týsdagur 20. apríl 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 20. apríl 2004
21
21
Nr. 74 • týsdagur • 20. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Forsetin í ítróttar-
sambandinum, Heðin
Mortensen, harmast
um, at Føroya Lands-
stýri hevur avgjørt, at
útlendsk ítróttarfólk
fyrst og fremst skulu
verða lønt av feløgun-
um, um tey ætla sær
hendan vegin
ÚTLENDINGAMÁLIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað kom ógvuliga óvart á
Heðin Mortensen, at hann í
tíðindunum í útvarpinum
sunnudagin
á
miðdegi
frætti, at landsstýrið hevði
tikið undir við ætlanini hjá
landsstýrismanninum í inn-
lendismálum um at útlend-
ingar, ið føroysk ítróttar-
feløg ætla at fáa sær hendan
vegin, skulu verða løntir av
feløgunum sjálvum. Heðin
Mortensen sigur, at hann í
tað minsta hevði væntað, at
ÍSF bleiv kunnað um av-
gerðina hjá landsstýrinum,
áðrenn farið var í fjølmiðl-
arnar. ÍSF-forsetin sigur
seg verða sera harman um,
at løgmaður, ið er verji hjá
føroyska ítróttinum, ikki
hevur lurtað eftir ítróttar-
sambandinum.
Fer at avtofta fleiri
bygdarfeløg
Heðin Mortensen sigur, at
hetta fer allarhelst at av-
tofta fleiri bygdarfeløg.
Hann sigur, at nógv av hes-
um útlendsku ítróttarfólk-
unum eisini eru ungdóms-
venjarar í feløgunum, og at
tað verður ógvuliga trupult
hjá teimum smærru bygd-
arfeløgunum
at
útvega
nýggjar og eins góðar ung-
dómsvenjarar, sum fleiri av
útlendingunum hava verið.
Avgerðin hjá landsstýrinum
fer fyrst og fremst at raka
smærru
bygdarfeløgini,
sigur Heðin Mortensen og
leggur afturat, at hetta fer
beinleiðis at gera smærru
feløgini veikari og stóru
feløgini sterkari, og tískil
verður munurin bara størri
og størri millum topp og
botn í teimum ymisku
ítróttargreinunum.
Somuleiðis undrast for-
setin í ÍSF á, at nú lands-
stýrið hevur avgjørt, at út-
lendingarnir
skulu
fáa
minst 60 prosent av sínari
løn frá feløgunum, at tað
ikki verða játtaðir pengar
frá landsstýrinum til feløg-
ini, tí annars ber tað als ikki
til. Við hesari avgerð hevur
landsstýrið
avgjørt,
at
ítrótturin í Føroyum skal
verða professionellur, men
teir lata ongar pengar við,
sigur, Heðin Mortensen.
Hann sigur eisini, at tað er
løgið, at so nógv orka verð-
ur brúkt upp á eitt mál, sum
tilsamans snýr seg um í
mesta lagi 70 fólk, sum bert
eru her nakrar fáar mánaðir
hvørt ár.
Sambært ÍSF-forsetanum
eru tað hvørt ár eitt stað
millum 60 og 70 útlendsk
ítróttarfólk her á landi, 30
um summarið, og nøkur fáa
fleiri um veturin. Hetta er
ein ótrúliga lítil partur av
samlaðu mongdini av ítrótt-
arfólki her á landi, ið er
okkurt um 15.000, sigur
Heðin Mortensen. Vit skulu
eisini hava í huga, at hesir
útlendingar hava hækkað
støðið í nógvum føroyskum
ítróttargreinum munandi,
sigur hann.
