Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-16, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2013síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur – Eg visti beinanvegin, at eg vildi verða ein partur av projektinum hjá B36, tá eg tosaði við Mikkjal, geiðir Tórður Thomsen frá Málmaðurin trívist væl í felagnum. Fjáltur undan steypakappingini Sum bara 18 ára gamal stend­ ur Tórður Thomsen í mál fyri ÍF, tá teir í steypakappingini spæla móti GÍ. Tórður er so nervøsur sum ongantíð fyrr. Serliga ræðist hann skotið hjá Súna Olsen. Atli Gregersen er heldur ikki seinur at prika til unga málverjan, tá GÍ longu aftaná tríggjar minuttir fær fríspark. – Atli kom yvir til mín og sigur at nú má eg ansa mær. Eg klári akkurát at bjarga frí­sparkinum. Aftur hevur Atli eina viðmerking um at hatta var nær við, greiður Tórður frá og leggur afturat, at tað er deiligt at síggja, at Atli einki er broyttur tann dag í dag. Tórður hevur eisini síðani verið spentur til dyst. Hann er á landsliðnum, tá Føroyar vitjar í Italia og tapur 5-0. Stutt fyri tíð fær Gunnar Nielsen skaða, og líkt er til, at Tórður skal inn. – Eg bleiv so fjálturstung­ in, at eg kláraði ikki at binda liss­ur­nar á gaggunum og endaði við at hita upp í hin­ um endanum av vøllinum – aftan­fyri málið hjá Italia. Tað plaga spælararnir at grína eftir, sigur Tórður Thomsen, sum ikki kom inn, tí Gunnar var førur fyri at spæla víðari. – Eg blívi altíð spentur undan dystum, men í dag dugi eg betri at hava tamar­ hald á støðuni, sig­ur Tórður um at blíva ner­vøsur undan dysti. Tórður sum Atli Gregersen Eftir umtalaða dyst­in móti Italia er italskt sjónvarp sera áhuga í at fáa eina við­ merking frá Tórði. – Eg visti ikki betri og segði ja. So tosaði eg við teir og hugsaði ikki meiri um tað, sigur Tórður Thomsen. Tað er ikki fyrr enn hann sær samrøðuna í sjón­varp­ inum, at hann finnur útav, at tíðindamaðurin hevur tik­ið feil av honum og Atla Gregersen. – Undir myndini av mær stendur navnið á Atli Gregersen, sigur ein flenn­ andi Tórður Thomsen. Eftir dystin helt táverandi landsliðsvenjarin, Brian Kerr, eina langa og hvassorðaða røðu í skiftirúminum. Álvarin er ikki at taka feil va, men stuttligt viðmerking frá Jann Inga Petersen fær málverjan at flenna hart. – Hann teskaði mær okkurt í oyra og eg fór at flenna. Brian Kerr bleiv í øðini og helt eina nýggja røðu. Tað var ikki tí eg ikki sá álvaran í støðuni, men hatta var nokk bara mín máti at takla allar nervarnar, sigur Tórður. Skrásettur fyri ein landsdyst – sum hann ikki hevur spælt Tá Føroyar í 2010 spældi venj­ ingardyst móti Skotlandi í Aberdeen var Tórður Thomsen eisini í hópinum. Hóast hann sat á bonkinum all­an dystin, so kom óskil á dystar­frágreiðingina hjá onkrum av miðlunum, tí teir fingu tað til, at Tórður var komin inn fyri Gunnar í seinna hálvleiki. So var ikki, men tað steðgaði ikki vin­ fólk­um og kenningum at senda honum heilsur. – Eg veit ikki hvar tað kom frá, men fleiri staðni standi eg skrásettur fyri at hava spælt ein landsdyst, sum eg also ikki havi spælt, sigur Tórður Thomsen. Spurningurin er so um Tórður Thomsen nakran­tíð sleppur at spæla ein skrá­ settan dyst fyri lands­liðið? trondur@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Tórður stóð í mál, tá HB vann 1-0 á Redbull Salzburg í Champions League í 2010 Í 2008 fekk Tórður reytt kort fyri drál móti Dinamo Tiblisi. NSÍ vann returdystin 1-0 og Jens Martin stóð í mál