Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sínum orðalagi fremst av øllum valt at raðfesta týdningin av sjálvræði og fullveldi. – Fyrimunurin við hesum er, at Tjóðveldi er munandi greiðari á samband-loysing ásanum enn hinir flokkarnir. Vansin er, at tjóð­ skaparmálið er ikki í sama mun á politisku dagskránni, og tað er tí ivasamt, um flokkurin kann ganga meira fram í hesum døgum. Politiska kjakið her og aðrastaðni snýr seg fyri tað mesta um fíggjar­ kreppu og undirskot, sum ikki eru fremjandi fyri ambitiónir um fram­ stig á sjálvstýriskós, sigur hon. Vónbrotnir útisiglarar Tað var við lyftum um broyt­ing­ ar í skattaskipanini, at Javn­aðar­ flokkurin brynjaði seg til løg­tings­ valið í 2011. Tað var kortini ikki upp­skotið um skattalættan, men ætl­anin at áleggja útisiglarum ein skatt, sum fekk javnaðarveljarar upp úr stólinum. Eitt uppskot, sum stygdi nógvar veljarar. Men við sam­tyktini av flat­skattinum og for­skatt­ingini av pensjónum kom vinstra-høgra ásin aftur í mið­ depilin, vísir Hallbera West á. – Dagsskráin hóskar Javnaðar­ flokkinum væl, og hann hevur gjørt nógv burtur úr sjónarmiðunum um skattamál og fíggjarmál. Fram­ gongdin bendir eisini á, at Javn­ aðar­flokkurin hevur funnið sítt tilveru­grundarlag aftur eftir til­ tiknu orðingina hjá Jóannesi Eides­ gaard um, at stættastríðið er av, sigur hon. Áleið ein mánað fyri løgtings­ val­ið í 2011 samtykti Javnaðar­ flokk­ur­in á landsstevnu, at flokk­ urin fór at stríðast fyri at áseta eitt tilfeingisgjald fyri rættindini í fiskivinnuni. Henrik Old var skjótur at tala at. Hann segði seg undir ongum umstøðum taka und­ ir við katastrofala fiski­vinnu­poli­ tikkinum hjá flokkinum, sum hann málbar seg. Old varð eisini valdur á ting við boðskapinum at tosa flokkin til rættis. – Ein orsøk til, at framgongdin hjá Javnaðarflokkinum ikki er størri, kann vera fiskivinnupolitikkurin. Tað tykist sum, at veljarin hevur enn størri tiltrúgv til politikkin, sum borgarligu flokkarnir – ella serliga Fólkaflokkurin – standa fyri á fiskivinnuøkinum. Vinstrahallu flokkarnir tykjast yvirhøvur at hava ilt við at sannføra veljararnar um tað skilagóða í sínum politisku ætlanum á fiskivinnuøkinum, sigur Hallbera West. Hon leggur afturat, at verður hugs­að um vælferðarsamfelagið, hevur Javnaðarflokkurin eitt rætti­liga avmarkað klassiskt fokus á inntøkusíðuna, meðan polit­isk sjónarmið og ætlanir á útreiðslu­síð­ uni vanta. Hetta er kortini ikki bara galdandi fyri Javnaðarflokkin, men føroysku flokkarnar sum heild. Friðarligir buldrarar Tingmanningin hjá Javnaðarflokk­ in­um kann sigast at vera tví­býtt. Øðrumegin eru tað óskikki­ligu dreingirnir sunnan fyri mið­staðar­ økið, 62 ára gamli rørsmiðurin Ger­ hard Lognberg, 64 ára gamli fiski­ skiparin Henrik Old, og 56 ára gamli bankamaðurin Kristin Michelsen. Hinumegin er tað yngra ættarliðið av akademikarum norðanfyri, 40 ára gamli løgfrøðingurin Aksel V. Johannesen, 41 ára gamla lærar­ inn­an Rigmor Dam, og 53 ára gamla Eyðgunn Samuelsen, sum er út­ búgvin samfelagsfrøðingur. At tingmanningin mest sum gong­ur í tveimum, var orsøkin til, at fá mettu flokkin vera