Fáa ikki arbeiði
aðrastaðnis
Við tað at ítróttarfólkini
ikki kunnu forvinna meiri
enn í mesta lagi 40 prosent
av sínari løn uttan fyri fel-
øgini, verður tað øgiliga
trupult hjá teimum at finna
eitt arbeiðspláss, ið kann
ganga teirra ynskjum á
møti, sigur Heðin Mort-
ensen. Hann heldur eisini,
at tað er púrasta burturvið
at siga, at útlendsku ítrótt-
arfólkini hava tikið arbeiði
frá føroyingum. Somuleiðis
sigur hann, at skuldi tað
veruliga blivið arbeiðsloysi
her á landi, sum hann
sjálvsagt ikki vónar, so
steðgar tilgongdin av út-
lendskum ítróttarfólki upp
av sær sjálvum, tí feløgini
fáa ikki arbeiði til tey,
heldur Heðin Mortensen.
Um nú ein útlendskur
ítróttarmaður leitar sær
hendan vegin, fær familjan
hjá honum, t.v.s. kona og
børn, ikki loyvi at koma við
uttan víðari, og tað heldur
Heðin Mortensen verða
ótrúliga harmiligt fyri Før-
oyar sum tjóð.
Fer at vekja ans í al-
tjóða ítróttarheim-
inum
Umstrídda avgerðin hjá
landsstýrinum fer uttan iva
at vekja ans millum fólk í
altjóðari ítrótt, sigur Heðin
Mortensen, og hann vænt-
ar, at ÍSF fer at hoyra nógv
fyri hetta á millumtjóða
ráðstevnum og fundum.
Slíkt ryktast skjótt í ítrótt-
arheiminum,
og
Heðin
Mortensen stúrir fyri, at
hetta fer at ávirka umdømi
hjá Føroyum sum ítróttar-
tjóð.
Í ÍSF hava tey enn ikki
gjørt nakra niðurstøðu um,
hvat tey fara at gera víðari í
málinum,
men
Heðin
Mortensen sigur, at málið
verður ikki slept her. ÍSF
fer í næstum at hava stjórn-
arfund, og tá verður málið
umrøtt, og væntandi fer
leiðslan í ISF í næstum at
seta seg í samband við fleiri
av lokalfeløgunum fyri at
hoyra, hvussu hetta ávirkar
tey í teirra gerandisdegi.
Heðin Mortensen, ÍSF-forseti
Sera harmiligt fyri føroyskan ítrótt
Løgmaður sigur tað
verða ósatt, tá ið
Heðin Mortensen
sigur, at ÍSF ikki
hevur verið hoyrt í
viðgerðini av út-
lendingamálinum
ÚTLENDINGAMÁLIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í greinini oman fyri sigur
ÍSF-forsetin, Heðin Mort-
ensen, at ítróttarsambandið
als ikki er hoyrt í útlend-
ingamálinum, men hetta
avvísir løgmaður. Jóannes
Eidesgaard sigur, at ÍSF
hevur verið á fundi við
landsstýrismannin í inn-
lendismálum, og harafturat
hevur leiðslan í ítróttar-
sambandinum
umrøtt
málið á fundi við løgmann.
Skilir væl støðuna hjá
ÍSF
Løgmaður sigur seg tó væl
skilja støðuna hjá ÍSF, men
hann sigur, at landsstýrið
noyðist at røkja áhuga-
málini hjá øllum partum,
og so royna at finna ein
gyltan millumveg. Jóannes
Eidesgaard sigur, at ein
mótpartur eru arbeiðara-
feløgini kring landið, og
tey vilja sjálvsagt ikki
hava, at útlendingar koma
hagar og taka arbeiði frá
limunum hjá sær.
Vit skulu royna at finna
eina kós, sum allir partar
kunnu liva við, sigur
Jóannes Eidesgaard, og tað
meta vit, at vit nú hava
gjørt við tí uppskotinum,
sum vit hava sent donsku
myndugleikunum
til
viðgerðar.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur seg væl skilja, at útlend-
ingarnir hava stóran týdn-
ing í nógvum feløgum, og
hann sigur seg verða
samdan í, at útlendingarnir
hava hækkað støðið í eitt
nú hondbóltinum og flog-
bóltinum her á landi.
