hósdagur 18. apríl 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 44 · 19. apríl 2013
5
VIKUSKIFTI
mynd: Álvur Haraldsen
myndir: privatar
– Fólk ganga, tey, ið ikki hava
asnavogn. Og øll hava sína uppgávu.
Dreingirnir mugu eitt nú út at finna
brenni, so mamman kann matgera,
sigur Gimmi Olsen.
Tað er smáligt við pengum,
burtursæð frá teimum, ið hava lim-
ir í familjuni í øðrum londum í Europa
og kunnu senda pengar heim til
Mali.
– Har eru tey siðbundnu fakini. Har
er ein garvari, sum garvar skinn og ger
eitt nú pungar, sum fólk bera um hálsin,
fyri at halda óndum andum burtur. Teir
gera eisini skótoy og klædnapløgg. So
hevur tú smiðin, sum fólk heita á, tá
okkurt skal gerast, og tú hevur familj
una, sum syngur, tá brúdleyp er ella
jarðarferðir. So fáa tey eitt oyra fyri tað,
ella verða goldin á annan hátt, sigur
Karina Lassen.
Ein annar liviháttur er hjá teimum,
sum hava ásin, og kunnu koyra viðføri
ella um okkurt skal flytast.
Hungursneyð
Fólkið í bushini etur fyri tað mesta tað,
ið tey sjálvi dyrka.
– Tað regnar ikki ein dropi frá
oktober til juni, men frá juni til oktober
regnar nakað, og tá royna tey at dyrka
mais, pianøtur ella rís av onkrum slag,
sigur Gimmi Olsen.
Men í fjør kom einki regn í regntíðini,
og tí kom heldur einki upp.
– So tað var rættilig hungursneyð, tá
vit komu aftur í september í fjør, sigur
Gimmi Olsen.
Tá var nógv neyðhjálp send til
landið, eisini úr Føroyum.
– Tað vóru kommunurnar har, so
leiðis sum tað er skipað, ið býtti hesa
neyðhjálpina út í samráð við okkum so
leiðis, at tey, ið vóru ringast fyri, fingu,
sigur Gimmi Olsen.
Men hóast hungursneyð og lítið av
pengum um hendurnar á fólki, skortar
ikki upp á handlar.
– Sjálvt í tí lítlu bygdni, har vit vóru,
eru fleiri handlar. Eg haldi at tað eru
einir seks handlar, sum allir selja tað
sama, fyri tað mesta kryddaríir, siga
rettir og tendstikkar og te. Kinesiskt te,
tey kalla, tí tað drekka tey fleiri ferðir
um dagin. Og so eru tað tey, ið ferðast
runt á súklum og selja alt møguligt,
sigur Gimmi Olsen.
Frakland legði upp í
Fyri at venda aftur til borgarakríggið
so var tað ein óskrivað avtala, at upp
reistrarmenninir skuldu halda seg
kúrrar fram til september 2013. Men
so knappliga 8. januar taka Al-Quaida
og uppreistrarmenninir initiativið, og
teir trumla ríkishermennirnar undan
sær suður eftir.
– Teir tóku seg suður til Sevare, og
tað søgdu teir longu 8. januar. »Í morg
in biðja vit í Sevare«, vóru orðini, sigur
Gimmi Olsen.
Við øðrum orðum boðaðu teir frá,
at teir skuldu biðja fríggjadagsbønina
í Sevare.
– Tað var har, at malisiski herurin
hevur sína høvuðsstøð, og har er eisini
ein flogvøllur, og høvdu uppreistrar
hermenninir tikið býin, hevði tað
verið eitt verri skil í Mali, sigur Gimmi
Olsen.
Men tá var tað, at Frakland legði
upp í, serliga saman við Tjad, ið eru
vanir við at berjast ímóti Al-Quaida
uppi í fjøllunum.
Teir gjørdu eitt risa arbeiði og hildu
uppreistrarmonnunum burtur, men nú
tykist, sum londini vilja taka seg úr
Mali aftur.
– Og hendir tað, kanst tú verða
bangin fyri, hvat fer at henda í
landinum. Um Al-Quaida fer at leypa
á aftur, tað er tað, ið maliar eru bangnir
fyri, sigur Gimmi Olsen.
Men tað er vón fyri framman.
– Nú ljóðar, at ST ætlar at senda
11.500 friðarhermenn til Mali. Tað er
jú eisini neyðugt at fáa val og annað
frá hondini, tí val skuldi eftir røttum
verið ein mánað eftir statskvettið, sigur
Karina Lassen.