føran fyri at vera stjórnarberandi eftir valið. Tveir teirra høvdu longu fyri løg­ tings­valið sett ófrávíkilig krøv. Henrik Old gjørdi vart við seg á fiski­ vinnu­økinum. Kristin Michelsen segði seg ikki fara í samgongu, um farleiðin til Hvalbiar ikki varð bøtt, og um sjúkrahúsverkið fór undir felags leiðslu. Kári Mikkelsen, journalistur og samskiftisráðgevi, heldur, at tað kundi verið ein politisk vanlukka fyri bæði Aksel V. Johannesen, sum var nývaldur formaður, og Javn­ aðar­flokkin sjálvan, um flokk­urin var farin í samgongu. Í veru­leik­ anum var møguleikin at sleppa í samgongu rættiliga lítil, tí borgarligi valsigurin var so sannførandi. ­– Flokkurin stóð veikur eftir eitt vánaligt løgtingsval. Leikluturin í einari møguligari samgongu hevði verið samsvarandi veikur. At Javn­ aðarflokkurin fór í andstøðu var tað einasta rætta, tá hugsað verður um sjálvan flokkin, heldur hann. Hallbera West heldur, at í al­ menna rúminum hevur meira verið at hoyrt til politisku sjónarmiðini hjá Javnaðarflokkinum, og minni um innanhýsis klandur í ting­bólk­ inum. – Tey flestu væntaðu tað øvugta eftir valið í 2011, tá Javnaðar­flokk­ urin fekk tríggjar sonevndar ‘leysar kanónir’ valdar. Tað hoyrist ikki nógv um ósemjur í flokkinum, og teir tykjast ganga væl í takt. Um tað er so friðarligt aftan fyri leiktjøldini, veit eg ikki, men alment eru ongar eftirlýsingar eftir tingmonnum í útvarpinum, sum ein desperatur Javnaðarflokkur fyrr hevur gjørt, sigur Hallbera West sum dømi. Í einum hevur Gerhard Lognberg tó vent formanninum bakið. Hann tekur ikki undir við avgerðini hjá formanninum at kvetta sambandið við Fólkaflokkin. Sagt Fólkaflokkinum farvæl Tað var í oktober í fjør, at Aksel V. Johannesen boðaði frá, at Javn­ aðar­flokkurin fer ikki at samstarva við Fólkaflokkin, so leingi hann er formaður í flokkinum. Ein sam­ gonga millum hesar báðar flokk­ arnar er rætt og slætt útilokað hesa tíðina. At vinstraflokkar og høgra­flokkar ikki samstarva er vanligt í øðrum londum, men als ikki gerandiskostur í føroyskum politikki. Avgerðina grundaði javn­ aðarovastin á, at hann kann ikki samstarva við ein flokk, sum rekur beinleiðis øvugtan politikk enn Javnaðarflokkurin. Aksel V. Johannesen, sum ikki vil hoyra talan um at skipa reyð­ an blokk við Tjóðveldi, hevur ikki avskrivað Sambandsflokkin. Hann hevur roynt at tekkjast sam­bandsveljarar í vónini, at Sam­bandsflokkurin kemur aftur á beint sum traditionellur sosial­ liberalur flokkur, sum hann hev­ur málborið seg. Somuleiðis hev­ur Javnaðarflokkurin talað til møgu­ ligar sjálvstýrisveljarar við sínum yvirtøkupolitikki. Avgerðin at kvetta sambandið við Fólka­flokkin ger, at Javnaðar­ flokk­urin er munandi veikari og meira avmarkaður við sam­ráð­ingar­ borðið. Lagnan er nú í hondunum á Tjóðveldi ella Sam­bands­flokk­ inum og onkrum av smáu flokk­ unum, og tað ger støðuna hjá Javn­ aðarflokkinum viðbrekna, heldur Kári Mikkelsen. – Tað hóvar helst mongum, at Aksel hevur skúgvað Fólkaflokkin til viks. Tað kann kortini koma Javnaðarflokkinum væl og virðiliga aftur um brekku. Hjá Tjóðveldi er tað helst meira umráðandi at fáa eina