Trupult mál
Talan er um eitt ógvuliga
trupult mál, tí útlendinga-
lóggávan er ein lóg, sum
forðar og ikki letur upp,
sigur løgmaður. Hann sig-
ur, at sambært lógini skulu
tað verða heilt serlig viður-
skifti, ið tala fyri, at ein
útlendingur fær arbeiðs-
og uppihaldsloyvi her á
landi, og hon nevnir als
ikki ítróttarfólk, sigur Jó-
annes Eidesgaard. Tað
hevur bara verið siðvenja,
at tey hava fingið arbeiðs-
og uppihaldsloyvi, sigur
løgmaður, men hetta er ein
trupulleiki við tí vaksandi
arbeiðsloysinum.
Jóannes
Eidesgaard
sigur, at hann hevur fingið
eina formella klagu frá
ÍSF, og hana fer hann
sjálvsagt at svara upp á og
greiða frá málinum, so-
leiðis sum landsstýrið sær
tað.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður:
ÍSF hevur verið við í viðgerðini
Løgmaður avsannar at ÍSF ikki hevur verið við í viðgerðini av
útlendingamálinum
Savnsmynd
ÍSF-forsetin Heðin Mortensen heldur tað verða ógvuliga harmiligt fyri føroyskan ítrótt, at
landsstýrið nú setur eina forðing fyri útlendskum ítróttafólki
Savnsmynd
Bygdalið aftur partur av
finaluni
Lutakastið lagaði tað
soleiðis, at B36 og HB
heldur ikki hesa ferð
hava møguleika á Ól-
avsøku at takst í
steypafinaluni, har
havnarfeløgini ikki
hava spælt ímóti
hvørjum øðrum síð-
ani í 1991
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Tað er ein dreymur hjá fót-
bóltshugaðum havnarfólk-
um, sum sjáldan er veru-
leiki. Ivaleyst fer hann eina
ferð aftur at gerast veruleiki.
Sunnudagin varð tað greitt,
at tað verður ikki í ár, men
tað ber til at halda fram við
at droyma og vóna, at tað
kanska fer at verða næsta ár!
Tað er steypafinaluna og
lutakastið fyri restina av
hesum steypaárinum, sum
hetta snýr seg um. Í 1991
vann B36 steypafinaluna
ímóti grannunum. Úrslitið
var 1–0. Málskjútti ta ferð-
ina var Bergur Magnussen.
Síðani hava HB og B36
ikki staðið yvir av hvørjum
øðrum í steypafinaluni.
Tað eru fýra ár síðani, at
fyrsta finalan varð spæld á
Tórsvølli, og tað eru trý ár
síðani, at fyrsta finalan var á
Ólavsøku.
Síðani
hesar
broytingarnar hava við-
haldsfólk hjá havnarfeløg-
unum tosað um møguleikan
fyri rættari havnaruppgerð á
Tórsvølli á Ólavsøku, men
tað tykist ganga striltið at
fáa eina sovorna í lag.
Langt er ímillum
Grannauppgerðirnar í høv-
uðsstaðnum eru ótættar í
steypafinaluni. HB hevur
vunnið steypakappingina 25
ferðir, og B36 hevur vunnið
hana fýra ferðir. B36 hevur
tvær ferðir vunnið ímóti
HB. Fyrri sigurin var 26 ár
frammanundan sigrinum í
1991. 19. september í 1965
spældu B36 og HB fyrstu
finaluna
um
fyrstu
Ísafjarðarsúluna. B36 vann
3–2, eftir at hálvleiksstøðan
hevði verið 2–0. Baldvin
Baldvinsson
legði
B36
framum við brotssparki, og
Hugin Samuelsen økti til
hálvleiksstøðuna.
Eftir
steðgin skoraði Kári Helms-
dal tvey mál fyri HB, áðrenn
Baldvin Baldvinsson skor-
aði sigursmálið fyri B36.
Síðsta ferðin, at HB vann
steypafinalu ímóti B36, var
í 1972. 24. september var
sjeynda finalan um fyrstu
Ísafjarðarsúluna spæld í
Gundadali. HB vann 6–1.
