Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Við lóg nr. 28 frá 29. januar 1964 stovnaði fólkatingið ”In­vesteringsfonden for Fær­øer­ne.” Stovnsfæðið, 140 milli­ónir, játtaði fólka­ting­ ið yvir 15 ár. Á føroysk­um eitur grunnurin ”Ílegg­ing­ar­ grunnurin fyri Føroyar.” Hes­ in grunnur varð stovn­aður með­an ”Sjálvs­stýris­lands­ stýr­ið” ráddi fyri borg­um (1963-1966). Tey fyrstu árini varð grunn­urin umsitin av fólka­ tinginum, men í hálv­fjerðs­ unum komu tveir em­bætis­ menn frá fíggj­ar­mála­ráð­num til Føroyar við grunn­inum, tað vil siga: við øllum doku­ mentum, skjølum av ymiskum slag og øllum milliónunum, ið grunnurin tá átti. Hann, ið hetta skrivar, var við á fundinum í Tinganesi, tá ið alt hetta rúgvismikla varð hand­að, og kvittaði fyri mót­ tøku. Grunsins roknskaparhald varð lagt inn á gjaldstovuna, men roknskaparliga hevði hann einki við landskassan at gera. Við kunngerð er fyrisett, at Føroya Landsstýri velur leiðslu grunsins, ið er eitt 5-manna stýri, sum er hægsti myndug­leiki grunsins. Við professionellari og skila­góðari umsiting hevur tað eydnast at menna ílegg­ ingar­grunnin væl og virði­liga. (Næst­an allir lands­kassans grunnar: Vinnu­láns­grunn­ urin, Veðhaldsgrunnurin, Olju­grunn­urin o.a. hvurvu í 1992). Ja, so væl, at fólkatingið í onkr­um føri hevur játtað studning úr grunninum, eitt nú uml. 400 milliónir til útbygging av flogvøllinum við terminali í Vágum. Annars var grunnurin upprunaliga ætlaður at stuðla almennar íløgur (vegagerðir, berghol o.a.m.) við lánveiting. Í hesum døgum lesa vit eina grein í fjølmiðlunum, sum vil vera við, at tað er grund­leggjandi skeiv avgerð, at fíggjar­mála­ráð­harrin hev­ ur játtað, at føroyingar sjálvir skulu rinda eina eyka­rokn­ ing upp á 28 milli­ónir fyri ar­ beiðið har vesturi. Greinin, sum er undir­ skrivað Tjóðveldi, sigur einki um, nær løgtingið hevur yvir­ tikið Íleggingargrunnin fyri Føroyar. Ella er hetta ábyrgdarleyst møsn, heilaspuni, sum onga­ staðni hoyrir heima í seri­ øsum politikki? Hakin er endiliga settur í fyri nýggja miðnámsskúla­depil­in í Marknagili. Uttan at fara inn í kjakið um, hvørt hetta er rætti bygningurin og prísurin, so fegnist eg um, at mið­ náms­skúlanæmingarnir og starvsfólkini fara at fáa nýggjar og góðar karmar. Gomlu skúlarnir eru nettupp gamlir, ikki tíðarhóskandi, og harafturat eru tær niðurslitnir, serliga tí teir hava verið ov illa røktir í mong ár. Hetta við at halda almennar bygningar viðlíka er ein av stóru trupulleikunum hjá føroysku myndugleikunum. Tað tyk­ist, sum tað er nógv stuttligari at játta pening til at byggja nýtt, enn at viðlíkahalda ørgrynnuna av landsins ognum. Tað standa í dag eitt ótal av almennum bygningum, sum eru í alt ov ringum standi. Hetta hóast talan oftast er um karmar um arbeiðspláss hjá starvsfólkum og lestrarpláss hjá næmingum. Leiðslur bróta í áravís landsins lógir m.a. um arbeiðsumhvørvi, tí peningur ikki er tøkur til at syrgja fyri røktini. Nærum hvønn mánaða frættist um partar av bygningum, sum verða stongdir, ella um heilar bygningar, har starvsfólk mugu flyta út, orsakað av soppi og líknandi. Orsøkin? Manglandi játtan til viðlíkahald og umvælingar. Avleiðingin? Alt á gosi, bráðfeingis umvælingar neyðugar. Hetta etur burturav ella etur alla játtanina til avtalað við­líkahald. Tað ætlaða má útsetast, forfellur meira og so koyrir sirkusið. Tað sigur seg sjálvt, at tá tørvurin á játtan til viðlíkahald og umvælingar er fleirfalt tað, sum verður játtað á løgtingsfíggjarlógini, so má tað ganga galið. Av teimum 25,4 mió kr. sum eru settar av til viðlíkahald av landsins bygningum í 2013, eru góðar 9 mió. kr. til