Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-18, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 2013síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 44 · 19. apríl 2013 7 VIKUSKIFTI Hví valdi tú at gerast koyrilærari? Tað komst av, at ein í mínari familju skuldi hava koyrikort, og tað, tey lærdu, var ikki nóg gott eftir mínari meining. Um tú kundi broytt eitt punkt í ferðslulógini, hvat hevði tað verið? Eg vildi fegin broytt øll tey, ið mótsiga trygdini, tí tað eru alt ov mong støð, har lógin mótsigur sær sjálvari. Til dømis tann illa lýdda skerpaða víki­ skyldan, sum eingin í Føroyum skilir. Hvussu er føryska ferðslumentanin? Í tí stóra og heila er føryska ferðslumentanin ógvuliga góð, men tað eru onkrir ørvitisknokkar ímillum. Hvat ger tú í frítíðini? Nokk so nógv av mínari frítíð fer við at spæla fótbólt, og tað er eisini fyri at røra seg fysiskt. Ferðast tú nógv í egnum landi? Alt ov lítið, tíverri, alt ov lítið. Tá tú ferðast uttanlands, er tú tá til aktiva feriu ella sólbað á strondini? Sólbað á strondini er ikki akkurát eg, eg vænti, eg smelti; so tað verður meira til aktiva feriu hjá mær. Helst okkurt, har eg kann gera nakað sjálvur. Hevur tú húsdjór? Eg havi gæs og eg havi seyð, men um tú kanst kalla tað húsdjór, veit eg ikki. Hvat er tín lívrættur? Egin framleidd gás, helst jólaaftan. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Mest fótbólti, men eisini krimifilmum, tað er ógvuliga undirhaldandi. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Tað er country, tað er rokkur, eisini yvir í andaligan tónleik. Stutt sagt alt tað, ið er gott og kann frøa sinnið. Fylgir tú við í útlendskum fótbólti? Vit madrealistas fylgja eitt sindur við. Hvat ger tú um 10 ár? Vónandi tað sama, sum eg geri í dag. Um ikki okkurt heilt løgið hendir, heldur man fast við tað, man ger, tí talan er jú um eitt lívsstarv. Tað var sluppin Glory Day, sum ein fagran várdag var á Suður­ landinum. Teir høvdu fingið nógvan fisk dagin fyri, og nú var klárt at kasta aftur. Hýrurin var góður, tí teir væntaðu sær nógvan fisk eis­ ini hendan dagin. Og veðrið var av tí besta. So kemur skiparin upp á dekkið, setur eina kolu, eina lýsilampu, miðskips á dekkið, og sigur: »í dag kasta vit ikki, tí í dag er starvsfólkadagur.« Teir gera skjótt av, taka skiparan, tveita hann fyri borð, og fara so at fiska. Tað góða arbeiðslívið er at fáa frið at arbeiða. Frið fyri starvsfólkadøgum, temadøgum, menningardøgum, HR-mennarum, kóksjum. Tað góða arbeiðslívið er at sleppa undan at brúka arbeiðs­tíðina til atkoma­ hvørjumvið­tvætli, byggja brýr saman, lyfta í felag. Tað er at sleppa at arbeiða í friði fyri sosialari samveru, skammrósi, starvsfólkasamrøðum, sum ikki verða brúktar til nakað sum helst, trivnaðarkanningum, sum heldur ikki verða brúktar til annað enn skuffubjálving og hjá deildarleiðarum at samanbera seg við aðrar deildarleiðarar. Frið fyri allari hasari torv­ moldini beint í eyguni. Frið fyri hóttanum um upp­ sagnir í vikur og mánaðir. Gevið okkum apum við flutnings­bondini bara ein kassa av bananum um vikuna. Men fyrst og fremst, gevið okkum frið at arbeiða. Og kanska bara eitt vet av virðing fyri tí, vit gera. Allur starvsfólkafólka­ politikkur, uttan bananirnar sjálv­andi, er vanvirðing. Van­virð­ ing fyri hugsandi fólki, sum tímir at arbeiða. Ella vil hava meira løn í staðin fyri vøkur, tóm orð, sáttmálafyllu. Fyri skjótt nógvum árum síðani var ein sálarfrøðingur ella okkurt sovorðið akademiskt, sum einki hevði at gera. Vildi ikki vera lønartrælur fyri sjey bananir um vikuna. Men hugflogið var gott. Hann avgjørdi at gera, at skapa ein marknað, sum hann so kundi liva av, og liva væl av. Kendi nakrar stjórar og leið­ arar, sum vildu hava starvsfólkið at halda, at tey høvdu ávirkan. Men hvussu gjørdu tey tað, uttan at fólkið sá beint í gjøgnum teir? Tíðin krevur tíverri, at fólkið verður spurt og hoyrt. Hóast allar avgerðir longu eru tiknar. Hey, her var marknaðurin, ein illusjónsídnaður, sum so líðandi gjørdist ein religión, líka so forbannað sum allar aðrar religiónir. Stjórar og leiðarar tora ikki rættiliga sjálvi, duga heldur ikki, at blása torvmold. Tí er akademisk, vísindalig og pseudovísindalig hjálp neyðug. Hon kostar, gamaní, hon kostar nógv eisini. Men tað er bara ein mýta, at almennir stovnar ongar pengar hava. Teir hava so nógvar pengar, at teir blaka pengar burtur. Fyrr, tá ein veggur skuldi flyt­ast á einum arbeiðsplássi, bleiv ein handverkari biðin, ein tímbur­maður. Nú verður minst ein sálarfrøðingur og helst nakrir akademikarar afturat bidnir. Tí tað kann jú hugsast, at veggurin er autistiskur, orsaka hevur autismu, og tí ikki tolir at verða fluttur. Eingin kostnyttukanning er gjørd. Men eg pástandi, at tað kostar nógv og ger onga nyttu. Nei, gamla kapitalistista prin­ sippið er tað besta. Arbeiðsgevarin leiðir og býtir út arbeiðið. Longri er tann søgan ikki. Eitt arbeiðspláss er ikki ein vælverumiðstøð. Skiparin á Glory Day? Ja, hann bleiv hálaður um borð aftur, eftir at hava lovað og gjørt eið uppá, at hann ongantíð aftur skuldi koma við einum so skít­býttum boðum sum at hava starvs­fólkadag í bestu fiskitíð. Og teir kastaðu og fiskaðu nógv eisini tann dagin. Teir gjørdu okkurt til nyttu. Teir høvdu ein góðan arbeiðsdag, eitt gott arbeiðs­lív. Spurdi tú teir um sosialan kapital, høvdu teir svarað, »nei, her er eingin sosialistur við.« Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Birgir Andersen lagt til rættis: Leo Poulsen Sólbað á strondini er ikki akkurát eg Tað sigur Birgir Andersen, koyrilærari, sum spælir fótbólt í frítíðini, hyggur at fótbólti í sjónvarpinum og er Real Madrid fjeppari. Og so hevur hann bæði gæs og seyð, men ferðast tíverri alt ov lítið í egnum landi Torvmoldstrúgv mynd: álvur Haraldsen