameist-
araskapin annað árið á rað.
Hattrick?
Bert Luitjen Apol og Heini
Olsen hava vunnið FM
tríggjar reisir á rað; ávíka-
vist í 1974-75-76 og 1991-
92-93. Martin ætlar sær
sigandi eftir hattrikkinum
komandi ár.
Í løtuni eru Martin og
Hans Kristian í Dubai og
luttaka í einari krútsterkari
kapping við 45 stórmeist-
arum. Kappingin er í døg-
unum 18-28. apríl.
Vágbingar vórðu
sendir suðuraftur við
tennis-eggið, tá HB
tryggjaði sær odda-
sessin í bólkinum, og
á Eiði fekk EB/-
Streymur í evstu løtu
forloysandi málið,
sum sendi teir í fjórð-
ingsfinaluna
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var skjótt staðfest í
Gundadali, at HB og VB als
ikki vóru sinnaði at taka
sær av løttum í seinna dyst-
inum teirrra millum. Ein
málleysur javnleikur tóktist
annars sum eitt hampuliga
upplagt úrslit, sum hevði
givið
báðum
pørtum
heimavøll í fjórðingsfin-
aluni, men tað var ikki liðin
stórt meira enn ein min-
uttur, áðrenn hol varð sett á.
Heini Fernandez fekk
bóltin stungnan inn um VB-
verjuna, og so sveik garv-
aði málrevurin ikki.
Skjóta málið var helst
júst tað, sum skuldi til hjá
HB, tí komandi 89 minutt-
irnar nýttu teir til at sýna
sítt besta avrik higartil í ár,
tó at hetta var upp á eina
hampuliga bíliga bakgrund.
VB megnaði nevnliga als
ikki at fylgja spælinum hjá
HB. serstakliga á miðvøll-
inum høvdu teir ilt við at
fáa tak á. Ikki minst takka
verið
stórspælinum
frá
Kára Nielsen.
Kári var eisini maðurin,
sum økti til 2-0, tá eitt gott
og flatt langskot frá honum
stiklaði á vøllinum beint
framman fyri Bjarna Jo-
hansen.
Og tá so VB stutt eftir
hetta misti Dan Djurhuus,
tá hesin hevndi seg inn á
Rógva Jacobsen, var at
kalla leyst og liðugt hjá HB.
VB royndi kanska at sprella
eitt sindur, og eitt nú hevði
Palli Augustinussen eitt
brakandi skot á stongina,
men tá Heðin á Lakjuni
beint undan steðginum økti
til 3-0, var ikki meira eftir.
Og tó at HB í stóran mun
tók sær av løttum eftir
steðgin, so megnaðu teir
tríggjar ferðir at økja. Og
tað mundi kennast hugaligt,
at tað fyri tað nógva vóru
teir ungu menninir, sum nú
settu dagsskránna. Seinastu
løtuna var tað soleiðis Hall-
ur Danielsen, sum var elsti
HB’arin á vøllinum, og hjá
mongu HB-viðhaldsfólk-
unum mundi tað kennast
hugagott, at unga menninir
áhaldandi koyrdu á troyttu
vágbingarnar.
Soleiðis varð tað HB,
sum fekk fyrimunin av
heimavølli í fjórðingsfinal-
uni, og her hitta teir enn
einaferð EB/Streym.
Leingi var annars líkt til,
at felagsliðið ikki skuldi
koma víðari, tí eftir at Jon-
hard Frederiksberg hevði
lagt gestirnar av Skála
framum, hevði Skála eisini
møguleika at økja um
leiðsluna, men teir vóru
ikki nóg kaldir í avgerandi
løtunum.
Og ístaðin kundi EB/-
Streymur so koppa øllum á
høvdið seinastu 20 minutt-
irnar. Sorin Anghel javnaði,
tá hann megnaði at renna
Skála-verjuna av sær, og í
seinastu løtu kundi Fróði
Clementsen so við sínum
fyrsta máli fyri felagið
tryggja EB/Streymi sigurin.
Við frísparki langaði hann
bóltin í netið, og so mátti
Skála bara enn einaferð
staðfesta, at tað er ikki nóg
mikið at spæla góðan fót-
bólt stóran part av tíðini.
Mál skulu til, og tá hesi eru
skotin ræður so eisini um at
halda tætt í egnari verju.
Tey bæði týdningarmiklu
kynstrini tykist Skála enn
ikki hava lært.
