Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Árni Joensen Í næstsíðstu viku gjørdu ameri­kanskir fjølmiðlar vart við ta nógv veksandi nýtsluna av heilivági fyri ADHD har, so bleiv sama evnið umrøtt í Føroyum, og nú er tað í Danmark, at málið verð­ur tikið upp. Tøl hjá danska Serum­ stovn­inum vísa, at 38.000 danir fingu heilivág fyri ADHD í fjør. Tað er 3.000 fleiri enn í 2011, og hesa gongdina heldur sálarserlæknin Asker Stig Nielsen vera skelkandi. – Tað er burturvið, at tal­ ið framvegis veksur, men tí­verri kemur tað ikki óvart á meg. ADHD er vorðið eitt móta­hugtak, og eftir mínum tykki eiga bæði sjúklingar og læknar at hugsa seg betur um, segði hann við Ekstra­ blaðið um vikuskiftið. Gáttin ov lág Í 2001 fingu 2.400 fólk í Dan­ mark viðgerð við ADHD- heili­vági, og talið er sostatt 15-faldað hesi seinastu ellivu árini. Tann ógvusligi vøkstur­in fekk í 2010 danska heilsustýrið at koma við ein­ari vegleiðing, sum stað­ festi, at ein serkønur, eitt nú ein sálarlækni, skuldi taka støðu til, um eitt fólk skal hava heilivág. Men sambært Asker Stig Nielsen er gáttin framvegis ov lág. – Tað er mangan torført at seta eina sálarliga diagnosu. Sjálvt fyri tey serkønu á øki­num. Nógv eyðkenni frá øðrum trupulleikum so sum kreppu, tunglyndi ella mis­ nýtslu líkjast ADHD-eyð­ kenn­um, sigur hann. Danski heilsumálaráð­ harrin, Astrid Krag, ásannar, at talið á fólki, sum fáa ADHD-heilivág, veksur órógv­andi skjótt. – Tað tykist, sum er hetta er farið á glið, segði hon við danskt sjónvarp um vikuskiftið. Hon legði afturat, at heilsustýrið hevur sett ein serfrøðingabólk at gera fastar ásetingar fyri, hvat eigur at vera grundarlag fyri, at fólk fáa diagnosuna ADHD. arni@sosialurin.fo Er ADHD vorðin ein mótasjúka? Heilsumálaráðið sent fundarboð Í síðstu viku bleiv umrøtt, at nýtslan av ávísum heilivági fyri ADHD er fleirfaldað í Føroyum tey seinastu árini. Men tað er ikki bara her, at tað er so. Gongdin er tann sama aðrastaðni, og tað fær serfrøðingar at seta spurningar Tað er ikki bara í mati, at ymiskt kann koma uppí, sum ikki eigur at vera har. Nú eru trupulleikar við einum parti av klænkiplátuni Nupo MR Strawberry Blackurrant, tí í einari plátu kom ein keypari fram á eitt 4 ferðir 1,5 cm langt træpetti. Hendingin hevur fingið donsku fyritøkuna Nupo A/S at kalla nakrar av vørum sínum aftur alt fyri eitt. Tað er langt síðani stað­ fest, at kaffi kann verja ímóti sjúkum sum sukur­ sjúku, krabbameini, Alzzheimers, Parkinsons og hjarta­sjúkum. Nú vísir tað seg, at kaffi kann eisini verja okkum ímóti at fáa blóð­tøpp. Granskararnir siga, at tey, sum drekka millum tríggjar og seks koppar af kaffi um dagin, hava 30 prosent minni vanda fyri at fáa blóðtøpp enn tey, sum ikki drekka kaffi. Sama kanning kom eisini til ta niðurstøðu, at fólk, sum eru tung í sinninum ella tunglynt, eru í 60 prosent størri vanda fyri at fáa blóðtøpp enn tey, sum hava lættari sinnalag. Tað sama vísti seg hjá teimum, sum kendu seg einsamøll. arni@sosialurin.fo Kaffi kann eisini forða blóð­tøppi – Tað er ørkymlandi, at nýtslan av sonevndum ADHD heilivági er økt so nógv seinastu árini, sigur Karsten Hansen, lands­ stýrismaður í heilsumálum Árni Joensen Gongdin við teirri nógv veksandi nýtsluni av ADHD- heilivági í Føroyum hevur vakt ans hjá føroysku heilsu­ myndugleikunum. Fyri tveimum mánaðum síðani sendi Landslæknin kommunulæknunum og leiðsluni á Psykiatriska depli­num áheitan um at vísa størsta varsemi, tá tey skriva út tílíkan heilivág. Nú hevur heilsumálaráðið so eisini boðað avvarðandi pørtum so sum lands­ lækna­num, umboðum fyri Psykiatriska depilin, kommunu­læknafelagnum og apotek­inum á fund at greina støð­una og um neyðugt at taka neyðug stig við tí fyri eyga at tálma nýtsluna. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum