Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 rust fleiri menn í Porkeri miðvikan kenna henda fiskiháttin í dag. Hann verður lýstur í Lademanns Leksi­kon soleiðis: Poseformet net, til hvis åbning to lange net (armene) er fæstet. Armenes frie ender er ved tove fastgjort til fiskerfartøjet, der ligger forankret under fiskeriet. Voddet sættes flere gange fra samme sted, hver gang i ny retning, bruges især til fangst af fladfisk, torsk og kuller. Opfundet af de danske fisker Jens Laursen, kaldt Væver (1822-1914). Hesin fiskiskapur gekk mest fyri seg í Íslandi, eisini inni á fjarðunum. Snurrað var eftir øllum vanligum fiska­sløgum, sum hýsu, toski og flat­fiski, tungu og reyðsprøku. Vit seldu mest í Aberdeen, men serliga tá ið vit fingu nakað av hýsu, plagdu vit at fara til Grimsby, tí har fekst betri prísur. Vit høvdu knapt trý samdøgur suður til Grimsby. Tað var eitt samdøgur longri at sigla til Grimsby enn Aberdeen. Vit vóru seks mans, og skipari var Sofus Bech, systkinabarn mítt. Hetta vóru nógvir pengar tá. Pabba mátti biðja Johan Dahl ( á Gørð­ unum) um at lána sær pengar, tí tað ikki bar til at fáa lán í bankum til eginpening. Johan lánti honum kr. 2.000 uttan nakra trygd. Hetta vísir, hvussu stórsinnaður hann var. Pápi var so í Sjóvinnubankanum at fáa síðsta lánið til bátin uppá pláss. Hann tosaði við Thorstein Petersen, men hann noktaði í fyrsta um­fari, men teir fingu kortini lánið, tá ið avtornaði. Ósi kostaði 202.000 krónur, og hann varð keyptur úr Danmark. Fyrst æt hann Bovbjerg. Tá hann kom til Føroya, kallaðist hann Niels Espensen. Tað gekk væl at fiska, men sølan var ofta minni góð. Trupul byrjan Snurriváð var ein óroyndur fiski­ skapur hjá flestu føroyingum, so tá teir byrjaðu, fingu teir ein dana, ið kallaðist Frode Andersen við sær at leggja teimum lag á. Hann var so stórur og prúður maður, hann var 2,06 m til hæddar, men hann var væl bygdur. Men fyrsta dagin á túrinum skuldi hann leypa niður í maskinrúmið eftir onkrum, hann skuldi brúka. Har var eitt deksil, sum ikki var lagt uppá pláss, og hann fór niður millum tvey bond í maskinrúminum, har var ein muffa á akslinum. Hann knústi beinið og fótin sundur, so hetta var ein vánalig byrjan. Teir fóru á Seyðisfjørð við Froda at fáa hann á sjúkrahús og so av­ stað aftur beinanvegin. Tá ið teir koma út aftur og høvdu roynt í tveir ella tríggjar dagar, nú verður Sofus, skiparin sjúkur. Hann hevði havt vatn á lungunum, so mátti aftur farast heim við ongum. So teir vóru sum rímiligt er ordiliga í døp­ur­huga. Eg minnist, at vit skóru torv ein dagin. Pabba gekk og suffaði, hann visti ikki, hvat hann skuldi gera. Tá kom hann at hugsa um, at hann kendi gott teir, sum áttu Njarð­ ling í Hovi og høvdu roynt leingi við snurriváð. Teir høvdu keypt Njarðling í 1935, so teir høvdu góðar royndir. Hann fór so til Jaspur Hammer og segði sum var, at teir vóru í ring­ ari neyð. Teir dugdu ikki at fáast vit hetta og pabba spurdi, um hann ikki vildi koma við teimum. Jaspur sigur so ja beinanvegin. Hann skuldi koma og hann fekk Karl Midjord, Karl í Stórhúsi, eisini hov­bingur, at koma við teimum, tí Karl var skiparalærdur. Karl var eitt sindur trekur. Hann var beint komin heim av Njarðlingi og ætlaði sær at vera heima. Men hann vildi eisini vera til hjálpar og fór so við. Teir fóru so avstað til Íslands. Tað gekk sera gott. Teir fingu gott 600 kassar av reyðsprøku og hýsu. Hýsan varð avhøvdað, so meira fekst av fiski í lastina. Teir seldu fyri 1930 pund tann túrin. Pundið var tá 22 krónur. Hetta var um 40.000 kr., so hetta var ein fínur túrur. Teir fóru avstað aftur ein túr aftrat, tá seldu teir fyri 1200 pund, og tað var eisini ein góður túrur. Nú vóru teir komnir so mikið fyri seg eftir henda fiskiskapin, at teir kláraðu seg. Tað ber bert til at veiða við snurriváð í ljósi, so tá komið var út á heystið, gjørdist tíð­ in tað kundi roynast so stutt. Tá ið veturin kom, varð báturin lagdur fyri teym, og tá ið komið varð út í mars, varð farið avstað aftur. Soleiðis gingu tey fyrstu árini. Í 1948 bleiv hann lagdur 15. no­ vemb­er fyri snurriváð. Tá var farið við snøri undir Føroyum til saltfisk. Hetta var mest á Munkagrunninum, og tað gekk gott. Tann eina túrin var veiðan 120 skippund, og landað varð til fyritøkuna Lauru Nolsøe í Vági. Tey søgdu, at hetta var ein fínur fiskur, sum rættiliga kundi verða boðin til sølu á okkara marknaðum. Hetta var stórur fiskur, ið fekst og var tann stóri parturin meira enn 70 cm. til longdar. Eg var við trolaranum Beinisvørð í 1950. Tá segði pápi mín, at hann fór ikki avstað aftur, so eg mátti fara fyri hann umborð á Ósa. Í 1952 var síðsti túrur gjørdur við snurriváð, tí tá varð fiskimarkið undir Íslandi flutt út. Tá kom at liggja so nógv verri fyri at fiska við hes­um reiðskapi. So var í staðin farið til Íslands við snøri. Keyptur varð eisini silda­reið­ skapur, og tá fóru vit út í Eystur­ djúp við gørnum aftaná Íslands­ túrin. Tá var henda sildaveiðan nak­að nýggj. Hetta gekk væl, og vit fingu 1.360 tunnur tað fyrsta árið í 1953. Ósi var eitt av teimum smærru skipunum á hesi veiði. Vit høvdu eina ferð 376 tunnur í honum, men tá var ikki alt í lastini. Eisini var alt omandeks fult av tunnum. Umframt høvdu vit frammanundan fingið 285 skip­ pund av saltfiski, so tað var bara gott. Besta árið var í 1956, tá fingu vit 1776 tunnur. Tveir túrar fingu vit uppí eftir eini setu. Hetta var sera strævið. Vit vóru bara 9 mans. Báturin varð so seldur í 1958 til Lauru Nolsøe. Hetta var ikki so galin íløga. Teir sum settu kr. 6.000 í, fingu kr. 10.000 goldið, tá ið av­ torn­aði. Eg fór til Íslands á Ísafjørðin. At fara til Íslands tá í tíðini gav mun­ andi størri inntøku enn í Føroyum. Eg var i Íslandi í tvey ár. Hetta koma vit aftur til. Komandi partur Í komandi viku verður einki blað fríggjadagin. Um  2 vikur verður ein søga frá einum flekiborði umborð á Magnus Heinason í 1963-64. Tískil kemur Torleif væntandi aftur um 3 vikur. Ein hægri makt førdi Wilhelminu til Misletoe, sum var í neyð Ósi, sum porkeningar áttu Tekning av snurriváð