hósdagur 18. apríl 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Birgir Hansen:
VÍF
Styrkir:
Skotstyrkin.
Liðið
hevur
fleiri góðar skjúttar, sum
kunnu skjóta úti frá. Filip
Jojic, Regin Joensen, Sámal
Jákup Djurhuus, Rasmus
Junker og Magnus Muller
eru allir spælarar, sum hava
góð skot. Eisini verjan er
sterk. Her hugsi eg serliga
um Sámal Joensen og Bárður
Brimvík, sum báðir eru stórir
og sterkir. Hetta gevur eisini
VÍF ein møguleika flyta eitt
sindur runt við eitt nú Agnari
Joensen.
Veikleikar:
Liðið tykist ikki hava ein fasta
spæliskipan. Til tíðir blíva
tað ov nógv einmansavrik
og liðið hevur bara ein góðan
málmann. Eli Muller má ikki
spæla ein vánaligan dyst.
Sjørnuspælari:
(Filip Jojic)
Hann er stjørnan hjá VÍF.
Hann skjýtur flest mál og
er ein støðug hóttan í álops
spælinum.
Lyklaspælari:
(Sámal Joensen)
Hann bindur verjua saman
og hevur stóran týdning fyri
verjuspælið.
Jokari:
(Regin Joensen)
Er byrjaður at skjóta mál í
seinastuni. Kann koma inn
og gera munin. Ein annar
kundi verið Magnus Muller.
H71
Styrkir:
Kropsstyrkin og góða venj
ingarstøðan. Allir spælararnir
eru væl fyri, eru tryggir á
bóltinum og hava nógva
orku. Teir hava møguleika
at broyta uppstilling í verju
støðu, og koma longur fram
at verja. Eisini hava teir tveir
góðar málmenn. Tað er ein
fyrimunur um annar hevur
ein ringan dag.
Veikleikar:
Skotstyrkin og hæddin er
ein veikleiki hjá H71. Av tí at
liðið manglar bæði, so er tað
so týdningarmikið, at gjøgn
umbrotini rigga væl. Hetta
blívur serliga ein veikleiki um
H71 ikki fær spælið at koyra,
meðan VÍF hevur skjúttar, ið
kunnu gera einmansavrik.
Stjørnuspælari:
(Rógvi Sørensen)
Er spælfordeilarin á liðnum
og tryggjar, at millum annað
Rógvi Højgaard og Bogdan
Florea koma í góðar skot
støður.
Lyklaspælari:
(Málverjarnir)
Eg kundi nevnt fleiri, men
velji at framheva Tórald
Kollsker og Ára Dam. Eg
kundi eisini nevnt Rúna
Højgaard.
Úrslit:
Hesin dysturin er púra opin
og kann fara báðar vegir.
Tað er ógjørligt at siga hvør
vinnur.
Finnur Hansson:
H71
Styrkir:
H71 er eitt gott álopslið. Teir
eru skjótir fram, spæla skjótt
og eru tryggir við bóltinum.
Teir hava spælt nógv saman
og kenna hvønn annan, um
framt at teir hava Bogdan
Florea, sum á einum góðum
degi kann skjóta nógv mál.
Eisini koma fá mál ígjøgnum,
og liðið hevur tveir eins góðar
málmenn.
Veikleikar:
Í hvørjum dysti hava eitt eina
løtu har teir ikki skorað. Teir
blíva ófarligir í álopsstøðu.
Hesa løtuna tekur ongin
ábyrgd og H71 hevur mist
fleiri dystir á gólvið orsaka
av hesum. Tá H71 fær niður
túr, so er hann mangan
kollektivur og tað gongur ov
leingi, áðrenn teir klára at
venda gongdini.
Stjørnuspælari: (Liðið)
Eg haldi ikki, at H71 hevur
eina stjørnu á liðnum. Teir
hava hinvegin eitt javnt gott
lið.
Lyklaspælari:
(Rógvi Sørensen)
Hann er ikki eins sjónligur á
málskjótingarlistanum, sum
onkrir av hinum, men hann
er grundin undir álopsspæl
inum hjá H71. Hann spælir
hinar upp og spælir støðugt
væl.
Jokari: (Bogdan Florea)
Spælir Bogdan upp til sítt
besta, so er hann ikki til at
steðga. Aðrar tíðir sær hann
út sum ein, ið ikki tímur at
spæla hondbólt. Fyrr fall
liðið við honum, men nú
verður hann bara skiftur út
og hinir traðka til.
VÍF
Styrkir:
VÍF hevur breiðasta og besta
hópinum í landinum. Teir
hava gott fólk á øllum pláss
um. Teir hava eisini røttu
blandingina av ungum og
royndum spælarum. Teir
spæla fjølbroyttan hondbólt
og kunnu tillaga seg mót
støðuna.
Veikleikar:
Teir hava bara ein málmann.
Tað leggur stórt trýst á Eli
Muller. Eisini missa teir
fokus, tá teir eru greitt á
odda. Hetta hevur kostað
teimum stig í dystum, sum
tær aldrin skuldi havt mist
stig í. Tað er serliga móti
endanum av dystinum at tað
hendir.
Stjørnuspælari: (Eli
Muller og Filip Jojic)
Eli Muller er týdningarmikil
fyri VÍF. Alt avhongur av
honum í málinum. Eisini Filip
Jojic er stjørnan á liðnum.
Hann skjýtur nógv mál og
tí leggja fólk eisini merki til
hann.
Lyklaspælari:
(Agnar Joensen)
Strikuspælarin er drívkraftin
aftan fyri liðið. Hann gongur
á odda og fær hinar við í
kríggj. Hann er ein sannur
liðleiðari. Teir ungu síggja
upp til hann og teir eldru
fylgja honum.
Jokari: (Regin Joensen
og Magnus Muller)
Gonur ikki eftir vild hjá Filip
Jojic, so kunnu bæði Regin
Joensen og Magnus Muller
koma inn og gera mun. Teir
skjóta báðir væl og koma teir
fyrst í gongd, so verða teir
ringir at steðga.
Úrslit:
Hyggja vit eftir spælarum og
tølum, so havi eg VÍF til at
hava ein lítlan fyrimun. Men
H71 hevur havt eitt gott tak
á VÍF og hevur tí eitt mental
tak tá vestmenningum. Hes
in dysturin verður tættur og
spennandi.
ítróttur hondbóltur atlantic airways deildin upptakt
slagið um finaluplássið
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
23
673
531
142
37
2 H71
23
617
552
65
31
3 VÍF
23
670
597
73
30
4 StÍF
24
598
570
28
25
5 Kyndil
23
596
595
1
23
6 Neistin
23
560
603
-43
16
7 Team Klaksvík
23
491
757
-266
0
Fremsta deild kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
19
596
434
162
38
2 Kyndil
19
435
427
8
23
3 VÍF/Tjaldur
19
463
484
-21
19
4 StÍF
20
491
552
-61
14
5 VB
20
477
514
-37
13
6 Stjørnan
19
431
482
-51
9
Fremsta deild kvinnur:
_______________________________
Leygardagin 20. apríl
Kyndil - Neistin . . . . . . . . . . kl. 14. 30
Stjørnan - VÍF/Tjaldur . . . . . kl. 15. 00
Atlantic
Airways deildin:
_______________________________
Fríggjadagin 19. apríl
KÍF - Team Klaksvík . . . . . . . kl. 20. 00
Leygardagin 20. apríl
Kyndil - Neistin . . . . . . . . . . kl. 16. 00
H71 - VÍF . . . . . . . . . . . . . . . kl. 16. 00