hósdagur 18. apríl 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Sum smádrongur kom eg
víða um í Fuglafirði, og var
eg vælkomin allar staðir.
Saman við Mourits var eg
ofta í smiðjuni Meka, har
pápi hansara, Esmar, var
smiðjumeistari. Við Jógvani
var eg ofta norðuri á Bakka
hjá Astrid, ommu hansara,
sum vit bert kallaðu Bakk-
omma.
Har var hugnaligt og lív
ligt grannalag við Nicolinu
og Mallu sum nærmastu
grannar – hønurnar hugnaðu
sær í túninum og gingu út og
inn, sum teimum lysti.
Niðanfyri vóru húsini hjá
Alexander, ein klippistova,
eitt seyðahús úr beton, smiðj
an Meka og so húsini hjá
bedingsmeistaranum Høgna
og norðast húsini hjá Theo
dor.
Marta og Høgni Zacha
riassen áttu Óla, Leiv, Kára
og Fríðgerð. Óli og Leivur
vóru nógv burtur - lósu í
Danmark, meðan Kári lærdi
í smiðjuni, og Fríðgerð ar
beiddi á skrivstovu.
Kona Theodor, Hanna,
bleiv sjúk av liðagikt fyrst í
sekstiárunum. Men vegna
góða grannalagið millum hesi
húsini kendist umsorganin
fyri Hannu fløvandi, og tíðin
ikki so svár, tá ið Marta ofta
rætti eina hjálpandi hond –
eisini tí at Theodor var nógv
burtur við skipi, seinnu árini
við Ólavi Halga.
Í míni tíð var bert Frits í
hesum húsi, og gekk hann tá
á læraraskúla í Havn. Eldra
systirin, Mathilda, var gift
við Arnold og flutt út.
Úr hesum virðiligu heim
um, har æran var teirra mið,
komu Kári og Frits at hava
stóran týdning fyri upp
vøkstur mín og læru á hvør
sín hátt, sum eg eri takksamur
fyri. Kári á tí handaliga, Frits
á tí mentanarliga økinum.
Sum sagt fór Kári í læru
í smiðjuni, Meka, har hann
hevði góða hegnið við sær
heimanifrá.
Hann
lærdi
handverkið og ognaði sær
handalagið. Hann lærdi at
vera nærlagdur og vælgerin,
so at eingin skuldi kunna
seta fingur á tað, hann hevði
gjørt. Hann var dugnaligur
og kvikur og hevði altíð eina
loysn á torførastu uppgávum.
Kári hevði eitt lætt sinni, var
jaligur og vann hann sær
mangar vinir.
Vit báðir Mourits komu
ofta í smiðjuna, har Sigurð,
Sámal Petur, Margeir, Ed
mund, Gordon og allir hinir
menninir saman við Kára
tóku væl ímóti okkum. Ja,
teir vóru okkara fyrimyndir.
Kári eina mest, tí hann var
serliga fyrikomandi og fittur,
men eisini tí hann hevði ein
sera vakran og væl hildnan
svartan Morris – altíð blank
ur og væl pussaður.
Hálvvaksnir plagdu vit at
koyra við Kára út á Glyvra
Bio at hyggja at filmum.
Og so hevði hann eina lítla
mynd av eini vakrari damu
við høgum myrkum hári í
lítlari vakrari rammu á in
strumentbrettinum
við
radioið. Henda daman gjørd
ist seinni kona hansara, Sign
hild, sum hann var sera góð
ur við, helt nógv av og hevði
stóra virðing fyri.
Tá ið Kári hevði arbeitt
eina tíð í smiðjuni, fór hann
at koyra lastbil hjá Sigfríð
Vørðhamar.
Har
hittust
vit aftur sum bilførarar, og
gjørdi hann sær ómak at
leggja mær lag á og koma við
vinarligum og góðum ráðum,
um hvussu man gjørdi hetta
og hatta.
Nøkur ár seinni keypti
hann sær egnan kranabil og
byrjaði sítt egna virki. Bil
arnir hjá Kára vóru framúr
væl hildnir. Tá ið hann kom
aftur á básin, sum hann
kallaði tað, fór hann altíð
runt um bilin at hyggja, um
nakað var at taka hond í.
