hósdagur 18. apríl 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya
er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.
J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
FO-110 Tórshavn • Føroyar
Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo
Vísindastarvsfólk í samfelagsvísindum
Á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi er eitt vísindastarv sum
lektari ella adjunktur leyst at søkja.
Starvsøki
Tann, ið sett/ur verður, skal virka fyri at menna gransking
og undirvísing á raðfestu samfelagsvísindaligu økjunum á
deildini.
Granskingarøkini á deildini eru býtt í trý temu: 1) Tilfeingi,
umhvørvi og nýskapan. 2) Fólkaræði, umsiting og vælferð.
3) Identitetur, mobilitetur og samskifti. Sí http://setur.fo/
soegu_og_samfelagsdeildin/gransking/evnisoeki/
Umsøkjarar verða bidnir um í umsóknini at skilmarka sín
granskaraprofil og møguligar granskingarætlanir ella ynski
innan fyri temuni omanfyri.
Undirvísingin verður knýtt at verandi útbúgvingum á
Søgu- og samfelagsdeildini. Undirvísingarskyldan kann eisini
fevna um aðrar útbúgvingar og útbúgvingarøki á Setrinum.
Harumframt kann starvsøkið fara at fevna um arbeiði við
nýggjum útbúgvingum.
Á Søgu- og Samfelagsdeildini verður dentur lagdur á
tvørvísindaliga praksisorienteraða gransking, har samstarv
við aðrar mentanarstovnar og onnur fakøki innan- og uttan-
seturs hevur stóran týdning.
Førleikar
Lektaraumsøkjarar skulu hava ph.d.-prógv ella samsvarandi
førleika og skjalprógvaðan granskingarførleika á altjóða
stigi. Teir skulu hava góðan pedagogiskan førleika og fyri-
sitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking.
Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/
ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella sams-
varandi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógv-
að granskingarevni og hava ítøkiliga ætlan um at skriva
ph.d.-ritgerð, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar skulu í
minsta lagi hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgv-
ing.
Út frá eini heildarmeting tilskilar Fróðskaparsetrið sær
rætt til at seta ein adjunkt í starv fram um ein lektara, um
profilurin v.m. hjá adjunktinum hóskar betur saman við inni-
hald og ætlan við lýsta starvinum.
Viðkomandi fyri starvið eru førleikar frá eitt nú umsiting,
sosialvísindum, planlegging, frá politikki, búskapi og kvant-
itativari metodu.
Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit
yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av
granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum.
Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir
framda undirvísing saman viðviðmæli og eftirmetingum, um
tær eru til taks.
Við umsóknini skulu vera í mesta lagi 10 vísindaligar
greinir og yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans.
Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt umsokn@setur.fo
Setanargongd
Stavið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á
Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært
sáttmála við Akademikarafelag Føroya.
Sett verður metingarnevnd at meta um førleikar umsøkj-
aranna. Hvør umsøkjari fær sendandi metingina av sínum
førleikum.
Umsóknarfreistin er 1. mai 2013. Miðað verður eftir at seta
starvið 1. august 2013.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til Hans
Andrias Sølvará, deildarleiðara (tlf.292583; has@setur.fo), til
Gest Hovgaard, lektara, telefon (tlf. 292595, gesturh@setur.
fo) ella til Maluna Marnersdótt ur, dekan, malanm@setur.fo.
Upplýsingar um virksemi á Fróðskaparsetrinum eru at finna
á heimasíðuni: www.setur.fo
i