hósdagur 18. apríl 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
5. partur
Óli Jacobsen
Hetta var ein ræðulig tíð undir kríg
num. Serliga 1941 var eitt hættisligt
ár fyri okkara fiskimenn. Bara hetta
árið fórust 12 skip av krígsávum
umframt 5 sjóforliss, 47 mans
mistu lívið. Ein porkeningur fórst
beinleiðis av krígsávum. Tað var 37
ára gamli Poul Djurhuus, sum var
motorpassari við vágsskipinum
Milly. Tað vóru sjey menn við skip
inum. Hetta var í mars, og í sama
mánaði hvarv eisini Ekliptika úr
Klaksvík við 7 monnum.
Pabba dámdi ikki at sigla undir
krígnum, men hann var tó nógvar
túrar. Hann var við Wilhelminu, tá
ið teir bjargaðu manningini á Misle
toe í 1943.
Hetta var ein sjáldsamur tilburð
ur. Skipari var Dánjal Johan Vester
gaard, ættaður úr Sumba. Á veg til
Íslands at keypa fisk sær skiparin
fyri sær eina hond á sjókortinum,
sum vísir honum á eina heilt aðra
kós enn hana, teir sigldu. Manningin
undraðist og helt skiparan vera frá
sær sjálvum. Men tá sigla teir seg
fram á Misletoe hjá Ebbu Müller í
Havn. Eitt týskt flogfar hevði skotið
eftir Misletoe, sum var illa farin. Ein
maður, Martin Jacobsen av Glyvr
um, var tá deyður av skotum hann
hevði fingið. Hann var so meint
raktur, at hann kendi á sær, at
hann fór at doyggja. Hann bað til
Harran fyri konu og børnum og gav
seg í Harrans hendur, áðrenn hann
sløknaði. Tá skiparin sá hondina
á hesum manni kendi hann hana
aftur frá sjókortinum. Eftir sat
einkja við 13 børnum, sjey av teim
um vóru ikki undankomin.
Ein annar maður, Hilmar Egholm
úr Hvalvík, var so meint raktur, at
hann doyði á vegnum inn til Íslands.
Í hesum húsi var tað sum so ofta, at
ein vanlukka kemur ikki einsamøll.
Pápi hansara gekk burtur í 1931 við
vestmannaskipinum Doru, sum
umrøtt í Havið tók Teir.
Aftur feigdardagurTann
14. februar 1944 var aftur van
lagnudagur í Føroyum. Tá
fórst ein bátur úr Syðrugøtu
við trimum monnum, og sama
dag hvarv Heygsbáturin í
Porkeri við fýra monnum.
Teir vóru:
Hans Godtfred, 21ár
Johannes Godtfred 19 ár, teir
báðir vóru brøður
Dánjal P. Weihe, 48 ár
Simon P. Weihe, 20 ár, hesir vóru
faðir og sonur
Dánjal Pauli átti 9 børn, so nú
sat einkja eftir við 8 børnum. Tann
gamla mamman hjá Dánjal Paula
var eisini í húsinum. Símun var
systkinabørn hinar báðar.
Hetta var ikki fyrstu ferð, at
vanlagna var í hesum húsi. Pápi
Dánjal Paula, Olivur, gekk burtur á
báti í 1904 saman við fimm øðrum
monnum.
Teir á Heygsbátinum vóru farnir
við línu um morgunin. Báturin var
stórt áttamannafar, sum eitt borð
varð sett oman á. Veðrið var gott,
men tað frískaði út á dagin til storm
um kvøldið. Tað var roknað við, at
teir eru farnir um Persgrynnuna,
tí Brekkubáturin fann eitt leyst
lodd, sum hoyrdi til “Lovisu”, sum
Heygsbáturin veruliga æt, á hes
um leiðum umleið 2 ár aftaná
hendingina. Loddið var kent aftur
av Sofusi, beiggja teir báðar brøð
urnar, sum fórust. Hann hevði
gjørt loddið og sett eitt fimmoyra
í botnin á loddinum fyri at gera
hann snøggari.
Vanlukkan í 1904
Danbjørg skrivaði í Sosialinum, at
hetta var ein stórur saknur og eitt
stórt tap. Fyrst og fremst var tað
fyri tey avvarðandi, men eisini fyri
hesa lítlu bygd, sum fleiri ferðir
hevði verið fyri líknandi óhappum.
