hósdagur 18. apríl 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Churchill contra Palme
Tá tú gerst poltikkari, so er tað
gjarna tí, at fólk rundan um
teg halda, at tú veruliga hevur
nakað, sum tú vilt arbeiða fyri
- at tú hevur eina góða søk. Tú
ert ein persónur, sum vil broyta
viðurskifti, tí tú hevur viljan og
evnini til at flyta okkurt. Hetta
var eisini tað, sum Palme segði um
politikk. “Politikkur er at vilja”.
Tí kennist tað so svárt fyri
politikkarar at síggja, at ein ætlan
ikki vinnur frama. Sjálvt um tað
ikki er lætt, so er bert eitt at gera,
og tað er at stríðast uppaftur
meira fyri sakini. Tað nyttar
ikki at seta seg at kúra, og tað
nyttar uppaftur minni at finna
vánaligar grundgevingar fyri, hví
einki hendir. Vinnur ein góð søk
ikki undirtøku, so er ov illa taðað
frammanundan. Kanska er málið
ov illa lýst, og tí ikki búgvið.
So er spurningurin, um tú
brúkar viljan, sum Palme nevndi,
ella tú velur løttu og vánaligu
loysnina, sum Churchill so
skemtiliga segði vera at finna eina
hóskandi grundgeving fyri, at
einki ella okkurt annað hendi. Líkt
er til, at tað seinna er vorðið alt
meira vanligt.
Hvat frætta vit hiðani
Vit hava tosað upp í
nógvar leypar um eitt nú
kommunusamanlegging,
fiskivinnunýskipan,
skúlanýskipan og um nýggja
pensjónsskipan, sum sjálvandi
alt skuldi fremjast í breiðari
semju millum allar flokkar. Tá
hetta ikki hendir, so er líkt til, at
okkara politikkarar taka løttu
loysnina og finna hasa hóskandi
grundgevingina, sum Churchill
sipar til.
Tað nýggjasta, vit hava
hoyrt, er, at vit ikki fáa
eina fólkaskúlanýskipan,
har skúlin skuldi leggjast
út til kommunurnar, tí
kommunureformurin av reinum
kleyvarskapi fór í vaskið. Eg
haldi nú ikki, at fólkaskúlin skal
leggjast út til kommunurnar,
men tað er minni áhugavert.
Men tá landsstýrismaðurin í
skúlamálum so gjarna vil leggja
fólkaskúlan út til nakrar sterkar
kommunur, og hann er partur
av einari samgongu, sum hevur
sett sær hetta sum mál, so
virkar hann sera uppgevandi.
Í staðin fyri at taka táttin upp
saman við landsstýrismannin
í kommunumálum, so velur
hann stutt at geva kollsiglda
kommunupolitikkinum skuldina
fyri, at hann ikki kom á mál. Hetta
er rættiliga symptomatisk fyri
tíðina, vit liva í.
Eisini stendur alt hetta, sum
bert verður til orð og als onga gerð
hjá pørtum av samgonguni, í einari
skríggjandi kontrast til “overnight-
politikkin” hjá øðrum parti av
samgonguni, sum uttan nakað
hóvasták og uttan fyrireiking
trumfar stórar reformar ígjøgnum.
How convinient
Føroyskur politikkur hevur serliga
seinni árini dyrkað eitt serligt
hugtak ella fyribrigdi fram, sum í
einari handavending kann brúkast
sum hóskandi undanførsla fyri,
at einki hendir. Eg skilji væl, at
tað er neyðugt við einari góðari
undanførsla, tá ein sjálvur ikki
heilt vil avdúka egnu ómegd. Javnt
og samt hoyra vit, at politikkarar
siga, at hetta ella hatta ikki ber til,
tí eitt ella annað forðar tí. Henda
uppfunna ella imaginera forðingin
er næstan personifiserað til ein
óndan persón, sum bara leggur
fótonglar út. Ein uppfunnin
óndur persónur, sum reikar runt á
politiska pallinum og ger ónáðir.
Fjaldi fíggindin fær blást
lív í næsarnar av júst teimum
politikkarunum, sum seinni vilja
brúka fíggindan sum undanførslu
fyri, hví tað ikki hendi, sum áður
fráboðað. Fíggindin fær skylduna,
og politikkarin heldur seg sleppa
undan at standa fram og siga,
sum er. Men sjálvandi fjalir hetta
ómegdina eins lítið, sum nýggju
klæðini hjá keisaranum fjaldi.
Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt
bæði frá tingsins røðarapalli
og í fjølmiðlunum, at eitt
landsstýrisfólk sigur, at tíverri bar
hetta ikki til, tí politiska skipanin
vildi nakað annað. Stendur heilt
illa til, so verður sagt, at Løgtingið
tíverri ikki vil tað sama sum
ein sjálvur. Men hvør mannar
politisku skipanina, og hvør
mannar meirilutan í Løgtinginum?
