Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-18, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 44 · 19. apríl 2013 4 VIKUSKIFTI Trúboðan Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er sanniliga ikki lætt at vera trú­ boð­ari í Mali. Landið er samansett av fleiri enn 30 ymiskum fólkabólkum, hvør við sín­um egna og vítt ymiska máli, sigur Gimmi Olsen, sum síðani 2011 saman við konuni Karinu hevur starvast sum trú­boðari í Mali. Tey eru í byrjunarfasuni, tá talan er um trúboðarar. – Í 2010 vóru vit í Senegal og lærdu franskt. Senegal er jú gamalt hjáland hjá Fraklandi, og vit vórðu so send til Mali 3. januar 2011, sigur Gimmi Olsen. Men uppihaldið í Mali gjørdist ikki so drúgt, sum tey bæði høvdu vónað. – Grundirnar vóru tvær. 22. mars 2012 var eitt statskvett í Mali, har for­ set­in varð koyrdur frá. Hetta hendir, tí fólk eru ónøgd við støðuna uppi í norði, har mann veit, at ein slaktan av malisk­ um hermonnum er farin fram. Men landið er veikt eftir statskvettið, og upp­reistrarbólkar saman við Al-Quaida savn­ast í norði og stutt eftir hava teir tikið tveir triðingar av landinum, sigur Karina Lassen. Talan var millum annað um leigu­ hermenn úr Libya og vápn úr Libya, ið júst var fallið tá, so talan var um tungt vápnaðar hermenn í økinum. – Maliski forsetin hevði sagt, at teir ikki skuldu upprusta næstu 20 árini, og tí var maliski herurin ógvuliga veik­ ur og kundi einki gera mótvegis upp­ reistrar­monnunum. Men tíbetur steðg­ aðu teir, tá teir vóru komnir suður móti høvuðs­staðnum, sigur Karina Lassen. Mali var reytt Steðgurin var tó ikki so drúgvur, sum vónað, tí 8. januar fingu tey boð um at taka til rýmingar. – Uppreistrarherurin, sum hevði ligið í dvala síðani mars 2012, tók seg knapp­liga og við miklari ferð suður eftir. Frakland, sum hevði hermenn í øk­inum, gjørdu skjótt av og fóru at bumba uppreistrarherin, men tá var einki at gera. Tá var kríggið byrjað, sigur Karina Lassen. Tey høvdu annars vónað, at tey kundu verða verandi har í frið og náum fram til summarið. – Vit skulu heldur ikki gloyma, at teir 10 mánaðirnir frá mars 2012 til januar 2013 eru týdningarmiklir, tí tá vit fáa boð frá Missiónini at fara úr land­inum í apríl í fjør, fóru vit heim og vóru heima í nakrar mánaðir, áðrenn vit fóru avstað aftur eftir summarfrítíðina. Men tá hevði bæði norska og danska ambassadan sagt, at alt Mali var reytt, og tað merkir, at vit ikki høvdu loyvi at fara inn aftur í landið, sigur Gimmi Olsen. Tað var kortini so, at tey, ið veruliga ynsktu at koma inn í landið aftur, sluppu. – Barnafamiljur sluppu til dømis ikki avstað og tey, ið ikki ynsktu at fara, sluppu undan, sigur Gimmi Olsen. Karina hevði eisini sínar tankar, tá tey fóru aftur til Mali í september 2012. – Tá vit vóru í høvuðsstaðnum og skuldu keypa inn, ivaðist Karina í, hvussu neyðugt tað var at keypa stórt inn. Hon kendi á sær, at hetta fór at vera stokkut, sigur Gimmi Olsen. Umheimurin vildi royna at finna eina friðarliga loysn, og tosa seg til semju. – Men so í november hendur ein burturflyting av einum fraklendingi, og hetta fer fram beint norðan fyri hjá okkum. Vit plaga onkuntíð at steðga har at eta, tá vit fara til høvuðsstaðin at keypa inn, so tað kendist rættiliga nær, sigur Gimmi Olsen. Kendu okkum trygg Hesin fraklendingur er gísli enn tann dag í dag. – Vit vistu, at tá slíkt hendir, fer Missiónin at reagera. So longu tá vórðu vit flutt í landinum, og tað var ein