Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni neyvt. Málið síðani í andlitið á barninum, so tað eisini er við, og motivið er skjótt valt. Niðast til vinstru í myndini kann tað verða ein trupulleiki hjá amboðnum at gera av, hvar teppið endar. Her kann markið teknast við lassopolygonini, so tað verður ein javnur kantur. So er barnið valt, men tað var jú bakgrundin, sum skuldi viðgerast – takast burtur. Tað gert tú sera lætt við invertera markeringina.Vel marker/omvend valmyndina. So er bara eftir at trýsta á Delete, og so hvørvur bakgrundin. Tá verður hon hvít, sum er grundstillingin í forritinum, men tað kann broytast. Barnið er nú fríttlagt. Hyggur tú nærri at myndini sæst tó, at kantarnir móti tí, sum er tikið burtur, eru sera hvassir og ruflutir. Tað sær ikki náttúrligt út. Loysnin er at gera markið eitt sindur minni hvast. Tað gert tú við at velja Select/Feather. Her velur tú, hvussu hvast markið skal vera. Tú kanst royna teg fram til tað, sum hóskar best til tín. Rætta virðið veldst um stødd á myndini, stødd á tí klipta, hvussu markið sær út o.s.fr. Myndadømið er á leið 10 megapixel. Við feather á 10 pixel verður kanturin javnur og náttúrligur, og klipta myndin móti bakgrundini riggar væl. Við eini hvítari bakgrund er hetta ikki einasti møguleikin. Longst niðri í valmyndunum til vinstru er eitt amboð, sum heldur skil á litunum, sum verða nýttir, tá nakað verður broytt, og á litunum sum fáast við at mála. Vanliga er ovasti málaraliturin svartur og niðasti raderingsliturin hvítur. Fyri at velja nýggjan bakgrundslit trýstir tú á niðasat vindeygað. So kemur ein kassi fram, har tú kanst finna júst rætta litin. Her hevur høvundurin valt ljósablátt. Við sama klippi og sama feather sum áður, kanst tú soleiðis fáa eina ljósabláa bakgrund ístaðin. Men kontururin verður ikki eins góður sum við hvítu bakgrundini. Ein myrkur skuggi er runt um alt útklippið, og hesin verður størri móti eini bláari bakgrund. Fyri at fáa skuggan burtur, kanst tú víðka markeringina nakað, so kontururin eisini hvørvur. Markera og vel »udvid« og øk virðið fyri feather til 20 pixel í hesum døminum. Við hesi stillingini áðrenn radering verður gjørd, verður kanturin eisini penur við bláum aftan fyri myndina. Stillingarnar valdast soleiðis um litir og mynstur, sum eru á myndini. Men verður arbeitt eitt sindur við tí, kann eitt gott úrslit fáast. Myndin av barninum verður at enda heilt góð við fínum og jøvnum kantum. Ymiskt andlit Ein mynd frá 1922 kann tykjast heldur gomul. Hon hevur neyvan nakað í felag við eina talgilda mynd frá einum nýggjum talgildum tóli, ella hvat? Nógv er heilt víst øðrvísi, men nakað er tó óbroytt. At taka eina mynd av fleiri menniskjum hevur sínar avbjóðingar – umframt tað at nøkur blunda ella gera okkurt løgið. Eitt nú ljósið. Við einum veikum vánaligum blitzi verður bakgrundin ofta sera myrk, og um tikið verður skeivt inn móti nøkrum andlitum, verða hesi ljós á aðrari síðuni og døkk á hinari. Soleiðis er tað í dag, og soleiðis var tað jólatræsráninum í 1922. Andlitini eru ymisk: Nøkur eru ov myrk og onnur ov ljós. Ein partur av muninum komast av eginleikunum í filminum, men trupulleikin finst eisini í dag – og tað sama ger loysnin. Við at markera andlitini eitt í senn og stilla tey hvør sær, verður myndin meira einstáttað og persónarnir líkjast meira. Í svart-hvíta myndadøminum gekk tað væl at markera andlitini við skjótmarkeringsamboðnum. Ein feather upp á 5 pixel var nóg mikið til at geva ein bleytan kant kring valdu andlitini í scannaðu myndini, sum íalt er á leið 5 megapixel. Við at stilla svart- og hvíttvriðini og miðvirðini í støðisamboðnum Forbedre/Justere lyssætning/Niveauer kanst tú gera andlitini á leið eins ljós, og myndin verður betri og meira livandi. Ov myrkt og ljós Um ymisk øki av myndini ikki eru so ljós, sum tað er ynskiligt, kann hetta røkkast á annan hátt. Motiv við ljósum himni innihalda stórt