Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hin 21. september 2012 fingu Føroyar tillutað eina toskakvotu uppá 3.154 tons á Flemmich Cap, ið svarar til uml. 22% av samlaðu toska­kvotuni í hesum fiski­ øki. Henda toskakvota er grundað á søgulig rættindi, sum serliga línubátarnir út­vegaðu okkum við teirra fiskiskapi á Flemmich Cap í 60-70´unum. Sostatt er tað ein sjálvfylgja, at tað eru línubátarnir, sum fáa til­lutað alla hesa toska- kvotu. Teir skuldu havt fingið loyvini útskrivaði fyri lang­ ari tíð síðani, so teir kundu fyrireika seg og skuldu longu havt fiska ein stóran part av kvotuni. Tí er tað óforsvarligt og líkist ongum, at Fiskimálaráðið ikki enn hevur givið línubátunum loyvi at veiða henda fiskin, meðan besta fiskitíðin er. At nógvur fiskur er á Flemmich Cap og at línu­ bátarnir, sum eru har hava fingið nógvan fisk, kunnu øll lesa í fjølmiðlunum, har sagt verður frá, at td. norska línuskipið “Atlantic” hevur fingið fulla last á tveim­um túrum og er nú á triðja túrinum. Alt í meðan okk­ara línuskipini ikki sleppa á Flemmich Cap, bara tí, at Fiskimálaráðið higar­til hevur seinkað og mótarbeitt hesum møgu­ leika. Áheitan á løgmann: Eg fari tí við hesum alment at heita á løgmann um at syrgja fyri, at fiskiloyvini til línuskipini verða útskrivaði beinanvegin. Tað, sum gongur fyri seg nú, at Fiskimálaráðið ikki vil skriva út fiskiloyvi til línuskipini, er óforsvarligt yvir fyri tí tillutaðu toska­ kvotu, sum vit hava á Flem­ish Cap. Hetta drálið er eisini órættvís yvir fyri línuskipunum, sum eru orsøkin til, at vit hava hesa toskakvotuna. Ikki minst er tað ófor­ svarligt yvir fyri tí før­ oyska samfelagnum, har flaka­virkini tørva rávøru og arbeiðsfólkini tørva ar­ beiði. Hesin fiskiskapur vildi eisini skapt eitt stórt út­flutningsvirðið fyri før­ oyska samfelagið. Løgmaður má útskrivað fiskiloyvi til línubátarnar á Flemmich Cap Alfred Olsen Tingmaður fyri Sambandsflokkin Neyðugt við trimum sjúkrahúsum? Anna Elisabeth í Kálvalíð Eru trý sjúkrahús grundin til, at vit sjúklingar muga bíða alt ov longi eftur ekspertisu? Er tað grundin til, at vit bert hava ein reumatolog, sum arbeiðir seg hálvt í hel, og vit hava sjúkliga bíðilstar. Vit hava eitt gott samstarv við Ríkissjúkrahúsið, og alt gott um tað. Men nú er tað soleiðis, at eg skuldi hava eini tríggjar viðgerðir á Ríkissjúkrahúsinum, eg havi verið tvær og eri vælnøgd. Men viðgerðartíðin frá start til slut er alt ov long. At kontakta Ríkishúsið nytt­ar onki, man skal jú eis­ ini passa inn í teirra væl organi­seraða skema. Men vita tit hvat? Tað eru faktiskt menn­iskju, ið skulu passa inn í fýra­kantin. Menniskju ið hava ein trupulleika so ella so. Hevði tað ikki veri smart­ ari, at fingið fleiri ekspertar at komið upp og gjørt fleiri viðgerðir her? Hevði hetta verið møgu­ ligt, um øll økonomiska ork­ an bleiv løgd á LSH? Eg spyrji bara, tí eg veit tað ikki, eg vil bara tað, ið er best fyri sjúk­ lingin. Og meðan politikarar ikki kunna taka eina endaliga støðu um trupulleikan, so muga vit bara bíða og bíða. Eru lønirnar kanska nak­ að høgar hjá onkrum? Veit ikki eg spyrji bara. Suðurtunnilin