Danbjørg mintist eisini umrødda
vanlukkudagin í 1904: “Eg hugdi út í
myrkrið. Lyktir gingu aftur og fram
ígjøgnum mølina og millum húsini
og alla staðni fram við strondina
gingu tær. Annað sást einki, tí
myrkt var, men ein lyktin fyri og
onnur eftir komu frá húsum og til
Porkerisnes, sum vit kundi síggja.
Bátarnir vóru komnir aftur av
útróðri, men ein var ikki komin, og
hann kom ikki aftur”.
Danbjørg mintist í alt 38 mans
vera farnar á sjónum í Porkeri.
Hetta eru tøl, sum tað illa ber til at
ímynda sær í dag.
Handlar
Allir handlarnir í bygdini tóku móti
fiski. Teir vóru Skemman, Sigmund
Sørensen, Andrias Djurhuus, kallað
ur Diurin, Esbern Larsen og eisini
skómakarin, Hans Djurhuus.
Tað hevur verið erligt fólk, sum
hevur búð her, tí ofta var farið inn í
handilin at fáa sær, um eingin var í
handlinum, og tað bleiv altíð goldið,
sum tað átti.
Undan krígnum varð fiskurin
flaktur og saltaður, men undir
krígnum var tað soleiðis, at allur
fiskurin fór feskur til Bretlands.
Tá vóru skipini farin at sigla við
ísfiski. Summi fóru til Íslands at
keypa fisk, meðan onnur keyptu
útróðrarfisk í Føroyum og fóru til
bretska marknaðin við honum,
millum hesi vóru skip úr Vági.
Fiskurin var koyrdur til Vágs.
Skipini, sum sigldu við ísfiski vóru
Sunbeam, City of Norwich, Hav
gásin, Johanna, Stanley, Albert
Victor og Cheerfull, sum tó var
minusprongd fyrst undir krígnum,
ja øll skipini í Vági sigldu við ísað
um fiski til Bretlands. Seinni fór
Wilhelmina eisini at taka fisk.
Skipini fóru til Aberdeen, Grimsby
og onkuntíð Fleetwood vestantil í
Bretlandi.
Ein, sum koyrdi var kendi bil
stjórin
Doreus
Jacobsen,
sum
koyrdi fyri Garðamenninar í ein
mansaldur. Aðrir vóru Magnus
Jacobsen, Missurin, Jakku Dahl og
Pól Bech. Doreus var ættaður úr
Gøtu og gjørdist 100 ár.
Makrelur er ikki
nýtt uppfinnilsi
Tað kundi fáast nakað av sild her á
fjørðinum. Eg minnist, at Óli í Vági,
pápi Jørgen Olsen, kundi fáa bæði
sild og makrel inni á Vágsfirði. Hann
kundi koma út higar við feskari sild
og makreli til agn, so makrelur er
ikki nakað nýtt uppfinnilsi. Tað
var nokk so fitt í nøgd, tí øll rúmini
í bátinum vóru full av makreli.
Ósi
Aftaná kríggið máttu nýggjar leiðir
troytast.
Eg var 16 ár, tá ið Ósi varð keypt
ur í 1946. Pápi mín og fýra systkina
børn hansara áttu hann umframt
ein av Hólagarði. Tískil vóru seks
eigarar. Tá ið teir keyptu Ósa settu
teir kr. 6.000 hvør í sum partapen
ing, sum tískil var kr. 36.000 tilsam
ans.
Ósi var merktur 50 tons snurru
váðsbátur, men var veruliga 60 tons.
Tað var vanligt at merkja tonsatalið
í lægra lagi fyri at sleppa lagaligari
við krøvum frá Skipasýninum.
Snurriváð var um hesa tíðina
ein vanligur fiskiháttur hjá føroy
ingum. Tey munnu vera fá sum
miðvikan
Torleif Bech: Aftur í 1944 fó
Vanlukkan við Búgvanum var ikki tann einasta hjá porkeningum undir krígnum.
Eftir kríggið skuldi roynast nakað nýtt, og tað var snurriváð
Torleif Bech
Hesir fórust við Heygsbátinum
Skipari á Wilhelminu, sum broytti kós eftir hondini á sjókortinum, var
Dánjal Johan Vestergaard. Her er hann saman við konuni, Johanna
Kristina
Poul Djurhuus úr Porkeri var
við Milly, sum fórst í mars 1941