Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Vilmund Jcobsen Tað var stjórin í Landsverki, Evald Kjølbro, sum legði fyri, og hann segði, at hetta er ein stórur dagur, sum nógv hava sæð fram til - og endi­liga er dagurin upp­runn­in. - Nógvir snáv­ingar­stein­ ar hava verið á vegnum, og onkr­ar av hesum kundu vit havt verið fyri uttan. Men, tað skulu vit ikki dvølja við nú. Stjórin vísti á, hvussu týdn­ing­armikið tað er, at allir partar eru klárir og eru við, tá ein slík stór verk­ætlan verður sett í gongd. - Eg haldi meg kunna siga, at vit øll nú draga somu línu. Eg vóni, at vit um stívliga trý ár, tá skúlin verð­ur tikin í nýtslu, kunnu siga, at tað var tað vert, at vit brúktu tíð upp á at fáa verk­ætlanina so klára sum gjør­ligt, áðrenn vit fóru í gongd. Evald segði, at sum stjóri í Landsverki, sum er byggi­ harri í hesi verkætlan, fegn­ ast hann um, at politiskur vil­ji hevur verið til staðar. - Eg eri sera fegin um, at vit funnu eina loysn, eftir at vit høvdu roynt at finna tær sparingar sum vóru møguligar. Hann vísti á, at kjarnin í øllum er, at okkara unga ættar­lið nú fær góðar og virði­lig­ar karmar at leggja grund­støð­ið undir víðari út­ búgv­ing. - Eg ynski øllum góða eydnu við byggingini og næm­ing­um og lærarum góða eydnu við teimum frá­ líku kørmunum sum verða, tá skúlin verður tikin í nýts­ lu á sumri í 2016, segði Evald Kjøl­bro. Heimagjørdur haki Bjørn Kalsø, lands­stýris­mað­ ur í mentamálum, var næst­ ur at taka orðið, og hann byrjaði við orðunum, at ”… leingi er tað, ið væl skal vera”, sum orðatakið sigur. Landsstýrismaðurin greid­di frá gongdini í hes­um máli og segði, at longu í fyrru helvt av átta­ti­áru­num, tá Handils­skúl­in varð bygdur í Marknagili, vóru ætlanir um at byggja nýggj­an Tekniskan skúla her. Í seinnu helvt av ní­ti­ár­unum varð eisini ar­ beitt ítøki­liga við ætlanum at bygg­ja nýggj­an studenta­ skúla á hesum staði. - Kortini hevur øll hesi ár ongantíð eydnast at stan­ da saman um nakra av æt­ la­nun­um, og hava tær all­ ar verið av ongum.Tí eri eg ómetaliga fegin um at standa á odda, nú tað lok­sins hevur eydnast okk­um at koma so langt við fyri­reik­ing­unum av hesi verk­ætlan, at tíðin nú er búgvin at loysa fyrstu fløg­ ini, sum tekin um at farast kann undir at byggja. Landsstýrismaðurin vís­ti á, at talan er um stóran dag í føroyskari søgu og helst millum teir størstu í okk­ara skúlasøgu. - Her fara komandi mon­ gu árini ein stórur partur av okkara ungdómi at leggja lunn­ar undir framtíðina. Her fara vit at geva teimum tað besta, vit eiga - vitan og lær­dóm. Hann segði, at byggi­verk­ ætlanin, sum nú fer í gongd, fevn­ir sum kunnugt um Studenta­skúlan, Tekniska Skúlan og Handilsskúlan. - Útbyggingin kem­ur í tøkum tíma, tí um­støð­ur­nar hjá lærarum og næm­ing­um á Tekniska Skúla í Smiðju­ gerði og á Studenta­skúla­num í Hoy­døl­um hava verið út av lagi vánaligar í mong ár, og trongligt hevur eisini verið á Handilsskúlanum sein­nu árini, segði lands­stýris­mað­ urin. Hann legði aftrat, at tað er hansara vón, at verk­ætlan­in fer at byggja brýr millum næmingar og lær­ar­ar. - Hakan, sum eg nú fari at seta í svørðin, havi eg til­ evn­að í samstarvi við góð­ar kreftir á Tekniska Skúla­num og við fyrimynd úr gomlum haka, sum blanka­skála­menn nýttu at velta úr nýggj­um við, tá teir fluttu til Syðra­ dals, segði Bjørn Kalsø mill­ um annað í røðu síni. Livandi býarpartur Triði og seinasti røðarin við hátíðarløtuna í Markna­gili mána­dagin var borgar­stjór­ in í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen. - Hetta er bara byrjanin, og mær tørvar ikki at siga lands­stýrinum, at næsta stigið verður eitt altjóða uni­ versi­tet á Debesartrøð. Borgarstjórin helt, at løtan av sonnum er stór og týdn­ingarmikil. - Løtan er stór, tí talan er um stórt og serstakt bygn­ ingsverk. Løtan er týdn­ing­ ar­mikil, tí talan er um størstu almennu íløgu í út­búgving nakran­tíð, og sum verður øllum Før­oya fólki at gagni. Vit kun­nu frø­ast um at vera kom­in so langt, hóast til­ gongd­in hev­ur verið drúgv. Tað er ikki sørt, at vit í fleiri før­um hava bor­ið ótta fyri, at verk­ætlan­in fór fyri bakka, og at vit kanska skuldu bíða í enn eini 10-15 ár eftir nýggj­ Tað var rættiligur hátíðardámur í Marknagili seinnapartin mánadagin, tá landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø - við heimagjørdum haka - loysti fyrsta flagið fyri Føroya størstu skúlaverkætlan nakrantíð. Haldið byrjaði við, at næmingar og lærarar úr Hoydølum sungu nakrar vakrar og vælljómandi sangir Tá Bjørn Kalsø setti hakan í til Marknagilsdepilin