Tað ger jú samgongan sjálv. Við
øðrum orðum er forðingin ein
sjálvur og skipanin, ein sjálvur er
sentralur partur av. Tað má sigast
at vera ein hóskandi undanførsla –
“how convinient.”
Karmarnir loyva tí ikki
Nýggjasta fyribrigdið í teimum
mongu undanførslunum er, at
vit hoyra landsstýrisfólk siga, at
tíverri fáa tey ikki gjørt hetta, tí
hasir ólukku fíggjarkarmarnir
forða tí. Tað er so lætt at standa
fram sum ein vælmeinandi og
hugskotsríkur politikkari, tá ein
frammanundan veit, at alt verður
skotið niður av fíggjarkørmunum.
Men hvør eigur hasar karmarnar,
sum er vorðin ein mantra í
kjakinum.
Karmarnir eru skaptir og
samtyktir av somu fólkum, sum
síðan brúka teir sum undanførslu
fyri, at tey ikki sleppa í gongd við
tann góða politikkin. Ein egnir
sjálvur við leskiligum agni fyri
síðan at leggja snørið á dekkið,
tí har vóru nakrir karmar, sum
stygdu alt burtur.
Tað verður spennandi at
frætta, hvat fer at henda við
heildarætlanini fyri 700 mió. kr.,
sum skal steðga fráflytingini og
eggja til tilflyting. Hetta er uttan
iva størsta politiska málið hjá
okkum, men eg vænti nú, at hasir
karmarnir fara oftani at verða
brúktir sum undanførsla fyri, at so
lítið fer at henda. Livst so spyrst.
Meira visjón og minni
uppgávulyndi
Ein kendur føroyskur politikkari
segði einaferð, at eingin yvir og
eingi við síðunar av Løgtinginum.
Hettta er eisini rætt, men sama
Løgting verður altíð stýrt av
einum meiriluta, sum er tann
til eina og hvørja tíð sitandi
samgonga.
Væl vita vit, at upprunaligi
týdningurin av latínska orðinum
“ministari” er tænari. Onkuntíð
siti eg við kensluna av, at nøkur
av okkara landsstýrisfólkum taka
latínska týdningin av orðinum í so
hátíðarliga. Eitt er at tæna, men
tað skal valdast. Ein kann ikki sum
ráðharri ella ministari heilt kasta
egnu meiningar og politikk fyri
borð bert fyri at sleppa at sita í
sessinum og siðan bert siga okkurt
politiskt korrekt.
Mangan sita vit borgarar
og næstan taka synd í, at eitt
landsstýrisfólk meira ella minni
verða fjøtrað av forðingum og
fótonglum. Fríi viljin, ein sjálvur
hevur, verður burturbeindur og í
staðin koma politisku klisjéirnar.
Tá ein gerst ráðharri ella
ministari, so eigur tað at vera
tí, at tey rundan um halda, at
viðkomandi kann nakað serligt.
Vit kunnu ikki velja ráðharrar
av val-taktiskum orsøkum, men
tí vit halda, at viðkomandi er
best skikkaður. Ein ráðharri er
ein persónur, sum eigur evnini
at vísa veg og rudda slóð fyri
nýggjum hugsanum og tiltøkum.
Eitt landsstýrisfólk skal skapa
kjak um politikk og undirbyggja
grundirnar fyri, hví júst tann ella
tann loysnin er tann besta.
Gaman í skulu landsstýrisfólk
halda seg til samtyktir í Løgting
inum, men aftur her er meirilutin
í parlamentinum sami meiriluti,
sum sama landsstýrisfólk er krum
tappur í. Er tað neyðugt, so kann
eitt dugnaligt landsstýrisfólk fáa
broytt eina støðu í Løgtinginum.
Men tað krevur skil og nakað av
treiskni.
Betur gerst tað neyvan, um
landsstýrisfólk alt ov nógv líkjast
einum ávísum ministara í ensku
satirusendingini “Yes Minister”,
har ráðharrin sum tongul í brimi
fult og heilt verður stýrdur av
embætisverkinum. Tað síggja vit
tíverri alt ov nógv av.
Hóskandi undanførslur
tíðargrein
Jóannes Eidesgaard
Fyrrverandi løgmaður
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Navnframi brestki forsætismála
ráðharrin Winston Churchill, sum var
ein framúr retorikkari, segði millum so
mangt annað, at ein góður politikkari
skal eiga evnini til at kunna siga, hvat fer
at henda í morgin, í næstu viku, í næsta
mánaða og næsta ár, men sum síðani
hevur ein hóskandi grundgeving fyri,
hví tað so ikki hendi, sum áður spátt.
– Oluf Palme segði, at politikkur var at vilja. Men okkara politikarar hava funnið sær ymsar undanførslur
fyri ikki at gera tað, teir ætla. Tingsins vilji er ein, fíggjarkarmarnir ein annar. Men meðan summir vísa
sítt máttloysi, so eru tað aðrir, sum handla við sínum »overnight-politikki«, sigur Jóannes Eidesgaard