kontrastumfang, sum tøknin hevur trupult at handfara. Eins og eygu okkara hava tað. Vit snerkja og blunka, um vit royna at síggja smálutir við bjartum himni sum bakgrund. Myndin av seyðinum við skýggjaðum himni í baksýni er júst soleiðis. Seyðurin eru myrkur og himmalin ljósur. Við eini aðrari eksponering vildi seyðurin verið ljósari, so til bar at síggja fleiri smálutir í skugganum. Men so verður himmalin heilt hvítur, og motivið tykist vera eitt heilt annað. Hetta kann broytast við stilla ljósstøðið. Í histogramminum á frummyndini sæst, at myndin er sett saman av tveimum ymsum ljósvirðum. Høgri partur er nógv bjartari, meðan døkki seyðurin er vinstrumegin. Við at skera ljósu partarnir frá verður seyðurin ljósur og góður, men himmalin verður kritahvítur. Eins og um myndin, sum varð eksponerað við fokus á forgrundini, t.d. gjøgnum smalt eksponeringsmát. Men vilt tú hava tað skýggjaða við í myndini, so er besta loysnin at taka tvær myndir við ymiskari eksponering og leggja tær saman – sonevnt HDR. Nøkur myndatól hava hendan møguleikan, men myndatakarin má velja rætt, áðrenn myndin verður tikin. Og tú kanst jú eisini gloyma tað, um seyðurin stendur í júst røttu støðuni eina lítla løtu. Ein loysn kann so vera at viðgera myndina ymiskt á himmalinum og seyðinum. Himmalin er lættur at avmarka. Við gandastavinum og einum tolsemi upp á 64 kanst tú markera himmalin sera neyvt. Avbyrgdu økini millum hornini og annað við kann leggjast afturat; ella tú velur, at markeringin ikki skal vera samanhangandi, sum hon annars er í val­ myndini, tá tú velur funkuna. So tú velur bara alt við sama ljósstøði, ella tú avmarkar tað til tað, sum hongur saman. Enn lættari er kanska at velja skjótmarkeringsamboðið, sum eisini riggar væl her. Tá tú hevur valt, skal ein hóskandi feather leggjast á markið. Í myndadøminum er feather 20 pixel, og øll myndin er á leið 12 megapixel. Ov lítið feather gevur eitt heldur tilgjørt mark, og ov nógv kann geva leysar kantar við myrkum skuggum. Myndin er nú í tveimum pørtum, sum kunnu viðgerast hvør sær. Himmalin gert tú døkkari og seyðin ljósari. Úrslitið verður ein meira dramatisk mynd við myrkum skýggjum og týðiligari og ljósari djórum enn í upprunamyndini. Tað krevur eitt sindur av pilkaríði at koma somikið langt, men ein einfaldari loysn finst eisnii. Funkan Enhance/Adjust Lighting/Shadow- Highlights kann gera á leið tað sama við einum trýsti. Men tað er trupult at fáa eins got úrslit. Í funkuni eru nógvar stillingar, men myndirnar hava tá hug at gerast heldur bleikar og tilgjørdar. Fyri at røkka besta úrslitinum krevst eisini nakað av fínpussing. Og tímir tú veruliga at arbeiða við tí, kann úrslitið gerast munandi betri. Nógvar aðrar broytingar kunnu gerast í myndini á sama hátt. Tú kanst stilla litjavn­ vágina í pørtum av myndini, t.d. har ljósið er blandað millum dagsljós og el-perur. Tú kanst gera myndina hvassari í pørtum av myndini ella taka litir úr aðrastaðni. Alt hetta og nógv afturat er gjørligt. Tað krevur bara kreativitet og hug at royna seg, og tað er tíverri ikki partur av forritinum. Nú síggja øll andlitini eins út Seyður og onnur motiv í mótljósi verða døkk, um tú eisini hevur himmalin við á myndini Við at stilla ljósið á myndini gerst seyðurin vakrari, men himmalin verður nú kritahvítur Úrslitið eftir selektivu stillingina verður ein myrkur himmal við týðiligum seyði í forgrundini Við at markera himmalin kann hesin stillast fyri seg, samstundis sum seyðurin ikki ávirkast av hesum Við umvendari markering kanst tú síðani stilla seyðin fyri seg, meðan skýggini nú fáa frið Ein skjótari háttur at gera stillingar uppá, finst í funkuni, sum eitur Skygger-højdepunkter. Myndin verður tó ofta heldur ónáttúrlig, um munandi stillingar eru neyðugar Við at markera og stilla hvørt andlit sær gerast andlitini meira náttúrlig Ójavnt ljós á andlitinum á myndum við nógvum fólki er ein vanligur trupulleiki