hósdagur 18. apríl 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tað er ikki væl vorðið á
Argjum. Stigaposin er fram
vegis skralltómur, og tað er
framvegis saknur í fleiri av
teimum, sum vóru ætlaðir at
eiga týdningarmiklan leiklut
í royndini at halda tørn um
plássið í bestu deildini.
Tá ið AB í 2010 royndi seg
í fremstu røð, var samlaða
úrtøkan 10. plássið og 14 stig
eftir tveir sigrar og átta javn
leikir. Tá var úrtøkan eftir
fimm umfør tvey stig. Nú
bíða argjamenn eftir NSÍ.
Fyri trimum árum síðani
vann AB eitt stig burturúr
trimum uppgerðum ímóti
NSÍ.
Hjá NSÍ er vongverjin
Einar
Tróndargjógv
leik
bannaður eftir reyða kortið í
steypadystinum ímóti TB.
Arnbjørn Hansen og Brian
Olsen eru langtíðarskaddir
hjá illa sperda EB/Streymi,
sum fær vitjan av TB. Í triva
liga steypasigrinum ímóti
Giza/Hoyvík fyri viku síð
ani var Marni Djurhuus ikki
við, og vøddaskaðin er so
mikið álvarssamur, at álitis
maðurin í verjuni heldur
ikki verður við ímóti TB.
Gunnar Zachariasen fer at
loysa Arnbjørn Hansen av í
fremstu ódnini.
Á Tvøroyri er fótbóltslagið
gott. Ikki minst eftir at tað
mikukvøldið
eydnaðist
næstbesta liðnum at vinna
4-3 í Vági. Í bestu deildini
er TB tríggjar tær seinastu
ferðirnar farið av vøllinum
við úrtøku. Ein av ungu
monnunum, Ragnar Tausen,
skoraði hattrikk í Vági, áðr
enn hann í 78. minutti varð
borin av vøllinum og endaði
á sjúkrahúsinum á Tvøroyri.
Tíbetur vístu røntgenmynd
irnar at einki var brotið. Í gjár
var ikki greitt, um Ragnar
verður førur fyri at spæla í
Streymnesi sunnudagin.
Í B36 leguni er skaðastøðan
framvegis vánalig. Høgni
Eysturoy er tøkur aftur, men
tað er steingur oman á byrðu,
at Súni Olsen nú er leikbann
aður. Ungu menninir vístu
mikukvøldið á Skála, at tað
eru knotur í teimum.
Hjá 07 Vestur er miðvall
arin Evrard Blé tøkur aftur,
eftir at hann seinastu ferðir
nar hevur verið leikbannaður.
Tvær tær seinstu ferðirnar
hevur 07 Vestur megnað
javnleik ímóti NSÍ og HB.
Tað ber sjálvsálit við sær,
sum ikki verður skalað, hóast
07 Vestur sunnudagin tapti
steypadystin á Skála.
fótbóltur effo-deildin upptakt
ítróttur
Toppurin í Fuglafirði og í Gundadali
Botnurin hevur tað ikki gott
Jóannes Hansen
Landskappingin er fimm
umfør gomul, og sunnudagin
fæst ábending um, hvørji lið
í løtuni eru best fyri av teim
um bestu. Toppliðið Víkingur
skal í Gundadal at spæla ímóti
HB, sum er á triðja plássi og
eitt stig aftanfyri Víking. Kí,
sum er næstfremst, skal til
Fuglafirðar, har ÍF, sum er
á fjórða plássi og tvey stig
aftanfyri bæði KÍ og HB, tek
ur ímóti.
KÍ og HB eru einastu liðini,
sum
framvegis
ongantíð
eru farin stigaleys av vølli.
Víkingur hevur fýra ferðir
verið á heimavølli og eina
ferð á útivølli. Tað var ímóti
B36, sum smurdi Víking av
4-0. Síðsta sunnudag vísti
Víkingur í steypadysti í
Gundadali ímóti B36, at teir
ljósabláu eisini duga á úti
vølli.
Síðsta kappingarár vísti
tað seg vera rættuliga torført
hjá KÍ at vinna ímóti teimum
fremstu.
