Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi um mið­náms­skúla í høvuðs­ staðar­øki­num. Avleiðingin av hes­um hevði verið, segði borgar­ stjórin, at teir fleiri enn 1.300 næmingarnir í Hoy­ døl­um, Tekniska skúla og á Handilsskúlanum skul­du halda fram í sera ótíð­ar­hósk­ andi og út­slitn­um hølum. - Men, tíbetur eru nú øll segl sett til hesa bygging, sum í sær sjálvum fer at seta nýggj mát fyri skúla­bygging í Føroyum. Markna­gil verður eftir hetta ein livandi og fjølbroyttur bý­ar­part­ur, har tann lívsglaði ung­dóm­urin setur sín ser­staka dám á. Borgarstjórin segði seg fegnast um tann positiva leik­lut, sum Tórshavnar kom­mu­na hevur havt í hesi verkætlan, og sum hevur gjørt sítt til, at Lands­verk sam­an við teirra ar­beiðs­ takar­um nú kunnu fara und­ ir byggiarbeiðið. - Bæði býráð og umsiting hava arbeitt miðvíst og konstruk­tivt við teimum mongu málunum, sum hava verið knýtt at hesi byggi­ætl­ an, og teirra lutur liggur ikki eft­ir. Heðin Mortensen segði, at kommunan hev­ur í sam­ bandi við maka­skiftis­av­talu latið landi­num fleiri enn 31.000 fer­metrar av lendi­ num í Markna­gili, og sum koma aftr­at tí grund­øki, sum land­ið átti her fram­man­und­ an. - Kommunan skal har­um­ framt gera fleiri íløgur í sam­ bandi við depilin, eitt nú í vegagerð, parkering, kloakk­ir og millum annað sløkkiliðið, sum alt í alt fara at kosta fleiri enn 20 miljón­ir krónur. Borgarstjórin vísti á, at øll vita, hvørjar avbjóðingar før­oyska samfelagið hevur, eisini Tórshavnar býur. - Vit missa ov nógv av okkara ungu av landinum. Hetta ger landið og býin mun­andi fátækari, bæði bú­ skap­ar­liga, vitanarliga og mentanarliga. Heðin Mortensen segði, at vit eiga ikki at steðga her. - Nú er neyðugt at seta ferð á at menna hægri útbúgving, og til tess má byggjast eitt muna­ gott altjóða uni­ver­sitet á Debesartrøð. Mær nýt­ist ikki at siga lands­stýri­num, at eisini við uni­ver­si­tets­ætlan­ ini fer Tórshavnar bý­ráð at veita sín fulla stuðul, segði borgarstjórin millum ann­að, tá hann helt røðu við há­tíð­ arløtuna í Marknagili. Hugskot og tankar Eftir sang, røður og løtuna, tá Bjørn Kalsø, lands­ stýris­maður, hevði loyst fyrsta flagið, var op­ið hús í matstovuni á Skúl­a­heimi­ num, har borð­reitt var við frá­lík­um pinna­mati og drykkju­vørum. Teir báðir donsku arkitektarnir, Bjarke Ingels og Finn Nørkjær, frá BIG - sum stendur fyri Bjarke Ingels Group - greid­ du frá, hvørji hugskot og tank­ar liggja aftan fyri stóra skúladepilin. Eitt nú greiddu teir frá, hvussu teir hava hugsað teir tríggjar skúlarnar sam­a­n, og hvussu føroyska nát­t­úr­an og frálíka út­sýn­ið úr Marknagili ­yvir høvuðs­stað­i­n, Nóls­oyar­ fjørð­ og Nóls­oyn­na er hugs­ að inn í heil­d­ar­upp­liv­ing­ina av at verða í bygn­ingi­num. Samlaða fíggjarætlanin fyri verkætlanina er 515 miljónir krónur við inn­búgvi og øðrum, og pláss verð­ur fyri umleið 1.300 næm­ing­ um. Eftir ætlan skal skúlin, sum verður 19.500 fer­metr­ar til støddar, takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016. - Tað er Finn Nørkjær, arki­tektur, sum hevur høvuðs­ábyrgd­ina av verk­ ætlan­ini vegna BIG. Hann arbeiddi fleiri mán­að­ir í Føroyum, eftir at fyri­tøkan hevði vunnið kapp­ing­ina um at tekna skúla­depil­in. Bjarke Ingels og Finn Nør­ kjær eru báðir sera væl­nøgd­ ir við, at verk­ætlan­in, sum teir hava lagt so nógva orku í, umsíðir gerst veru­leiki, sigur byggiharrin, Lands­verk. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, loysir fyrsta flagið við haka, hann sjálvur hevur gjørt Heðin Mortensen bað politikararnar bara halda fram og eisini byggi universitetið á Debesartrøð Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, fegnaðist eisini um, at verkætlanin nú er farin í gongd