HB-VB 6-0 (3-0)
1-0: Heine Fernandez
2-0: Kári Nielsen
3-0: Heðin á Lakjuni
4-0: Hendrik Rubeksen
5-0: Heðin á Lakjuni
6-0: Hendrik Rubeksen
EB/Streymur-Skála 2-1
(0-0)
0-1: Jonhard Frederiksberg
1-1: Sorin Anghel
2-1: Fróði Clementsen
Bólkur 3:
HB fekk hevnd
Bólkur 1:
Tvey hat-trick við Løkin
Bólkur 2:
ÍF tók seinasta heimavøllin
Klaksvíkingar megn-
aðu ikki at halda fast
um leiðsluna í
Gundadali, og í Runa-
vík hevði NSÍ ikki
stórvegis trupulleikar
við at staðfesta seg
sum besti trý’arin
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Klaksvíkingar komu til
Havnar eftir sigrinum leyg-
ardagin. Ikki minst tí teir
undan sínari uppgerð høvdu
sæð vágbingar fingið bank,
og tí kundi KÍ við einum
sigri gerast besti tveyr’arin í
bólkaspælinum, og á tann
hátt fáa rætt til heimavøll í
fjórðingsfinaluni.
KÍ hevði møguleikan
B36 hevði hinvegin einki at
spæla fyri, og við John Pet-
ersen sitandi uttanfyri vøll-
in var eisini undan dystin-
um greitt, at álopsspælið
hjá árstalsfelagnum fór at
verða skert.
Fyrra hálvleik tóktist tað
eisini, sum ansaðu báðir
partar serliga væl eftir, at
teir ikki lupu framav. Tað
nógva av spælinum gekk
fyri seg á miðvøllinum, har
hvørgin
parturin
hevði
hegni ella neyvleikan at fáa
veruligt tamarhald á, og
sum heild var talan um ein
av teimum heldur keðiligu
dystunum hjá áskoðaranum.
Í seinna hálvleiki kom tó
eitt sindur av lívi í. Ikki
minst eftir at tað eydnaðist
Atla Danielsen at leggja
gestirnar framum, tá einir
20 minuttir vóru farnir av
hálvleikinum. Klaksvíking-
arnir vistu tó, hvussu leikur
var farin í Fuglafirði, og tí
høvdu teir tørv á enn einum
máli, um heimavøllurin
skuldi tryggjast, men tað
eydnaðist teimum so ikki.
Ístaðin var tað Ronnie
Samuelsen, sum við einum
vøkrum máli javnaði fyri
heimaliðið, soleiðis at eis-
ini seinni dysturin millum
liðini bæði endaði við javn-
leiki. Ein javnleiki, ið bæði
sum so kunnu vera nøgd
um, men hjá KÍ merkti tað
so, at teir skulu royna seg á
útivølli móti ÍF í fjórð-
ingsfinaluni.
Gert og Helgi í hopla
Seinni dysturin í hesum
bólkinum var tann í Runa-
vík, har NSÍ við sigri á FS
Vágum kundi vissa sær
sætið í fjórðingsfinaluni.
Og hetta eydnaðist eisini
við maner. NSÍ vann dystin
ikki minni enn 6-2, og ikki
minst mundi tað vera gleði-
ligt hjá liðnum at staðfesta,
at bæði Gert Langgard og
Helgi L. Petersen gjørdu
hat-trick. Gert fekk tvey av
sínum málum undan steðg-
inum, tá NSÍ fekk trý mál,
og tó at gestirnir soleiðis
stóðu seg betri eftir steðgin,
so var tað ongantíð nóg
mikið til veruliga at hótta
heimasigurin.
NSÍ - FSV 6-2 (3-0)
1-0 Gert Langaard
2-0 Gert Langaard
3-0 Helgi L. Petersen
3-1 Birgir Joensen
4-1 Helgi L. Petersen
5-1 Gert Langaard
6-1 Helgi L. Petersen
6-2 Eyðfinn Fjallsbak
B36-KÍ 1-1 (0-0)
0-1: Atli Danielsen
1-1: Ronnie Samuelsen
Við stórsigri á TB
gjørdu fuglfirðingar
sína skyldu, og við
sigri á Svangaskarði
fekk GÍ sum einasta
liðið fult stigatal
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fuglfirðingar høvdu møgu-
leika at ogna sær sessin,
sum bara heimavøll í fjórð-
ingsfinalunum við sær,
men fyri at hetta skuldi
eydnast, skuldu tvinnir lutir
passa saman.