Hava tey útleverað okkum?
Fólk heima í Føroyum vóru óttafull um
tey bæði, og trúðu, at tey vóru mitt í
øllum rokanum.
– Men tað vóru vit jú ikki. Tað, sum
gjørdi okkum sorgarfull og fekk okkum
at tára, var støðan hjá maliska fólk
inum. Mali var jú eitt av fríðarligstu
londunum í heiminum, og vit kundu
gera júst sum vit vildu, bara vit gjørdu
tað virðiliga, sigur Gimmi Olsen.
Men so hendi tað yvir náttina.
– Hetta var eisini undirstrikað av
gíslatøkuni av franskmanninum. Og
vit fóru at hugsa um tað, hvørja ferð
ein bilur við arabiskt líknandi monnum
steðgaði í bygdini. »Man tað nú fara
at henda okkum«. Eg minnist einaferð
ein bilur steðgaði í bygdini við motor
steðgi, og eg hugsaði, er hetta bara eitt
skálkaskjól. Men hann fór so víðari,
sigur Gimmi Olsen.
Tað var jú bara at uppspora, hvar
hvít fólk vóru, og Gimmi og Karina vóru
tey einastu hvítu fólkini í økinum.
– Eg hugsaði ofta, tá eg sá okkara
vinir, »hava tit nú uppgivið okkum«. Tí
tað var smáligt við pengum, og tí var
vandin har, at tey fulu fyri freistingini,
sigur Gimmi Olsen.
Soleiðis vóru tankarnir, men kortini
vilu tey bæði ikki sleppa sær úr land
inum.
– Tað gekk so bert ein góður mánaði
frá mánaðarskiftinum november/
desember og fram til 8. januar, frá tí vit
vórðu flutt fýra tímar longu suður, til
vit vórðu biðin um at fara úr landinum,
sigur Gimmi Olsen.
Men hetta var so nakað, tey vóru
fyrireikað upp á.
– Missiónin hevði sagt, at tá kríggið
brestur á, so verða tit tikin úr landinum.
Og tað góðtók eg, tí í fjør, tá vit vóru
tikin úr landinum í apríl, var eg ógvu
liga óður um tað, men nú skilji eg, at
tað snýr seg ikki bara um okkum bæði.
Skuldi tað hent, at vit vórðu tikin gíslar,
fer eitt stórt apparat í gongd, sum kost
ar eina rúgvu av pengum, og tað góð
tók eg, tá eg fekk tað forklárað, sigur
Gimmi Olsen.
Til Aserbadjan
Fyri fýra árum síðani fór Gimmi til
Noregs at lesa teologi, og tá tosaðu tey
bæði um tað hevði verið nakað at fara
út í heim sum trúboðarar.
– Tað tóktist sum eitt gott hugskot,
eisini tí, at Karina er sjúkrarøktarfrøð
ingur. Vit leitaðu so heilt tilvildarliga
upp eina heimasíðu hjá Normisjon, og
har var søkt eftir trúboðarum til Mali,
sigur Gimmi Olsen.
– Hendan missiónin svaraði ógvu
liga væl til okkara egna bakland í kirkj
uni í Klaksvík, KFUM&K og Heima
misiónini, og tá Gimmi hartil hevði
verið tvey ár í Mali framman undan
og eg ein mánað, so tóku vit av, sigur
Karina Lassen.
8. januar flýddu tey so inn í Senegal
og komu har í samband við ein ættar
bólk, ið stavaði frá økinum, har tey
høvdu verið útsend í Mali.
– Knappliga fingu vit so 400.000 fólk
aftrat, sum vit kundu arbeiða ímillum,
sigur Karina Lassen.
Tey komu so heim til Føroya, her tey
hava verið eina tíð, men longu týsdagin
gongur leiðin avstað aftur.
– Vit hava fingið at vita frá Missión
ini, at vit sleppa ikki aftur til Vesturafrika
í ár. Hinvegin hava vit fingið møguleikan
at verða send út til Aserbadjan, til
høvuðsstaðin Baku. So tað er hagar
leiðin gongur, sigur Gimmi Olsen.
Tey verða ikki har árið út, men
nakað.
– Tey hava brúk fyri ymiskari hjálp,
men vit vita ikki heilt, hvat tað verður,
tí tað er ikki so opið land fyri kristnari
boðan, sigur Gimmi Olsen.
Og so vóna tey at sleppa aftur til
Mali, tá hetta árið er farið.
Gimmi Olsen og Karina Lassen framman fyri húsunum á Stangarvegi 128 í Klaksvík