týsdagur 16. apríl 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fótbóltur tórður thomsen
ítróttur
Hann er best kendur sum málverji í føroyskum fótbólti, har hann hevur umboðað feløg sum
NSÍ, B68, ÍF, AB, HB og B36. Fyri kortum vann hann yvir eina hálva millión krónur í poker, men
kundi havt vunnið meir. Hann er skrásettur fyri ein landsdyst, sum hann ikki hevur spælt. Italskt
sjónvarp tók eina ferð hann fyri at vera Atla Gregersen. Hann er nervøsur undan dysti, men
við árunum hevur hann fingið betri tamarhald á fjáltrinum. Hann er Tórður Thomsen
Tróndur Arge
Tað er sunnudagur og 26
ára gamli Tórður Thomsen
og ein vinmaður sita og
slappa av. Teldan er frá og
teir spæla poker á netinum.
B36 málverjin velur eina ferð
seint seinnapartin at melda
seg til stóru kappingina við
heitinum »Sunday Million«.
Vinningurin er undan kapp
ingarbyrjan yvir eina millión
krónur til vinnaran.
Áleið 15 tímar seinni situr
Tórður
Thomsen
sjálvur
annar eftir við finaluborið.
Avtala er gjørd millum spæl
ararnar, so tað er minni
munurin millum vinningar
nar, men alíkavæl eru yvir
100.000 krónur á muni at
blíva nummar eitt og tvey.
Tórður fær es og níggjur
í hondina. Tað endar við, at
Tórður velur at »call'a« tað,
ið hann sær sum eitt bluff
frá hinum. Tað vísur seg tó,
at hin hevur rakt eitt par og
ferð avstað við høvðusvinn
inginum.
Tórður vinnur 675.000
krónur, men hóast hann er
fegin um vinningin, so iðrar
hann seg um, at hann ikki
fekk eitt sindur meir.
– Eg skuldi verið farin »all
in« á floppinum. So hevði
eg ikki tapt handan pottin.
Mótstøðumaðurin var ikki
nakrar stinnur pokerspælari
og eg hevði kunnað vunnið
á
honum,
sigur
Tórður
Thomsen.
Eisini avgera spælararnir
sína millum, tá teir eru seks
eftir, at fordeila pengarnar
øðrvísi enn ásett var und
an kappingini. Hetta er ikki
óvanligt í stórum pokerkapp
ingum.
Hevði Tórður sett seg
tvøran fyri og blivið nummar
tvey, so hevði hann eftir upp
runaligu ásetingini vunnið
um eina millión krónur.
– Tað ber illa til at iðra
seg, men tað er so sannleikin,
sigur Tórður Thomsen, sum
á fyrsta sinni úttalar seg um
pokerævintýrið.
Langa náttin gjørdist hend
ingarík, tí Tórður Thomsen
fór eisini á fyrsta sinni í køk
in at gera sær eina kannu av
kaffe, tí kappingini vardi í
áleið 15 tímar. Vinmaðurin,
Rógvi Højgaard, var farin
heim, men sat trúgvur og
fylgdi við umvegis Skype.
– Eg havi tað við at blíva
ótolin og fleiri ferðir var eg
um at geva skarvin yvir, men
Rógvi var góður til at práta
við meg og fáa meg at halda
fokus, greiður ein takksamur
Tórður Thomsen frá.
Tórður hevur um hetta
mundið búðstað í Danmark
og sleppur tí undan at gjalda
skatt at vinninginum.
– Eg ringdi til Taks og tey
søgdu at eg skuldi gjalda 50
prosent í skatti, men eg hevði
búðstað í Danmark og har er
ongin skattur av pokervinn
ingum, greiður Tórður frá.
Pengarnir hava ikki broytt
lívið hjá Tórði nakað.
– Eg havi bara goymt
pengarnar og liva akkurát
sum eg gjørdi áðrenn, sigur
Tórður Thomsen, og leggur
afturat, at í longdini skalt tú
verða glaður um tú klárar at
halda samlaða rokniskapin í
javnvág.
