Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. apríl 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 74 - 20. apríl 2004 Nr. 74 - 20. apríl 2004 19 Kervi hevur sett sær sum mál at gera Føroyar til eitt betri samfelag við kunning- artøkni. Við at skapa e-busi- ness og e-government skip- anir til tað almenna kann orka frígevast til betri tæn- astur og nýskapan. IBM er svarið! "Sannleikin finst í IBM. Vit eru vegurin, og vit vilja umvenda all- ar føroyingar." Álvari liggur undir hvørjum orði, tá ið teir báðir Óli á Deild Olsen og Jónsvein Joensen, ávikavist stjóri og menningarleiðari á Kervi, skemtiliga seta orð á sína fyritøku. Smápartafelagið Kervi er einasta IBM Advanced Business Partner í Føroyum og leggur seg eftir at umboða alt tað, sum teldurisin stendur fyri. IBM, International Business Machines, stavar úr Amerika, hevur 80 ár á baki og er heimsins størsta KT-fyritøka. Meira enn 350.000 starvsfólk starvast tilsamans fyri "the Big Blue". Kervi er eitt sjálvstøðugt virki, men øll IBM-umboð eru sokall- aðir Busines-partnarar. Hetta al- heims netverkið, ella kervið um tú vilt, hevur sum orðaðan mál- setning at hjálpa og stuðla hvørj- um øðrum. Allar skipanir, sum Kervi mennir til sínar kundar, skulu eitt nú góðkennast av IBM, og tað er eitt góðskustempul í sjálvum sær. — Velur tú Kervi, so velur tú eisini IBM. Okkara kundi fær alt netverkið, sum vit dúva uppá, og harvið fær hann eisini vitanina hjá heimsins størstu KT-fyritøku, sigur Óli á Deild Olsen, stjóri. Ráðgeva og loysa Kervi hevur góð trý ár á baki. Óli Olsen og Jónsvein Joensen kendust og høvdu starvast sam- an áður. Jónsvein hevur arbeitt hjá IBM í Danmark og teir báðir sannførdu "bláu" undraðust á, at heimsins størsta KT-fyritøka einki umboð hevði í Føroyum. Fyritøkan byrjaði í desember 2001 við sjey fólkum, og nú starvast 11 fólk hjá Kervi í nýggj- um húsum við Íslandsvegin í Havn. Kervi leggur dent á trý høvuðs- øki: Tólbúnað, ritbúnað og ráð- geving. Søguliga hevur IBM lagt seg eftir at røkka stórum og miðalstórum fyritøkum. Nú hevur fyritøkan nýtt fokus. Farið verður til smáar fyritøkur við lagaligum tilboðum, sum bert tær stóru fingu áður. Skipanir verða lagaðar til ítøki- liga tørvin hjá virkinum ella kund- anum. — Vit selja ikki pakkaloysnir. Okkara loysnir byggja á ráðgev- ing, og vit lata altíð endaligar loysnir til kundan. Vit taka støði í kundanum og laga skipanirnar til hansara tørv. Vit selja sostatt ikki bara edv. Vit selja ráðgeving, og vit selja skipanir. Tí eru okkara loysnir varandi. Velur tú IBM, so velur tú eitt lívlangt hjúnarlag og ikki eitt eingangsfyribrigdi. Kervi hevur egna menningar- stovu, har forrit verða ment og tillagað kundunum. Ein høvuðs- táttur er eisini netumsiting, har virki leiga ein teldurøkil til at taka sær av vanligum rakstartænast- um. Hundraðtals milliónir Kervi hevur sett sær stór mál: Føroyar skulu gerast til eitt betri og smidligari samfelag við kunn- ingartøkni. Tí leggur Kervi stóran dent á at sleppa inn á almenna marknaðin. IBM hevur góðan førleika á hesum øki, og tørvurin er stórur hjá tí