Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tekstur: Bertil Hellsten Ein mynd kann vera sett saman av fleiri lutum, ikki bara á pixelstøði. Eisini innihaldið kann býtast upp á ymsan hátt. Eitt menniskja kann vera tað áhugaverda í eini mynd, meðan bakgrundin er keðilig ella í ringasta føri skeiv. Skeiv bakgrund kann skapa eina heilt aðra uppliving enn hana, sum myndatakarin hevði hugsað sær, og eisini nakað annað, enn sonevndi veruleikin er. Um onkur setir tveir fingrar handan høvdið á tí, sum myndin verður tikin av, so eru fingrarnir kanska ikki serliga áhugaverdir. Eisini tekniskt kann myndin detta sundur: Bakgrundin kann vera ov ljós ella ov myrk. Tað kann komast av, at blitzið ikki røkkur nóg langt, ella at myndatøknin ikki kann endurgeva eins nógvar kontrastir, sum eyguni kunnu. Og tað er galdandi fyri bæði gamaldags analoga tøkni og nútímans talgilda. Tað finnast óteljandi orsøkir til at viðgera ymsar partar av myndini fyri seg. Og tað finnast minst líka nógvir hættir at viðgera myndirnar uppá. Ein klassikari er, at tú fríttleggur eitt menniskja. Bakgrundin kann vera skeiv ella ljót, og tað er kanska ikki møguligt at velja nakað annað. Enn meira vanligt er, at myndatakarin ikki hevur sæð tað, sum er handan motivið. Ikki fyrr enn myndin skal nýtast, síggjast skeivleikarnir. Og hóast bakgrundin er rólig og fín kann mann velja at framhevja motivið enn meira við bara at taka bakgrundina burtur. Tað er sjálvandi ein møguleiki. Avbjóðingin er at siga viðgerðarforritinum, hvat skal takast burtur, og hvat skal goymast. Tað finnast nógvir hættir at velja myndapartar uppá. Tann, sum er lættast at skilja, er tann, sum verður nevndur lasso ella lassopolygon í Photoshop-heiminum. Í øðrum heimum verður hetta rópt markeringsamboð ella lasso-select. Tær funkurnar, sum verða nýttar í hesi greinarøðini, finnast í nógvum forritum, men sum útgangsstøði nýta vit Photoshop Elements og tað, sum funkurnar eita har. Í veruleikanum rigga amboðini soleiðis, at mann setir eitt mark í myndina. Tað kann verða neyvt og gott, men krevur nógv arbeiði, um myndin er samansett. Tí er tað djarvt at snýta – og úrslitið verður ivasamt. Eitt betri kompromis millum leti og úrslit kann fáast við meira sjálvvirkandi amboðum – eitt nú gandastavinum og skjót-markerings amboðnum. Gandastavurin riggar væl, um ljósvirðini í tí, sum skal markerast, eru eins og í aðrar mátar skilja seg burtur frá restini. Tú kanst innstilla, hvussu stóra variatión tú vilt loyva í tí markeraða. Jú størri tolsemi, jú størri er vandin fyri at markeringin glíðir yvir aðrar partar av myndini, sum ikki skulu markerast. Og nakað soleiðis riggar skjót-markerings amboðið, men tað er ikki heilt so einfalt, og tað kennir ikki bara ljósvirði men eisini strukturin í tí markeraða. Groft sagt, so merkir tú ynskta partin av myndina, og so finnur amboðið sjálvt tann kantin, sum tykist vera tann rætti og skapar eina markering. Ofta riggar hetta væl og lætt, men tað er ikki altíð. Um tú ynskir neyvleika kanst tú rætta hetta nakað við manuellum amboðum. Hvat riggar best, veldst um fleiri faktorar, og tað kann lærast við at royna seg. Vit byrja við einføldum og væl riggandi arbeiðshættum. Við fleiri royndum kunnu allir brúkarar finna betri loysnir – og loysnirnar eru næstan altíð ymiskar, alt eftir eins egnu royndum og tí, sum tær nú eina ferð dámar. Klipp barnið út Lítla barnið kann gerast sjónligari við eini reinari bakgrund. Í myndadøminum kann skjótmarkingsamboðið velja barnið og teppið við góðum úrsliti. Mála við amboðum runt barnið eftir teppinum. Tá verður tað valt sera Myndaviðgerð: Ein heil mynd kann gerast betri, um tú broytir ein lítlan part av henni! Ella um tú broytir ymsar partar upp á ymiskar mátar. Um himmalin er ov ljósaur og lambið og myrkt, kann tað verða trupult at velja: Penari himmal ella sjónligari lamb? Fyri at gera eina mynd so góða sum gjørligt, kann verða tørvur á at broyta ymsu partarnar á ymiskan hátt tøkni Lortur og pannukøkur Við amboðnum lassopolygon, myrka valmyndin, kanst tú tekna mørkini fyri, hvat skal viðgerast í myndini Við skjótmarkeringsamboðnum gongur skjótt at markera barnið á bláa teppið. Við at invertera verður bakgrundin vald Tá valda bakgrundin verður slettað, er barni fríttlagt móti hvítari bakgrund Bakgrundsliturin kann stýrast á almyndini niðast til vinstru Her hava vit valt ljósabláa bakgrund. Tú kanst eisini skifta millum for- og bakgrundslitir við at trýsta á pílarnar til høgru ella við at endurskapa grundstillingarnar Við ljósabláara bakgrund verður myndin øðrvísi at síggja til, enn tá bakgrundin var hvít. Hon tykist nú meira náttúrlig Nú er myndin væl klipt, og bæði barn og myndatakari kunnu vera væl nøgd Um trýst verður á bakgrundslitin kemur ein litavalskassi upp Gandastavurin velur eitt øki út frá ljósvirðinum, sum trýst verður á. Tú kanst stilla um, hvussu stórt ljósvirðið á tí valda skal vera í mun til virðið á tí, sum trýst verður á Tá myndin verður gjørd størri, síggja vit, at fríttleggingin hevur gjørt ein heldur tilgjørdan kant Markið millum barnið og bakgrundina sær heldur tilgjørt út. Feather í tí valda gevur ein sjónligan skugga móti bláa litinum Við eini hóskandi mongd av feather ber til at gera kantarnar kring tað klipta bleytari. Nú sær út til, at barnið er avmyndað móti hvítari bakgrund Við at víðka valdu markeringina hvørvur skuggin Við skjót­markerings­ amboðnum ber til at tekna ein hampuliga góðan kontur, og funkan kennir aftur støðini, har kontururin er