sjálv­stýrissamgongu enn eina vinstra­venda samgongu við Javn­aðar­flokkin. Tað hevur Tjóð­ veldi týðiliga víst á. Tað er heldur ikki nøkur loyna í politiska um­ hvørvinum, at eitt nú Henrik Old vil ikki vita av Tjóðveldi sum sam­ gongu­felaga, sigur Kári Mikkelsen. Hann veit heldur ikki, um Javn­aðarflokkurin skal vænta sær stórvegis vælvild frá Sam­ bands­flokkinum. So leingi Kaj Leo Johannesen er formaður, og Fólka­ flokkurin bjóðar honum løgmans­ sessin, fer neyvan nakað at henda, uttan eitt valúrslit, sum broytir politisku javnvágina munandi. – Javnaðarflokkurin stendur held­ur veikur, og kann gerast tann lítli í samgongusamráðingum, sjálvt um flokkurin fær ein ella tveir sessir afturat á næsta løgtingsvali, sigur Kári Mikkelsen. Uni Arge heldur, at vinstravendu flokkarnir hava ein sjálvsagdan byr í løtuni. Málið um flatskattin hev­ur verið umstrítt, og tað hevur eydnast andstøðuni at sagt fólki, at meginparturin av skattalættanum fer í lummarnar hjá teimum hægst løntu. Andstøðan hevur víst á, at hallið í 2012 var 340 milliónir krónur, og hevði verið útivið 700 milliónir krónur uttan forskattingina av pen­ sjónum. – Ivaleyst stúra nógvir velj­ ar­ar fyri, hvat fer at henda við væl­ferðarsamfelagnum. Tá pen­ sjón­irnar hjá øllum verða brand­ skatt­aðar fyri at fíggja ein skatta­ lætta serliga til tey ríkastu, meðan tos­að verður áhaldandi um spar­ ingar fyri at fáa roknistykkið at ganga upp, loypur tú ótta á fólk. Tú elur fram eina órættvísiskenslu í samfelagnum. Fólk brúka sum minst og vita so, um nýggj stjórn kemur til, tí tey hava ikki álit á, at búskaparpolitikkurin hongur saman. Hetta er meginorsøkin til, at Javnaðarflokkurin gongur nógv fram í løtuni. Felagskassin bløðir fyri ein stokkutan skattalættahita hjá teimum best løntu. Hetta er tann besti og avgerandi trumfurin hjá vinstravonginum til næsta val, sigur hann. Í morgin fer Aksel V. Johannesen at halda sína formansrøðu á lands­ fundinum. Tað hevur eydnast honum at køvt grova ælið. Hýrurin er góður í Javnaðarflokkinum, sum nú fer at taka saman um gongdina seinastu tvey árini. Á fólkatingsvalinum 15. september 2011 eydnaðist javnaðarmanninum Sjúrði Skaale at vinna sessin á Christiansborg frá manninum, hann hevði arbeitt fyri í 13 ár, Høgna Hoydal. Vikurnar fyri fólkatingsvalið vóru baldrutar. Ósemjan millum Høgna Hoy­ dal og Sjúrð Skaale um stjórnar­skipanar­ uppskotið elvdi til, at hann tók seg úr flokk­ in­um, hann hevði virkað fyri síð­an 1998. Tann 22. august fór hann upp í Javn­aðar­ flokkin sum fremsta val­evni floksins til fólka­tings­valið. Fyri valið vissaði Aksel V. Johanne­sen um, at gamli tjóðveldismaðurin, sum í 10 ár hevði tosað um einar fræls­ar Føroyar, fór ikki at broyta poli­tikkin hjá Javnaðarflokkinum. – Javnaðarflokkurin er ein sam­ríkis­ flokkur, og teirri kósini víkja vit ikki frá. Tá tað er sagt, eru vit opnir fyri, at føroyingar kunnu yvirtaka fleiri málsøkir. Tað skal bara gerast fíggjarliga ráðiligt, segði hann. Skaale skalaði síni gomlu Jóannes Eidesgaard legði frá sær sum formaður tann 18. februar 2011 John Johannessen varð ikki afturvaldur á løgtingsvalinum seinast