hósdagur 18. apríl 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíbetur bórust tíðindi, at
mentamálaráðharrin
var
púra greiður, tó at komm
unusamskipanin ikki var
samd. Fólkaskúlaøkið skal
verða hjá MMR!
Fyri mær er tað sjálvsagt,
at Mentamálaráðið varðar
av lærarunum og setir út í
kortið leiðreglur fyri allar
næmingar og lærarar í
fólkaskúlanum.
Í hesum tíðum, við spar
ingum og rationaliseringum,
hevði tað verið burturvið,
at
latið
kommununum
einar 3-400 milliónir til at
byggja sær síni egnu smáu
‘mentamálaráð’, heldur enn
at nýtt einar 10-15 milliónir
at styrkja og menna bæði
MMR og NÁM!
Er tað so, at løgtingið
í dag ætlar at lata nakrar
milliónir afturat til skúla
verkið? Lat okkum so taka
væl móti hesum peningi, og
lat Mentamálaráðið nýta
milliónirnar
at
tryggja
okkum, at sterku og fram
fýsnu starvsfólkini halda á
og framhaldandi hjúkla um
framtíðar Føroyar – heldur
enn at kommunurnar fáa
nøkur oyru til eyka umsit
ing.
Lærarar og leiðslur hava
framman fyri sær tungar
lønarsamráðingar, ið, í ávísan
mun, fara at byggja á úrslitið,
ið donsku starvsfelagarnir
fáa burturúr.
Sjálvsagt byggir lønar
samráðingin á ynski um
lønarhækking.
Haraftur
at kann hugsast, at leiðsl
urnar bera fram ítøkiliga
fráboðan, at nú skal mun
urin merkjast á skiparum
og manning.
Tað kann væl vera, at
høvuðsstaðarøkið
hev
ur sínar møguleikar at
tryggja næmingum góða
skúlagongd, men í hesum
føri er neyðugt at hugsa
um allar Føroyar. Tað er
alneyðugt at stuðla undir,
at næmingurin í fólkaskúl
anum – eisini uttan fyri
høvuðsstaðarøkið - hevur
møguleikar at menna seg.
Fyri hvørt kommunuval
kann umboðanin broytast,
og tá er alneyðugt, at skúlin
í kommununi kennir seg
tryggan, at bý- og bygdarráð
hugsa um bæði klædning
og innihald í skúlanum.
Eg eri samdur við Heðin
Mortensen, at tvíbýti ofta
er tungt og tvørligt. Eg skilji
eisini ynski borgarstjórans
at fevna um skúlan. Tórs
havnar kommuna kann
spenna seg út at bjóða fram
skúlatilboð, ið bjóða øllum
føroyskum næmingum at
flyta til Havnar.
Men eg eri púra samdur
við mentamálaráðharran, at
júst skúlaøkið er ikki eitt tú
leggur út til kommunurnar.
Í hvussu er ikki soleiðis sum
kommunurnar eru skipaðar
nú. Fyri mær er rættasta
loysnin, at kommunurnar
samstarva so mikið, at
lærarar og leiðslur altíð eru
undir einum hatti.
Mentamálaráðið er júst
umskipað, at skúlaleiðsl
urnar venda sær til tríggj
ar ymiskar deildir, í mun til
skipanina við einari fólka
skúladeild.
Fólkaskúla
deildin hevði allar næm
ingar, allar lærarar og allar
leiðslur í einum greiðum
samstarvi, ið nú brádliga
er býtt sundur í tríggjar
deildir.
Vónandi verður tað so,
at MMR sendir út greiðar
fráboðanir
um,
hvussu
skúlaøkið best nýtir nýggju
skipanina, og vónandi verð
ur tað eisini so, at landsins
myndugleikar stuðla undir
at raðfesta MMR og seta
fleiri starvsfólk at tryggja
okkum mennandi fólka
skúla.
Ynski mítt er, at Føroya
Lærarafelag verður semju
søkjandi og samstarvandi
at tryggja øllum, ið varða av
næmingum og foreldrum,
góðar og mennandi skúla
dagar.
Skúlin skal verða
verandi hjá MMR
– sjálvsagt!
Jákup av Skarði
Margháttlig raðfesting
hjá Fólkaheilsuráðnum
Hans Pauli Strøm
fyrrv. Landsstýrismaður
í heilsumálum
Ein undarlig støða:
1) Forkvinnan í Diabetesfe
lagnum greiðir frá sínum
ótta fyri øktu útbreiðsl
uni av diabetes-2 í Før
oyum. Hetta ger hon í
heilari opnu í Sosialinum
undir yvirskriftini: “6000
føroyingar
hava
ein
sníkjandi drepara”. Hon
hevur eisini sera kritisk
ar viðmerkingar til polit
isku niðurlagingina av
viðgerðartilboðunum til
diabetessjúklingar.
Hon vísir eisini á neyðug
átøk. M.a. er hon við eini
heilari síðu aftrat í sama
blað, undir yvirskriftini:
“Sunnur matur skal vera
bíligari enn ósunnur mat
ur”
2) Í sama blað er ein heil síða
frá
Fólkaheilsuráðnum
undir yvirskriftini: “Dei
ligt at vera føroyingur”,
har eitt fólk frá hesum
heilsupolitiska ráðnum
eisini fortelur, at tey í
Fólkaheilsuráðnum hava
gjørt eina Facebook-síðu,
har tey vilja hava okkum
øll inn at fortelja, hvussu
ræðuliga gott tað er at
liva í Føroyum.
Týdningin
av
hesum
boðskapi hevur fólkið
hjá
Fólkaheilsuráðnum
útbreitt seg um í øllum
miðlum nú í meir enn
tvær samfullar vikur.
