týsdagur 16. apríl 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sambært kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000
um alment útboð av fastari ogn lýsir Klaksvíkar
Kommuna eitt økið Millum Hjalla uppá 3007 m² til
sølu til raðhúsabygging.
Økið liggur uppat kommunalum vegi í nýggjari
kommunalari útstykking við tilsamans 47 sethúsa-
grundøkjum, og umfatar henda útbjóðing 6 óútgriv-
in grundøkir (matr.nr. 1006bn, 1006bm, 1006bl,
1006bk, 1006bi og 1006bh), sum verða seld undir
einum
– sum ein samanhangandi eind. – Klaksvíkar Kom-
muna rindar fyri samanlegging av grundøkjunum
til ein matrikul, meðan keyparin rindar fyri sundur-
býtið samsvarandi viðkomandi byggiætlan.
Talan er um staðseting í útstykkingarøki, har van-
ligi kommunali søluprísurin er kr. 380,- / m² og við
m.a. hesari byggisamtyktarligu ásetingini:
Minstavídd pr. raðhúsagrundøki: 200 m²
Ábygging í mesta lagi: 35%
Tal av hæddum í mesta lagi: 3
Byggilinja til veg: 3 metrar
Parkeringspláss í minsta lagi: 2 pr. grundøki
Keyparanum stendur frítt at skipa økið og ábygging
innanfyri karmarnar í byggisamtyktini.
Økið verður latið við atkomu frá kommunalum
vegi við íbinding í kommunala spillvatnsskipan og
vatnveiting.
Saman við tilboðnum uppá lendið, skal sendast
frágreiðing um og skitsa av ætlaðari bygging.
Upplýsingar um økið og treytir annars fáast á
Teknisku Umsiting telefon 410000.
Við heimild í § 6 í somu kunngerð stendur tað kom-
mununi frítt at velja millum innkomin tilboð ella onki
at taka.
Møgulig tilboð skulu vera skrivlig og skulu vera
Klaksvíkar Kommununi í hendi seinasta lagi 23.
mai 2013 kl. 12.00.
Innkomin tilboð verða viðgjørd í trúnaði, inntil ognin
er seld.
Søla av lendi til
raðhúsabygging
í Klaksvík
Klaksvíkar Kommuna Nólsoyar Pálsgøta 32 FO-700 Klaksvík Tel. +298 410000 Fax +298 410001 klaksvik@klaksvik.fo
Tilsamans 3007 m² til raðhúsabygging
Millum Hjalla
klaksvik.fo
Klaksvíkar Kommuna
Posttboks 2, 710 Klaksvík
Raðhúsaøki 1