hósdagur 18. apríl 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Tað er ivasamt um tað er
nøkur serlig nytta í at gera
eitt koyritekniskt verklag.
Á ársfundinum hjá Ráð
num fyri Ferðslutrygd hós
dagin
staðfestir
Jesper
Sølund frá Sikker Trafik í
Danmark, at skulu pengar
brúkast upp á ferðslutrygd,
ber til at seta spurningin,
um øll puljan skal brúkast
upp á eitt einstakt tiltak,
har úrslitið er ivingarsamt,
ella um tað er betri at brúka
pengarnar upp nógv smærri
tiltøk, har prógv eru fyri, at
tey muna rættiliga væl.
Sleppa undan
vandastøðu
Hann vil ikki geva føroy
ingum góð ráð um, hvat vit
skulu gera
Men hann staðfestir, at
eingin kann siga við vissu,
at verður koyriteknisk breyt
gjørd í Føroyum, fer tað at
bjarga mannalívum.
Hann vísir á, at tað kunnu
sjálvandi vera nógvar orsøkir
til ferðslutrygd, men tað er
ikki so oftani, at koyriførleiki
hjá bilføraranum er nøkur
trygd fyri, at vanlukkur ikki
henda, hóast koyriteknikkur
sjálvandi hevur stóran týdn
ing í frálæruni.
Hann vísir á, at fyrst og
fremst snýr tað seg at bil
førarar koyra so mikið var
liga, at teir ikki enda í eini
vandastøðu.
- Hugsa bilførarir meiri
tann vegin, høvdu rættiliga
nógvar vanlukkur verið fyri
byrgdar.
-
Kanningar
vísa,
at
gáloysni
er
orsøkin
til
næstan ein triðing av øllum
ferðsluvanlukkum, tað merk
ir, at bilførarar ikki hugsavna
seg um koyringina, men fá
ast við ymiskt annað, eitt
nú tosa í fartelefon, fløgu
spælara, ella práta við børn
ini á baksetrinum.
- Somuleiðis er ferð ein
høvuðsorsøk til vanlukkur,
eins og tað hevur stóran
týdning fyri avleiðingarnar
av eini vanlukku, er um fólkið
í bilinum brúkar trygdarbelti.
- Rúsdrekka er eisini ein
høvuðsorsøk til vanlukkur
og har hjálpa skeið á hálku
breyt ikki nógv.
Yvirmeta síni evni
Jesper Sølund vísir eisini á, at
hóast nógv verður tosað um
hálkubreyt, eru tað fáar van
lukkur, sum henda í hálku.
Tvørturímóti vísa kann
ingar, at bilførarar, sum hava
venjing á hálkubreyt og koyri
tekniskari breyt annars, elva
til fleiri vanlukkur enn onnur.
- Orsøkin er, at tá ið bil
førarar hava verið á skeið á
koyritekniskari breyt, fara
nógvir teirra at yvirmeta
síni evni og halda, at teir
duga betri at koyra, enn teir í
veruleikanum duga.
- Teir halda, at nú eru teir
heimsmeistarar og tað fær
teir til at taka vágar, teir ann
ars ikki høvdu tikið.
Hetta er ikki eisini gald
andi fyri tey sum koyra
sjúkrabil, politibil, sløkkiliðs
bil og kanska onnur neyð
sendarakfør.
Nógv onnur tiltøk
Umboðið fyri Sikker Trafik
ásannar, at tað eru eisini
nógv onnur, tað ber til at
gera fyri at bøta um ferðslu
trygdina, enn at gera eitt
koyritekniskt verklag.
Hann nevnir rumlufoyrur,
sum eitt rættiliga bíligt tiltak,
sum ger rættiliga stóra nyttu.
- Í dag eru bilarnir so fram
komnir, at teknikkurin hev
ur loyst nógvar trupulleikar
fyri okkum.
Hann vísir eisini á, at er
tað nakað, sum kann fáa
bilførarar at ansa sær, er
vandin fyri at missa koyri
kortið.
Tí er eftirlitið hjá løgreglu
ni eisini rættiliga avgerðandi
fyri ferðslutrygdina, heldur
hann.
Somuleiðis heldur hann,
at ein máti er eisini at herða
revsingarnar, serliga so at
tað verður skjótari hjá blað
ungum bilførarum at missa
koyrikortið.
Áki Bertholdsen
- Venjingar á koyritekniskari
breyt, bjargar mannalívum.
Tað ivast løgreglumenn
ikki í.