almenna. Hundraðtals milliónir krónur kunnu frígevast til betri endamál við at seta skipanir í verk í tí al- menna, so borgarar sjálvir kunnu avgreiða mál. Ein óneyðuga stór orka verður brúkt til at gera vanauppgávur, sum borgarin sjálvur kundi avgreitt. — Tìbetur er ein hugburðsbroyt- ing við at koma, tí tað almenna dugir at síggja tørvin og kennir eftirspurning eftir e-business, sum er sjálvsavgreiðsla og ann- að. Um borgarin kann avgreiða mál sjálvur, frígevur tað orku hjá tí almenna til nýhugsan. Borgarin fær betri tænastu fyri pengarnar, og tað almenna brúkar orkuna og heilakapasitetin skynsamari, siga Óli og Jónsvein. Stovnað: 2001 Stjóri: Óli á Deild Olsen Starvsfólk: 11 Virksemi: Tólbúnaður, ritbúnaður, netumsiting, menning og ráðgeving. IBM er vegurin og sannleikin Haldaraskipanin hjá tele- varpinum er ment av Kervi. Hon er eitt gott dømi um, hvussu vanabundnar upp- gávur kunnu loysast sjálv- virkandi til gagns fyri virki og kunda Sjálvsavgreiðsla og sjálvvirkni er søtur musikkur í oyrunum hjá Kervi og IBM. Málið er, at teldur og tól taka sær av øllum teimum vanauppgávum, sum annars krevja fleiri fólk í umsitingini. Kervi samstarvar og ráðgevur, tá ið stovnar og fyritøkur fara undir at rationalisera og gera arbeiðs- lagið høgligari. Eitt gott dømi um, hvussu tað verður gjørt, er nógv umrødda Televarpið hjá Føroya Tele, sum í Føroyum hevur fingið kelinavnið frystiboksin. Aðrastaðni er Tele- varpið eitt heitt hitt í hesum døg- um. Suðurlendingar tiðnaðu full- komliga, tá ið teir sóu, hvussu ómakaleyst skipanin verður umsitin. Haldaraskipanina hevur føroyska IBM-umboðið Kervi ment. Skipanin er so mikið áhugaverd, at Føroya Tele hevur fingið fleiri fyrispurningar uttanlands, og gongst væl, kunnu fleiri stórar uppgávur koma í kjalarvørrinum á stóra handlinum, sum Føroya Tele fekk um Televarpið. Skipanin, sum Kervi hevur ment, snýr seg í stuttum um at minka sum mest um umsitingina av televarpinum við at gera upp- gávurnar sjálvvirkandi. Haldaraskipanin stýrir øllum sjálv. Kundin verður skrásettur í skipanini beinleiðis hjá seljara, og síðan verður hann stovnaður í kjarnuskipanini hjá Kervi. Skip- anin letur rásirnar upp, so kund- in sær tað, hann hevur teknað hald fyri. Peningurin til mánaðar- liga haldaragjaldið verður tikin av konto hjá kunda og innlisin í skipanina. Verður peningur ikki goldin, so verða rásirnar av sær sjálvum stongdar, til peningur aftur er inngoldin. Alt hetta verður gjørt, uttan at persónar verða íblandaðir, og skipanin hevur spart Føroya Tele fyri nógv eyka starvsfólk í umsit- ing. Ella sagt øðrvísi: Starvs- fólkini kunnu nýta orkuna upp á aðrar meiri spennandi og menn- andi uppgávur. - Hetta vísir, hvat kann fáast burturúr, tá ið eitt virki fer við opnum sinni til eina KT-fyritøku og biður um hjálp og ráðgeving, sigur Óli á Deild Olsen, stjóri á Kervi. Kervi hevur aðrar líknandi upp- gávur, sum verða fyrireikaðar í løtuni. Arbeitt verður við at skipa eina sjálvavgreiðslu í Bileftirlitin- um, sum ger handahóvsarbeiði óneyðugt. Søtur sjálvvirkandi musikkur. Vunnu stóran heiður við televarpinum