Fólkaheilsuráðið er sett við
lóg at virka fyri betri fólka
heilsu í Føroyum, og at berj
ast ímóti teim sonevndu
fólkasjúkunum,
ið
skaða
okkara heilsu og dagligu til
veru. Ein av størstu fólka
sjúkunum er júst diabetes-2,
so sum forkvinnan í Dia
betesfelagnum
serstakliga
væl greiðir frá.
Men
Fólkaheilsuráðið
setir heilt aðra dagsskrá og
ruddar allar yvirskriftit, við
at seta fólk í starv at útvega
og upphevja gallupkanningar
við boðskapinum um, hvussu
ræðuliga deiligt alt er í Før
oyum.
Eg undrist stórliga yvir
hesa
margháttligu
rað
festingina hjá Fólkaheilsu
ráðnum. Haldi at Fólka
heilsuráðið eigur at lata
reklamudeildirnar á Løg
mansskrivstovuni og Ferða
ráðnum
yvirtaka
hetta
merkiliga eydnukanningar
virksemið – og aftur konsen
trera seg um tær kjarnuupp
gávur, sum ráðið – við sera
avmarkaðum ressursum – er
sett til at røkja.
Fólkaheilsuráðið
varð
skipað í mínari tíð sum
landsstýrismaður og fekk
til uppgávu at virka fyri at
seta ta nýggju Fólkaheilsu
ætlanina fyri Føroyar í verk.
Eg frøddist yvir samstarvið
við Fólkaheilsuráðið tá. Og
vóni, at tit finna aftur á leið
ina.
Í hesum tíðum hevði tað verið
burturvið, at latið kommununum
einar 3-400 milliónir til at byggja sær
síni egnu smáu ‘mentamálaráð’.
Jákup av Skarði, nevndarlimur
Føroya Lærarafelags, skrivar
Eiga at bróta almennu
monopolini
Helgi Abarhamsen
løgtingsmaður
Spurningurin um at privati
sera almennar tænastur er
aftur kyknaður, nú lands
stýrið hevur lagt uppskot til
fíggjarkarmar fyri løgtingið.
Í uppskotinum mælir lands
stýrið nevniliga til at gera
privatiseringar.
Nakrar royndir hava verið
gjørdar, bæði í Føroyum og í
okkara grannalondum, at
privatisera almennar tæn
astur. Misjavnt er, hvussu
hetta hevur eydnast, og ofta
hevur tað verið soleiðis, at
vinstrivongurin hevur víst
á dømi, har privatiseringin
hevur gingið illa, meðan
høgrivongurin hevur víst á
dømi, har tað hevur gingið
væl. Veruleikin er, at tað eru
dømi um bæði væleydnaðar
og
miseydnaðar
privati
seringar.
Privatiseringin má
hava eitt endamál
Endamálið við eini privati
sering er í fyrstu atløgu at
bróta tað almenna mono
polið. Harvið fáa vit kapping,
og tað er til fyrimuns fyri
brúkaran. Og júst tí gevur tað
onga meining at privatisera,
um einasta broytingin er,
at tað almenna monopolið
verður gjørt til eitt privat
monopol. Um úrslitið ikki
verður kapping, so kunnu vit
akkurát tað sama lata mono
polið vera alment.
Tað er eisini sera umráð
andi, at privatiseringin verð
ur soleiðis løgd til rættis, at
krøv verða sett til dygd og
tænastu, og at ikki alt verður
ein spurningur um prís.
Kappingin gagnar
brúkaranum
Tað er eingin ivi um, at kapp
ingin gagnar brúkaranum, og
tí eiga vit at privatisera, har
tað er møguligt, men tað skal
gerast við skili.
Tað eru ikki allar almennar
tænastur, sum hóska seg at
verða privatiseraðar. Við tí
sera
avmarkaða
fólkatal
inum, sum vit hava í Føroy
um, er ikki pláss fyri kapping
á øllum økjum, tí tað eru
nakrar almennar tænastur,
sum vit ikki fáa havt fleiri
av. Men har tað kann ger
ast við fyrimuni, eiga vit at
privatisera, soleiðis at kapp
ingin kann skapa eina betri
tænastu og helst eisini lægri
prísir.
Almenna bilparkin
er eitt dømi
Eitt øki sum eg ofta hugsi um,
sum er væl egnað at privati
sera, er almenna bilparkin.
Almennu Føroyar eiga sera
nógvar bilar. Lat okkum siga,
at hvør bilur kostar einar
200.000 krónur at keypa,
og hann kostar eisini nógv
í rakstri. Samtíðis standa
taksabilar ymsastaðni í land
inum í longum røðum og
bíða eftir kundum. Sjálvandi
hevði borið til at gjørt góðar
avtalur við privatar bilstøðir
um at tikið sær av almenna
flutninginum fyri ein nógv
lægri kostnað. - Bilarnir
standa kortini og bíða eftir at
sleppa at koyra onkran túr.
Sjálvandi ber ikki til at
avskaffað alla ta almennu
bilparkina, men eg ivist ikki í,
at tað hevði borið til at lækka
talið av almennum bilum
munandi. Tað almenna hevði
spart og bilførararnir høvdu
sloppið at koyrt, heldur enn
at bíða.
Eisini á øðrum økjum
høvdu vit kunna vunnið
nógv við at privatisera. Í
summum førum ber bert til
at privatisera partar av tæn
astuni, men lat okkum so
gera tað.
Uppskotið um at privati
sera ávísar almennar tæn
astur skal í hvussu so er fáa
mín fulla stuðul – sjálvandi
treytað av, at tað verður gjørt
við skili. Málið eigur at vera
at skifta monopolini út við
fría kapping.
kjak