Á ársfundinum hjá Ráð
num fyri Ferðslutrygd hós
dagin, ivaðust hvørki Schan
dorff Vang, politistur og
koyrilærari hjá løgregluni,
og Jan Fossaberg, ferðslu
politistur, í, hvussu stóran
týdning koyriteknisk breyt
hevur.
Tí taka teir avgjørt undir
við, at vit fáa eina slíka í
Føroyum.
Moralprædikur
nytta einki
Løgreglan hevur avtalu um
at læna flogvøllin í Vágum
til koyrivenjingar og
Schandorff Vang sigur,
at hann kennir ongan, sum
ikki fær nógv burturúr slík
um venjingum.
Hann sigur, at tað er alt
avgerðandi at royna tað á
egnum kroppi, hvussu tað
er koyra í vandastøðum.
- Tað ger als ongan mun
yvirhøvur at prædika moral
niður í fólk, uttan at tey
sleppa at royna tað í verki.
Hann ásannar, at summ
ir eldri politistar hava hug
at tað halda, at tað er nyttu-
leyst at vera á einum slíkum
skeiði.
- Men tá ið skeiðið er
liðugt, er tað ikki ein tann
einasti, sum ikki heldur, at
teir hava lært nakað.
Schandorff vang heldur,
at tað eru altíð nøkur, sum
tað ikki ber til at røkka.
- Úti á almennum vegi fáa
tey ofta bara tað eini roynd
ina, so endar galið. Men á eini
hálkubreyt kunnu tey royna
tað sama aftur og aftur, undir
tryggum umstøðum, uttan at
nakað hendir.
- Tað ræðir um at fáa
tað, bilførarar læra á einum
koyritekniskari breyt, at
seta seg fast, so at teir klára
at snúgva sær burtur úr eini
vandastøðu.
Hann
kennir
ongan
politist, ella førara á sjúkra
bili, sum er komin illa fyri av
hesum. Tvørturímóti hevur
lærdómurin av koyrivenj
ingunum sitið so fastur, at
tað onkuntíð hevur bjargað
teimum undan eini vanda
støðu.
Tí ivast hann ikki í, at
vinningurin av eini koyri
tekniskari breyt er avgjørt
størri enn vansin.
Bjargaði honum
Jan Fossáberg, ferðsluløg
reglumaður leggur afturat,
at hann kann saktans koma
í tankar um fleiri støður,
har venjingarnar á koyri
tekniskari breyt hava bjarg
að honum undan eini van
lukku.
Hann heldur eisini, at fáa
við eina slíka breyt, kann
kappkoyringin, sum er á
alfaravegi kortini, flytast
yvir á eitt trygt og skipað
øki og tað hevði sanniliga
bøtt um ferðslutrygdina.
Hann kemur eisini at
hugsa um eitt ferðsluóhapp
í hálku, har tríggir bilar
fingu rættiliga stóran skaða.
- Akkurát tá kom ein
oljubilur framvið, men av
tí, at førarin hevði venjing
av hálkubreyt, kláraði hann
at stýra tí stóra, tunga olju
bilinum inn ímillum tey trý
vrakini, sum stóðu á vegn
um.
- Hetta er fyrimunurin
við
eini
koyritekniskari
breyt, sigur hann.
Hann leggur afturat, at
tey, sum koyra við høvdinum
undir arminum, eru ikki til at
røkka kortini, men hjá øllum
vanligum bilførarum er hetta
ein stór hjálp.
Stjórin á bileftirlitinum
sigur, at venjingin á koyri
tekniskari breyt, miðjar í
stóran mun eftir at læra bil
førarar tann rætta hugburð
in til ferðslu.
Og hann vísir eisini á,
at nú verður tað krav, at
bilførarar á vinnubilum,
lastbilum, bussum, og øðr
um, skulu hava skeið á
koyritekniskari breyt, ann
ars sleppa teir ikki at koyra
í ES londunum.
Skal merkjast á egnum kroppi
Hálkubreyt kann
vera ein følsk trygd
FERÐSLUTRYGD Tað er ongin ivi um, at koyriteknisk breyt bjargar
mannalívum, siga politistar, sum hava royndir á økinum
FERÐSLUTRYGD Spurningurin er um 35 milliónir skulu brúkast til eitt einstakt tiltak, har úrslitið er
ivasamt, ella um pengarnir skulu brúkast til nógv smærri átøk, har prógv eru fyri, at tað hjálpir
Summi, sum hava verið á skeiði á
koyritekniskari breyt, yvirmeta
síni evni, sum bilførarar og
tað elvir ofta til vanlukkur,
sigur Jesper Sølund á Sikker
Trafik á ársfundinum hjá
Ráðnum fyri Ferðslutrygd
Yvirmeta seg