stór sorg fyri okkum, tí vit høvdu instillað okkum upp á at verði har í nógv ár fram. Men tá vórðu vit flutt fýra tímar longur suður, sigur Gimmi Olsen. Tað var ikki tí, at tey kendu seg ótrygg. – Vit kendu okkum trygg. Vit vóru langt burtur frá hermótinum og langt burtur frá øllum. Men nógv verður fíggj­að gjøgnum gíslatøku, og tá hon kemur so tætt, so skilir tú, at Missiónin ger, sum hon ger. Alt økið frá har sum vit vóru og norður móti Mouritania var eitt no-go øki eftir gíslatøkuna, sigur Karina Lassen. Tey vórðu verandi í bygdini í eina viku eftir gíslatøkuna, har tey bara bíð­ aðu eftir boðum frá Missiónini. – Tað runnu nógvir undarligir tank­ ar gjøgnum høvdið ta vikuna, eftir gíslatøkuna, og vit sensureraðu okk­ um í okkara samskifti, tí vit vildu ikki, at tey heima skuldu vera bangin um okku­m, sigur Gimmi Olsen. Ymsar uppgávur Norska Missiónin hevur verið í Mali í 30 ár, og hevur sæð sína uppgávu í land­inum ógvuliga breitt. – Talan er ikki bara um at renna eftir sálum, men hugsa ógvuliga breitt. Uppgávan hevur verið at endurspegla Guðs kærleika, bæði í hondunum, fótunum og hjartanum. Missiónin út­førir nógvar verkætlanir, eitt nú at útvega reint vatn, at dyrka ymsan góð­ an mat, bæði til at eta sjálvi og at selja. Og vit læra fólk at lesa og skriva, sigur Gimmi Olsen. Eitt annað hevur verið at lært fólk at verða lærarar, uttan at skula ganga nógv ár í skúla. – Eisini hava vit roynt at hjálpt teim­ um við vegasambandi, tí tá regntíðin er frá juni til oktober, er illa framkomandi við teirra sjúku. Umframt hetta hevur mann umsett Nýggja Testamentið, og er nú í ferð við at umseta Gamla Testa­ mentið, sigur Gimmi Olsen. Ein uppgáva er sjálvandi at ferðast runt til bygdirnar og hildið møtir og boða um Jesus. – Og vit hava alla tíðina havt fyri eyg­að, at lokalar meinigheitir verða skaptar, sigur Gimmi Olsen. Høvuðsstaðurin, Bamako, hevur eitt íbúgvaratal á umleið tvær milliónir, men tað eru smærri støð, har trúboðararnir hava sín gerandisdag. – Har, sum trúboðarar hava verið í fleiri ár, er ein bygd á umleið 2.000 íbúgv­ar, verður sagt, men tað kann saktans vera 3.000. Har, sum vit vóru sein­ast, búgva umleið 800 fólk, sigur Gimmi Olsen. Flestu fólkini búgva í rundum smátt­ um, men summi hava í seinastuni bygt sær hús av sementi. – Tað eru tær familjurnar, har ein ella fleiri menn eru slopnir tvørtur um Miðar­havið og hava fingið arbeiði, ið senda pengar til familjurnar. Hesar kunnu so byggja sær rættilig hús úr betongi við taki á, sigur Gimmi Olsen. Sum at koyra við síðuna av vegnum Talan er um primitiv viðurskifti, har sum tey bæði hava verið. – Har er eingin streymur, og har er einki rennandi vatn. Tey mugu út eftir vatni. Lokala radiostøðin hevur sólpanelir, og tað gingu tey høgt upp í. Og maturin, sum tey eta, er allur egin framleiðsla, sig­ur Karina Lassen. Tað eru heldir eingir vegir í bushini í Mali. – Vit vóru ein dagin í Oyndarfirði og eg hugsaði, hvussu skal tú greiða frá tí? So tonkti eg, at tað er bara sum at koyra við síðuna av vegnum, so er tað tað, sigur Karina Lassen. liggja hjá maliska fólkinum Sorgin og tárini Í januar í ár var kríggið komið so nær upp á trúboðarahjúnini, Karinu lassen og Gimma Olsen, at tey máttu rýma úr Mali. Frakland saman við serliga Tjad fekk steðga Al-Quaida leidda uppreistrarherinum, men enn er ikki trygt at fara aftur til Vesturafrikanska landið, og týsdagin fara tey bæði so til eina trúboðarauppgávu í Aserbadjan