Mentamálaøkið. Hetta er alt ov lítið. Fyri at nevna úr rúgvuni, so skríggjar bygningurin hjá MMR sjálvum eftir pengum, kanska ú ímóti allari ársins játtan til mentamálaøkið. Fróðskaparsetrið og Søvn Landsins hava stóran tørv á játtan til umvæling. Fyri ikki at tala um tørvin hjá Venjingarskúlanum, sum eg hava serligan áhugað fyri, tí børn míni ganga har. Manglandi viðlíkahald er ikki bara ein trupulleiki í Føroy­ um. Í eini frágreiðing frá Dansk Byggeri í 2010 verður mangl­andi viðlíkahaldið av donskum bygningum og an­legg­um viðgjørt. Tað verður staðfest, at tað ber til at niður­raðfesta almennu bygningarnar og anleggini eina stutta tíð, uttan at bygningarnir fáa skaða av hesum. Men tá hetta hendir konsekvent yvir fleiri ár, so er vandi fyri, at tað ikki er nóg mikið við viðlíkahaldi, men í staðin verður tørvur á umvælingum. Ein greining hjá COWI vísti, at meirkostnaðurin við at skula umvæla heldur enn at hava javnt viðlíkahald kemur upp til umleið 30%. Tað merkir, sigst í frágreiðingini, at donsku kommunurnar ikki bara skumpa eina rokning frammanfyri sær, men skumpa eina rokning, sum verður størri og størri. Og hetta er altso tað sama, vit gera i Føroyum í dag, játta væl minni enn tørvurin er og útseta trupuleikarnar. Aftur til Marknagilsdepilin. Tað finst uttan iva ein frymil fyri, hvussu nógv eigur at vera sett av til van­ligt viðlíkahald fyri at halda einum nýggjum bygningi í góðum standi. Vón­andi verður ein nøktandi viðlíkahalds­játtan sett av til Markna­gils­depilin beinanvegin, hann verður tikin í brúk, so hann kann røkjast við skili til gleði fyri tey, sum skulu húsast har. Meðan depilin verður bygdur, er eisini neyðugt at verandi skúlar og aðrar bygningar vera umvældir og hildnir viðlíka, so teir ikki forfalla og krevja enn størri ábøtur, orsakað av fleiri ára niðurraðfestingum. Ein útseting kostar meira í síðsta enda. Frágreiðingin kann lesast her: http://www.danskbyggeri. dk/files/Filbibliotek/Nyheder%20og%20presse/Presse%20 og%20Politik/kommunalperformance/Budget%20og%20 Regnskab/Notater/60263.Kommunernes%20budgetter%20 og%20regnskaber. Annika Sølvará Stjóri í Granskingar­ ráðnum EYGA MÁLIÐ Nógv mist fyri hvørja sparda viðlíkahaldskrónu kjak kjak Íleggingargrunnurin fyri Føroyar Heri Mohr Tú skalt ongantíð bukka og biðja um umbering fyri, at tú stóð, júst har tú stóð ella stendur, tá makthavarin ella umboðsmaður hansara geva tær eitt spark. Tey undirbrotligu eru í lívsins harða skúla lærd til slikka uppeftir, men at sparka niðureftir, um tey sjálvi skulu fáa sum mest burturúr. Ein sera ljót praksis. ið niðurbrýtur virðingina fyri tí einstaka og fyri somu rættindum og skyldum. Og kenda 'Del og hersk' prinsippið, sum dan­ir kalla tað, gerst virkið. Makt­ havararnir fáa buktina og báð­ ar endarnar og kunnu spæla ymisku bólkarnir út ímóti hvørj­um øðrum. Vit eiga heldur at forða fyri spjaðingi og at uppbyggja eitt sterkt samanhald, tí so kunnu vit fremja 'mangt eitt roysnisverki', sum tikið verður til í sanginum: 'Saman at halda, var ei okkum givið, tí er so lítið burtur úr er blivið'. Og óansæð ljótu, illoyalu og kúg­andi atferðina - verður nú sagt - at vit skulu vera positiv: ”Takk fyri sparkið, tað føld­ ist einastandandi væl, at tú heil­s­aði uppá meg aftanífrá. Skuldi tað verið eina aðru ferð, so standi eg fegin til taks, nær og hvar tað skal vera”. Slikka og sparka er greið mynda­tala, hvørs veruliga inni­ hald - í yvirførdum týdningi - er gerandiskostur millum fólk á teim ymsu rókunum í ger­andis - og arbeiðslívinum, hóast dagligi sjónleikurin gev­ur ta fatan, at full virðing, rætt­vísi og javnstøða mest sum eru ein sjálvfylgja millum stætt­ir­nar í