Útispælarin
sendur í mál
Tórður er føddur í Sumba
og býr har fyrstu fimm ár
ini. Síðani gongur leiðin til
Danmarkar. Komin aftur til
Føroyar flytir hann til Runa
víkar. Hann byrjar at spæla
við NSÍ. Hann er útispælari
fyrstu árini, men hóast hann
hevur høgar tankar um seg
sjálvan, so er venjarin ikki
altíð samdur.
– Eg helt at eg var guds
gáva
til
miðvøllin,
men
Meinhard Dalbúð, sum var
venjari hjá okkum, sendi meg
í mál, greiður Tórður frá.
Hann er skiftivís fyrsti og
annar málmaður, men hevur
als ikki tol at sita á bonkinum.
Tá hann endar á bonkinum
smidar hann handskarnar
og fer út at spæla.
Tað er ikki fyrr enn í ung
lingadeildini, at Jens Martin
Kundsen fær vissa Tórð um,
at tað er í málinum, at hann
hevur eina framtíð.
Tað ganga eini tvey ár, har
hann kempar um at vinna
plássið undir liðini á Jens
Martin á besta liðnum hjá
NSÍ. Hann verður eisini út
leigaður til ÍF, B68 og AB.
Í 2007 vinnur NSÍ meist
araheitið, men Tórður fær
bara tveir dystir tað árið. Árið
eftir er ongin Jens Martin og
Tórður vinnur sær fast pláss
á besta liðnum.
Stóra árið blivur
ikki til nakað
Árið eftir, í 2009, skuldi verða
tað heilt stóra árið. Tórður
hevur júst spælt eitt heilt
kappingarárið fyri NSÍ, og
nú vil málverjin sleppa út um
landoddarnar.
– Eg bíðaði og bíðaði, men
einki hendi. Eg vandi tríggjar
ferðir um dagin og var klárur
at taka móti avbjóðingini,
sigur Tórður Thomsen, sum
endar við at venja við NSÍ,
har hann eisini situr á bonk
inum.
Í dysti móti AB verður
málverjin hjá argjamonnum
illa skaddur. Allan Mørkøre,
venjari hjá AB, er skjótur yvir
at tosa við Tórð. Hann yvir
talar málverjan at koma til
AB. Har spælir Tórður til á
sumri í 2010, tá hann skiftir
til HB í eitt hálvt ár.
Síðani gongur leiðin aftur
til Toftir, men árið hilnast
ikki væl. Tórður er nakað
troyttur av fótbólti og flytur
niður at ganga í skúla.
Hann spælir í B1908 har
Øssur Dalbúð og Christian
Høgni
Jacobsen
eisini
spæla. Tórður vinnur sær
skjótt fast pláss, men
hugurin er ikki til fót
bólt.
– Eg skuldi ikki verið
givin í B1908. Tað iðri eg
meg eitt sindur um í dag,
sigur hann.
Undan hesum kapp
ingarárinum
sigur
hann nei til at fara til
ÍF, men ein mánað
seinni er støðan
broytt. Í telefon
ini
er
Mikkjal
Thomassen, venjari
hjá B36, og hann
hevur góðar talu
gávur.
Skuldi verið
farin »all in«
Føddur: 11. juni 1986
Unnusta:
Paula í Frammistovu
Yrkisleið:
2003-09: NSÍ
2005:
ÍF (Útleigaður)
2006:
B68 (Útleigaður)
2007:
AB (Útl., 1 dyst)
2009-10: AB
2010:
HB
2011:
B68
2012:
B1908 (Dk)
2012:
ÍF
2013-
B36
Kristian
Kári Tórður
Thomsen
Til vinstru: Tórður verður skiftur
inn fyri Jens Martin Kundsen í gull
dystinum í 2007. Ovast til høgru:
Tórður fegnast um FM heitið. Niðast
til høgru: Tóður Thomsen og Thomas
Hans Rubeksen til venjing hjá AB