Fyrst og fremst, so mátti
dysturin í Havn millum HB
og VB ikki enda við javn-
leiki, og hartil skuldu fugl-
firðingarnir so vinna ein so
trivaligan sigur sum gjør-
ligt. Og helst somikið triva-
ligan, at hóast KÍ skuldi
vunnið í Havn á B36, so
skuldu
fuglfirðingarnir
hava betra málmunin.
Einvegis
Og hetta riggaði eisini alt
samalt hjá ÍF. At ósigurin
hjá VB í Havn gjørdist so-
mikið trivaligur, betraði
sjálvandi um fortreytirnar,
men sigurin hjá ÍF var av
slíkum slag, at teir av
álvara bøttu um málmunin.
Gamaní eydnaðist TB at
javna, eftir at Magni á
Lakjuni hevði lagt fuglfirð-
ingarnar
framum,
men
síðani gekk bara ein veg.
Álopini skolaðu oman móti
TB-málinum, og ikki færri
enn átta ferðir eydnaðist
heimaliðnum at fáa úrtøku
úr hesum.
Móti endanum fekk TB
pyntað nakað um, men úr-
slitið staðfesti enn einaferð,
at fuglfirðingar so sanniliga
ætla at gera um seg í ár.
Spurningurin er so, hvørt
spruttandi stríðsviljin og
spæligleðin, sum ofta eyð-
kennir ein uppflytara fyrstu
tíðina, eisini fer at standa
við, tá farið verður undir
landskappingina.
Toftamenn úti
Á Toftum plagar GÍ vanliga
at standa seg væl, men fyri
tað nógva var líkt til, at teir
skuldu hava tað ógvuliga
trupult leygardagin.
Hóast spælið í dystinum
sum so ikki var nakað at
reypa av, so vóru tað aloft-
ast toftamenn, sum dugdu
betri at stýra leðurkúluni,
men mál spurdust tó ikki
burturúr. Aloftast varð talan
um ov nógv trillarí og ov
lítið beinleiðis spæl, og tí
kom verjan hjá GÍ sjáldan í
nakrar trupulleikar.
Alt bendi á ein málleysan
javnleik, og spentu heima-
áskoðararnir høvdu helst
langt síðani roknað út, at
helt hetta saman við javn-
leikinum á Mølini, so kom
B68 hóast alt víðari. Men
seinastu løtuna snaraði alt
tó skeiva vegin. Í einum
skjótálopi eydnaðist GÍ at
yvirspæla B68-verjuna, so-
leiðis at Krzystof Pop-
czynski gjørdist leysur, og
hann sveik ikki, nú hann
fekk møguleikan at geva
átjanda av 18 møguligum
stigum.
Og tá EB/Streymur so í
evstu løtu vissaði sær sigur-
in í dystinum móti Skála,
fór øll vónin hjá B68. Nú
skuldu teir ikki bara javna,
men skora tvær ferðir fyri
at koma víðari, og nær hes-
um komu teir ongantíð
seinastu lítlu løtuna.
Tað tykist eftir bólka-
spælið, sum hevur B68 enn
ikki funnið røttu javnvágina
á liðnum eftir dyggu frá-
gongdina í vetur, og tó at
toftamenninir altofast eru
seigligir, so hava úrslitini í
steypakappingini ikki sann-
ført nakran um, at teir skulu
miðja ovarliga á talvuni í ár.
Gøtumenn tykjast hin-
vegin vera væl fyri. Í vetur
hava annars nógv suff verið
at hoyrt úr Gøtu, har tey
siga seg hava ov lítið av
fólki, men higartil hevur
úrtøkan so verið 100%.
Spælið hevur hinvegin ikki
verið so heilt flótandi, men
megna teir eisini at skava
stigini saman í landskapp-
ingini, so munnu tey ikki
vera so nógv, sum leggja í
listarliga partin av avrik-
unum.
B68-GÍ 0-1 (0-0)
0-1 Krzystof Popzcyinski
ÍF-TB 8-3
1-0 Magni á Lakjuni
1-1 Hallur Christiansen
2-1 Bartal Eliasen
3-1 Hanus Eliasen
4-1 Eyðálvur Petersen
5-1 Bartal Eliasen
6-1 Magni á Lakjuni
7-1 Bartal Eliasen
7-2 Bárður Dimon
8-2 Høgni á Lakjuni
8-3 Olivur Abrahamsen
Runavíkingar gjørdu bart, tá teir á heimavølli eisini fingu fult í næsta dysinum móti FS Vágum
Mynd: Jonhard Hammer
Hóast toftamenn høvdu
bóltin nógv, so gav hetta
sjáldan GÍ-verjuni nakrar
sum helst trupulleikar
Mynd: Jonhard Hammer