Føroyum. Tí her vald­ar friður og nøgdsemi, og her verður jú í takksemi bukka, slikka og takka hóast tey tíðint verður sparkað. Vit stóðu bert á skeivum stað til skeiva tíð, verður um­berandi - og sera 'poitivt' - sagt. Og so­ leiðis sleppur órætturin at halda áfram. Tey fáu, ið tora at sláa nev­ an í borðið og seta makt­hav­ ararnar upp á pláss, verða í breið­um høpi skýrd negativir kværu­lantar og kunnu risikera at missa starvið. Hetta eru ann­ars tey, sum í orði og gerð­ um geva útrykk fyri, at nokk er nokk, og síðani eru við til at mobilisera fjøldina til stríð móti makthavarunum við krøvum um virðing, fyri jøvn­um rættindum og góðum ar­beiðs­korum fyri fólkið, ið annars einans verða vird sum makt­havaranna neyðuga ar­ beiðs­kraft, sum vinnast skal mest møguligt burturúr, og sum av somu orsøk skal gjald­ ast so lítið fyri sum møguligt. Vert er at leggja sær í geyma, at tann kúgandi og út­nytt­andi maktin eisini kann - og ger tað tíðint – eins og í ævin­týrunum – skifta ham eftir tørvi. Stundum er hon í kapitalista­ hami, stundum neutral á at líta, stundum í spekulantabúna, og stundum vísir hon seg sum íspegil og ofta sum ein sleiskur politikari, men altíð við somu ætlan: at misinformera, útnytta og kúga so mong sum møguligt, so nógv sum møguligt. Og í allarflestu førum vill­ leiðir pátikni skorturin, - sum eis­ini mangan hevur eitt væl­ lík­nandi einglasnýði -, hvør ið faktisk fjalir seg handan skortin, so mangur verður lump­aður av útsjóndini og føgru orðunum, ið hava eittans enda­mál: at snara so mong sum møgu­ligt um lítla fingurin og annars líðandi misnýta tey fyri egnan vinning. Ikki er lætt at hava við at gera, men tryggast er altíð at hava skálkin við teimum. Og best er eisini at brúka bæði reim og seðlar, tá teir liggja framvið eftir fongi, tí annars kann mann vera buksu­ leysur, áðrenn mann veit av. Sjálvandi eiga vit at vera positiv, tala væl um og enntá rósa teimum, ið hava tað uppi­ borið. Men knýtti nevin eigur at vera á lofti, tá svik og svindil, kúgan og manipulatión verða avdúkað og gerast sjónlig. Ongin ivi um tað. Vit vita eisini, at tað eru nógv­ir úlvar í seyðaskinnum. Men langt í frá øll vita ella geva sær far um, at mangir við horn­um og hala, og sum eisini halda tey væl fjald, geva seg út fyri at hoyra heima ímillum tey útvaldu. Og á henda hátt fáa tey nógv betri møguleikar fyri at fremja órættvísi, so tey sjálvi kunna skaffa sær og sínum framíhjárætt og ríkidømi. Skortarnir eiga at verða skræddir av teimum, og síðani eiga tey í stundini at verða víst vetrarvegin, so teirra skaða­ virksemi kann verða steðgað. Í einum filmi, har onkur spældi Pætur apostul, sá eg – fyri mongum árum síðani – men eg gloymi tað aldrin aftur – at Pætur varð sligin hart á annan kjálkan og síðani háð­ aður við orðunum: ”Og nú eigur tú at gera, sum Meistari tín lærdi tykkum, at venda hin kjálkan til”. Pætur vendi lýðin hin kjálkan til, og so brast næsta slagið. Í somu løtu snaraði Pætur sær á, í tí hann segði: ” Men so stendur heldur ikki meira,” og síðani bumbaði hann teir, ið høvdu háða og sligið hann. So stendur ikki meira, segði Pætur, og tað eiga vit eisini at siga aftaná spørkini, vit fáa so ella so. Og óansæð spørk, kúgan og háðan, so eigur stríðið fyri rættvísi, fyri javnrættindum og fyri brøðra- og systralagi at verða lyft upp gjøgnum røkurnar og standa við og harðna, til vit eru komin á mál. Og tástaðni - tá slagið er vunnið - verður tað bæði lætt, rætt og rímuligt at verða bæði vinarligur og positivur og sum eina sjálvfylgju at verða nakað fyri hvørjum øðrum. Neyðugar broytingar krevja av tær, at tú kallar ein spaka fyri ein spaka Dagfinnur Danbjørg