Hundraðtals milliónir kunnu frígevast hjá tí almenna, siga Jónsvein Joensen og Óli á Deild Olsen. Flaggskipið hjá lítlu klaks- víkarfyritøkuni, Hansoft, er ein samskipað goymslu-, viðskifta- og bókhaldsskip- an Í húsinum við Klaksvíksveg 77 situr stjórin, Esbern Hansen, og gleðir seg til KT-stevnuna. Sam- an við trimum øðrum fólkum myndar hann fyritøkuna, Han- soft, sum hevur fingið sær skraddaraseymaðar dátugrunn- ar sum sergrein. Slíkum hevur Esbern arbeitt við seinastu 9 árini. Eingin ivi er um, at skraddara- seymaðir dátugrunnar eru styrk- in og bulurin í lítlu fyritøkuni. Tað er ein styrkur at kunna gera skip- anir, ið passa til fulnar júst til ávísa virksemið hjá ávísu fyritøk- unum. Vinningurin er ofta, at virksemið í fyritøkuni verður effektiviserað munandi. Spenningurin í Hansoft í hesum døgum hevur kortini samband við annað enn dátugrunnar. Hann er elvdur av spildurnýggju GVB-skipanini, ið er ein sam- skipað Goymslu-, Viðskifta- og Bókhaldsskipan. Hesa skipan hava Esbern og tey brúkt sein- astu árini at menna. Tey á Hansoft vænta, at GVB-skipanin fer at draga til sín flest forvitin á KT-stevnuni. Esbern Hansen ivast ikki í, at leggja umboðini fyri virki og stovnar merki til teirra GVB-skipan, er Hansoft væl við. Sjálvur heldur hann, at tann parturin av skipanini, sum eitur Viðskiftaskipanin og skal brúkast til kundarøkt, er góður. Henda skipanin ger, at fyritøkur m.a. kunnu hava øll skjøl, alt samskifti og allar kontur, ið hava samband við kundan, undir einum. Hetta heldur Esbern vera týdningarmesti kappingarpara- meturin í samlaðu skipanini. Hartil er at siga, at skipanin er einføld at nýta, tí hon er tengd at Microsoft Office, ið fólk flest nýta, og sum er løtt passa til kundan. Týdningarmikið er eisini, at skipanin er bílig. Virksemið hjá Hansoft er annars størri enn so. Fyritøkan bjóðar m.a. tráðleyst internetsamband í Klaksvík, og harumframt um- boðar hon prentarar og fjølritarar frá Kyocera Mita, sum verða vístir fram á stevnuni í Norður- landahúsinum. Av øðrum størri ætlanum, sum Hansoft hevur á stevnuskránni, er ein sporføris- skipan, sum skuldi verið áhuga- verd fyri alla fiskivinnuna. Hesa skipan hevur Hansoft ment sam- an við øðrum. Annars má sigast, at Esbern Hansen hevur verið har, ið á leikar, tá ið tað um føroyska KT- vinnu ræður. Hann var fyrsti formaður í KT-felagnum, og hann skipaði fyri KT-stevnuni seinast. Royndir hansara í vinn- uni hava sannført hann um, at tað, sum vinnuni tørvar í løtuni, er ein portal, sum kann vera staðið á alnetinum, har ið tað al- menna leggur alt KT-innkeyp og allar KT-tænastur. Ynski Esberns er ikki minst elvt av, at hann hevur virki sítt í Klaksvík, og at hann tí hevur merkt, at tað kann vera torført at gera seg galdandi, tá ið ein er KT-veitari í útjaðaran- um; serliga tá ið tað snýr seg um tænastur til tað almenna. Stovnað: 1999 Stjóri: Esbern Hansen Virksemi: Gera skraddara- seymaðar dátugrunnar o.a. GVB-skipanin er veruleiki Esbern Hansen stóð á odda fyri KT-stevnuni seinast. Nú bíðar hann spentur eftir móttøkuni av nýggju Hansoft-skipanini. C M Y K 19 18