Um
lutfalsliga
óroynda liðið nú er betri fyri
til sovornar avbjóðingar fæst
at vita næstu vikurnar. Fýra
tær næstu ferðirnar eru allir
kappingarneytarnir til fýra
tey fremstu plássini millum
mótstøðuliðini. Sunnudagin
skal KÍ spæla í Fuglafirði, so
vitjar HB í Klaksvík, og eftir
heimadyst ímóti 07 Vestur
er Víkingur á skránni í síðsta
dystinum í fyrsta triðing
inum av kappingini.
HB hevur vunnið báðar
útidystirnar, meðan tað ikki
hevur verið so sannførandi í
Gundadali. Umframt 2-0 sig
urin á EB/Streymi hevur HB
spælt 1-1 ímóti B36 og serliga
málleysi javnleikurin ímóti
07 Vestur var vónbrot.
– Hjá okkum tykist tað
vera lættari at spæla ímóti
teimum, sum vit kappast
við í toppinum, enn at spæla
ímóti teimum, sum koma í
Gundadal at verja og harvið
pakka seg niður í og kring
brotsteigin, sigur HB venjarin
Oddbjørn Joensen.
Hjá HB er Jógvan Rói
Davidsen tøkur aftur eftir
leikbann. Andrew av Fløtum
var ikki við í steypadystinum
á Sandi. Tað er ivasamt, um
veteranurin verður førur fyri
at spæla sunnudagin. Á Sandi
fekk Bárður J. Heinesen
møguleikan í álopinum.
– Tølini siga, at álopsspæl
ararnir hjá okkum ikki skora
so nógv mál. Sjálvandi er tað
fyrimunur, um teir fremstu
skora regluliga. Tað vóna vit
fer at eydnast samstundis,
sum vit fegnast um, at mið
vallararnir og eisini verju
spælararnir higartil hava
skorað málini, staðfestir HB
venjarin.
Hjá Víkingi var Heðin
Hansen
sunnudagin
við
frá fyrsta bríksli. Harvið er
kappingin um plássini mill
um teir fyrstu ellivu økt.
Tá ið ÍF sunnudagin vitj
aði á Argjum og við 2-1 sigri
spældi seg víðari í steypa
kappingini, vardi Hallgrím
G. Hansen málið, tí Jákup
Mikkelsen kendi seg ikki so
væl. Jákup verður sunnu
dagin í ÍF málinum, tá ið
KÍ kemur til Fuglafirðar.
Miðvallarin
Bogi
Reinert
Petersen var orsaka av skaða
ikki við á Argjum. Hann
verður heldur ikki við ímóti
KÍ. Aleksandar Jovevic var á
sentrala miðvallarplássinum
ímóti AB.
Í Klaksvík er kappingin
um plássini ógvuliga stór.
Allir spælararnir eru tøkir.
John Hammer, sum ikki hev
ur spælt higartil í ár, var á 1.
deildarliðnum mikukvøldið,
og Ísak Simonsen er komin
fyri seg eftir skaðasteðg.
joannes@sosialurin.fo
Sprelsku klaksvíkingarnir og
toppliðið í Sarpugerði eiga
stórar avbjóðingar á útivølli
ímóti HB og ÍF, sum hava møgu
leika at vinna oddasessin
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 Víkingur
5
4
0
1
9
7
+2
12
2 KÍ
5
3
2
0
11
5
+6
11
3 HB
5
3
2
0
8
2
+6
11
4 ÍF
5
3
0
2
9
8
+1
9
5 B36
5
1
3
1
7
4
+3
6
6 NSÍ
5
1
2
2
5
6
-1
5
7 07 Vestur
5
1
2
2
6
9
-3
5
8 TB
5
1
2
2
4
8
-4
5
9 EB/Streymur
5
1
1
3
6
8
-2
4
10 AB
5
0
0
5
3
11
-8
0
Bæði á Argjum og millum meist
ararnar í Sundalagnum eru tað
fleiri, sum orsaka av skaðum
ikki eru førir fyri at spæla