hósdagur 18. apríl 2013síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
nr. 44- 19. apríl 2013
VIKUSKIFTI
3
Vilt tú mynda
Føroya størsta miðil?
Kundi tú hugsað tær at verið við til at styrt og framleitt tíðindastreymin á
Føroya mest sædda fjølmiðli á internetinum? Uppgávan at veita tíðindi til
Portal.fo verður nú boðin út.
Søkt verður eftir einum dugnaligum og virkisfysnum
toymi, ið sjålvstødugt kann røkja uppgávuna at veita
tíðindi til Portalin.
Portal.fo
Portal.fo er nógv mest vitjaða heimasíðan við tíðindum
í Føroyum. Flestu føroyingar, bæði heima og úti, vitja
síðuna hvgnn dag, og Portalurin hevur yvir 70.000
ymiskar brúkarar hvgrja viku.
Málið hjá Portalinum er at vera skjótasti og besti
internetmiðilin, sum er fyrst við tí síðsta. Føroyska
samfelagið skal lýsast breitt, og Portalurin skal vera
miðið, har tú kunnar teg um, hvat rgrir seg á politiska,
vinnuliga, ítróttarliga, mentanarliga og gerandisliga
økinum.
Um umsøkjarar
Fyri eina fasta upphædd bjóðar Føroya Tele
umsøkjarum at átaka sær uppgávuna at framleiða
tíðindi til Portalin eftir einari skipan, har ávís dygd
og nøgd av tilfari verður tryggjað.
Vit síggja fyri okkum, at umsgkjarar antin eru
fjølmidlafélk, ið taka seg saman um uppgávuna, ella
grundfestar fyritøkur við royndum á økinum.
Umráðandi er at hava víðan sjónarring og halda tað
vera eina spennandi og týdningarmikla uppgávu at
ýsa virksemið í føroyska samfelagnum í breiðum
týdningi.
Okkara væntanir
Vit vænta, at tit hava eina visión og grundgeva fyri,
hvussu tit kundu hugsað tykkum at rgkt uppgávuna
at vera tíðindaveitari hjá Portalinum næstu árini. Vit
kundu hugsað okkum boð uppá, hvussu Portalurin
kann mennast, hvgrji nýggj gki kundu verið áhugaverð,
og hvussu tilfarið kann gerast uppaftur meira
viðkomandi fyri breiða skaran av føroyingum.
Okkara leiklutur
Leikluturin hjá FT Online, sum hevur Portalin um hendi
á Føroya Tele, er at taka sær av rakstri og menning av
tøkniliga partinum; FT Online hevur eisini søluna av
lýsingum á Portalinum um hendi. Roknast kann við
einum jøvnum samskifti millum FT Online og komandi
veitaran um dygd og nøgd, og fylgt verður javnan upp
og eftirmett, um tænastan er ngktandi. FT Online
leggur seg hinvegin ikki út í dagliga arbeiðið við
innihaldinum, sum veitarin hevur fulla ábyrgd av.
Umsókn og freist
Hava tit áhuga at røkja uppgávuna at vera fastur
tíðindaveitari til Portal.fo, kunnu tit innan 1. maí 2013,
senda eina umsókn til jmoGft.fo ella:
Føroya Tele
Att. Jan Mortensen
Postboks 27
FO-110 Tórshavn
Meira fæst at vita um uppgávuna við at venda sær til
Jan Mortensen, privatkundastjóra, á 243301.
FOROYA 1CLCE