Aftur hesa ferð var Baldvin
Baldvinsson málskjútti fyri
B36. John Eysturoy skoraði
tvey mál fyri HB, og hini
skoraðu Eyðfinn Lam-
hauge, Manne Persson, Eir-
ikur Rasmussen og Finnur
Helmsdal.
Í 1964 spældu B36 og
HB eina tað mest tiltiknu
steypafinaluna av øllum. Í
síðstu finaluni um Ísafjarð-
arbikarið, sum tað varð
spælt um 1955–1964, varð
spælt á Tvøroyri, har HB
leygardagin 5. september
vann á TB, og sunnudagin
6. september spældi HB
finalu ímóti B36. Tað end-
aði javnt. So varð spælt
umaftur og umaftur, uttan
at úrslitið gjørdist øðrvísi.
12. september var nýggjur
dystur í Gundadali. Tá end-
aði tað aftur við javnleiki.
Síðani varð spælt, inntil
annað liðið fekk mál, og tað
varð HB, sum vann bikarið
fyri sættu ferð. Harvið vann
HB bikarið til ognar.
Eysturoy ella Klaksvík
Sunnukvøldið varð í ítrótt-
artíðindunum hjá útvarpin-
um lutur drigin um, hvussu
liðini skulu hittast í fjórð-
ingsfinaluni og hálvfinal-
unum. Tá varð greitt, at B36
og HB hava møguleika fyri í
hálvfinaluni at spæla um
annað finaluplássið, og at
hin finalisturin fer at verða
funnin í kapping millum trý
feløg í Eysturoy og KÍ.
Undan lutakastinum var
greitt, at tey fýra feløgini,
sum skulu eiga heimavøll í
fjórðsingsfinaluni, eru B36,
ÍF, GÍ og HB. Mótstøðuliðið
hjá steypavinnarunum úr
B36 verður VB. Mótstøðu-
liðið hjá ÍF verður KÍ. Mót-
støðuliðið hjá GÍ verður
NSÍ, og EB/Streymur skal í
Gundadal at spæla ímóti HB.
Umframt í sjálvari final-
uni er tað bara í fjórðings-
finaluni, at vinnarin verður
funnin í einum og sama
dysti. Fjórðingsfinalurnar
eru ásettar at vera leygar-
dagin 8. mai ella leygardag-
in eftir at annað umfarið í
landskappingini er spælt 2.
mai.
Tvær
fjórðingsfinalur
skulu spælast í Gundadali.
Tað er greitt, at B36 og HB
ikki fara at spæla fjórðings-
finalu í senn, men tað er
ikki greitt, um havnarfel-
øgini fara at spæla sama
dag, ella um onnur verður
leygardag og hin sunnudag.
Ein annar møguleiki er, at
onnur verður fríggjadagin
7. mai, sum er Dýri biðju-
dagur.
Lutakastið til hálvfinal-
una staðfesti, at B36 og HB
ikki fara at stríðast í final-
uni á Ólavsøku. Vinnarin av
dystinum millum B36 og
VB skal spæla ímóti vinn-
aranum millum HB og EB/-
Streym, og vinnarin av
grannauppgerðini millum
GÍ og NSÍ skal spæla um
annað finaluplássið ímóti
vinnaranum av stríðnum
millum ÍF og KÍ. Harvið er
tað greitt, at Eysturoyggin
ella KÍ fer at eiga annað
finaluplássið, og at kapp-
ingin um hitt finaluplássið
fer at standa millum Havn-
ina, Vág og Sundalagið.
Fyrra hálvfinalan verður
sunnudagin 23. mai, og
tann seinna verður leygar-
dagin 3. juli.
Tað vóru Bjarki Mohr og
Pætur Clementsen sum
vegna FSF vóru í Útvarpin-
um sunnudagin, tá lutur
varð kastaður um, hvussu
spælast skal víðari í steypa-
kappingini
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Útvarp
Føroya
C
M
Y
K
20