Zakarias Wang Nú er Landsverk komið við einari leysligari meting av, hvat ið Suðurtunnilin fer at kosta. Talan er sjálvandi um tveir tunlar, tann fyrri til Sandoyar og hin til Suðuroyar. Vit hava vant okkum við, at Sand­ oyar­tunnilin kostar umleið tvær milliardir, og nú fáa vit at vita, at tann til Suðuroyar liggur um átta milliardir. Hetta eru stórar upp­ hædd­ir, men tær skulu met­ ast í mun til kostnaðin av at reka tær báðar farleiðirnar, sum vit í løtuni hava til hesar oyggjar. Talan er um tvey skip (sum viðhvørt noyðast at fáa avloysaraskip). Har­ afturat koma útreiðslur til havnir (sum kanska høvdu kunna verið nýttar til annað inntøkuskapandi virksemi). Ein eyka kostnaður er, at hetta samband ikki er so ofta, at tað ber til at koma aftur og fram eins skjótt og vit eru von við í meginøkinum, har vit kunnu koma millum bygdir eftir einum tíma. Hóast ikki verður hugsað um hetta síðsta, men bert sjálvan kostnaðin av at reka og avskriva verandi far­ leiðir, so er talan um eina árliga útreiðslu, sum nærk­ ast eini hálvari milliard um árið og støðugt veksur. Við at gera íløguna støðga vit út­reiðsluvøkstrinum og fáa støðugt meir og meir burtur­ úr. Í løtuni er rentan á altjóða kapitalmarknaðinum metlág. Við eini rentu upp á 2,5% kunnu 250 milliónir krónur renta eina íløgu upp á 10 milliardir. Hetta kundi bent á, at tað beinleiðis loysir seg at gera Suðurtunnilin. Vit skulu hava í huga, at tá verður strekkið millum Hvalba og Tinganes ikki longri enn tað millum Tinganes og Vest­ manna! 50 metrar hylurin nærkast Bogi Andreasen Limur í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs Bygginevndin fyri 50 metra hylin í Tórshavnar Komm­unu fer nú at útvega byggiskrá og skitsuuppskot. Tað hevur týdning at fáa gongd á verkætlanina skjót­ ast gjørligt Fyrsta uppgávan hjá okkum í bygginevndini, sum er sett at fyrireika nýggja svimjihøll við 50 metra hyli, er at útvega byggi­skrá og skitsuuppskot til eina høll, sum lýkur al­ tjóða krøv. Ov lítið vatn er í gomlu svimjihøllini í Gundadali til tey nógvu vitj­andi og ítrótta­svimj­ararnar, so her eig­ur at verða borið skjótt at. Vit kunnu ikki halda fram at kroysta okkara kapp­ svimj­arar inn í eina ov lítla svimji­høll ella av landinum at venja. Nýggja høllin verð­ur menn­andi fyri ítróttasvimj­ ing­ina her á landi, og hendan ítróttagreinin hevur skjótast gjørligt uppiborið bestu karm­ar at virka innanfyri. Vit eiga longu nógvar fram­ úr góðar og stinnar svimj­ arar, og tó at tað er í seinna lagi at geva teimum góðar umstøður, so standa yngri ættarlið klár at brúka nýggju høllina. Tað er mær ein stór gleði at verða við til at bera hesa verkætlanina á mál – svimjingini og føroysku fólkaheilsuni at gagni. Góða gamla svimjihøllin í Gundadali hevur tænt okkum væl, og henda reina og snotiliga høllin fer fram­ haldandi at verða eitt fjálgt stað at vitja. Nýggja høllin við 50 metra hylinum er eitt stig víðari á leiðini, har svimj­ingini kann fara fram á einum hægri ítróttarligum stigi. Sjálvandi eigur ein høv­ uðsstaður at kunna bjóða sínum borgarum og sín­um gestum hesar báðar møgu­ leikar innan svimjing. kjak