Einki fekk loyvi at liggja
ógjørt og órøkt. Tað var al
tíð okkurt at taka hond í, og
sá hann stórt í, at alt virk
aði til fulnar, at eingin pera
manglaði, at allir sprutt
lapparnir vóru heilir og beinir,
at stólparnir í lastini vóru
restir, at kranin hevði tað
gott, at allir smyrjikopparnir
vóru fyltir – eingin skuldi
kunna seta fingur á nakað.
Kári var fyrimyndarligur
í øllum, arbeiðsamur, nær
lagdur, dugnaligur og æru
kærur. Hann loysti stundum
størri uppgávur, enn hann
hevði amboð til. Men hann
dugdi at leggja til rættis, so
leiðis at hann loysti ov stórar
uppgávur hegnisliga og lætt.
Eg loysti onkuntíð av og
hjálpti til við koyring hjá
Kára, og lærdi eg sera nógv av
honum. Onkra summarferiu,
tá ið eg var heima, búi eg hjá
Kára og Signhild, og kom eg at
kenna hetta fyrimyndarliga
heimið væl – eg gjørdist
húsfólk. Hon røkti alt inni,
meðan Kári átti kjallaran og
alt úti. Sami setningur hjá
báðum var við øllum, røkin
og eingin skuldi kunna seta
fingur á nakað.
Hetta var eitt hjartaligt
og rúmligt heim, har øll vóru
vælkomin og kendu seg væl.
Børnini sóu tey bæði stórt
í, og á ein sáttligan hátt
greiddu tey errin frá, hvussu
teimum gekst uppeftir.
Kári, ið hevði róð kapp
sum ungur, dámdi væl at
hyggja eftir fótbólti. Tá ið
sonurin Høgni fór at gera
vart við seg hjá ÍF, fór ikki
dystur aftur við borðinum
hjá Kára. Kári var ein góður
stuðul alla staðni, har hann
var – eisini hjá ÍF.
At missa konuna Signhild
í besta aldri og blóma var ein
smeitur fyri Kára, men fann
hann sær troyst í børnunum
og ikki minst abbabørnunum,
sum hann var serliga góður
við. Errin av, at Linda kallaði
beiggjan, Leivur, upp – at
Óluva fekk tivllingar og nú
seinast kallaði Høgni pápan
upp.
Kári fekk eisini nøkur góð
ár saman við Ásu, sum hann
var góður við – hann dugdi
ikki at vera einsamallur, sum
hann tók til.
Jú, Kári bygdi upp eitt
vakurt heim, saman við kon
uni við somu fyrimyndum,
sum heimið norðuri á Bakka,
har nærlagni, arbeiðssemi,
æra í góðari merking og
at virða grannarnar vóru
nøkur av aðalmálunum. Kári
vísti hegni og handalag sum
fáur og tordi at bróta burtúr
nýggjum. Kári var ein fyri
mynd fyri sítt heim og síni
børn, sum hann setti høgt.
Kára havi eg lært nógv av og
oftani víst til í mínum frá
sagum í takksemi.
Kára so líkt, segði hann
ikki frá, men doyði bráðliga –
tó at hann hevði havt okkurt
strik. Men koyrikortið hevði
hann fingið aftur og kendi
seg frían og frælsan og kundi
fara hagar honum lysti, sum
honum dámdi so væl. Tó
skuldi tað vera annarleiðs,
og slapp hann ikki at njóta
nøkur ár afturat, ið hann
annars sá fram til.
Sorgin er tóma rúmið, har
kærleikin fyrr búi, verður
sagt – Men tit, børnini og
abbabørnini
hava
nógv
gott at minnast afturá um
ein raskan, fyrikomandi og
dugnaligan pápa og abba,
sum eigur at fylla tómrúmið
- so hóast hann ikki er har
meir, kann fylla tykkum tað
við góðum minnum.
Ærað veri minnið um
Kára.
Dávur
Kára Zachariassen
til minnis
29. mai 1941 - 5. okt. 2012
Føðingar
Leygardagin 30. mars fingu Linda Sivertsen og Páll Slættanes
ein son á Roskilde sygehus. Hann vigaði 5300 gr og var 57
cm langur.
Tann 6. apríl fekk Bárður Hentze í Rituvík eina lítla systur.
Hon vigaði 2810 gr og var 48 cm long.
15. apríl fingu Brynhild Nolsøe og Áki Mørk, Hoyvík, eina
dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3370 gr.